fríggjadagur 18. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 137 - 18. juli 2008
ndoyarstevnan
Vakurt er í Húsavík
Nógv var til børnini
Ponyríðing, frágreiing og góður matur á skránni
Ráðharri stúrir fyri skuldarum
Íslendski ráðharrin Jóhanna Sigurðardóttir sigur seg stúra fyri, at nógvir
íslendingar, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, fara at koma í uppaftur verri
støðu teir næstu mánaðirnar. Hon hevur tí heitt á bankarnar um at vísa fólki í
fíggjarligari trongstøðu vælvild og at gera avtalur við tey um skuldina.
Íslendska fíggjarmálaráðið fer í heyst at leggja lógaruppskot fyri Altingið um at
hjálpa fólki, sum hava tað serliga tungt fíggjarliga. Morgunblaðið skrivar, at
lógin skal hjálpa fólki burtur úr trupulleikunum, uttan at tey skulu missa sínar
ognir ella fara á húsagang. Jóhanna Sigurðardóttir sigur, at tað er ikki annað enn
rímiligt, at bankarnir vísa vælvild, tá fólk fáa fíggjarligar trupulleikar.