Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 137 - 18. juli 2008 Sum ráðgevi, fert tú at arbeiða við kørmum fyri fíggjarvinnuna og at gera kanningar og frágreiðingar fyri Vinnuhúsið. Arbeiðið fevnir um at: • gera frágreiðingar og lýsingar av málum • luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum • viðgera lógir og kunngerðir • samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgunum • vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú • hevur hóskandi hægri útbúgving og arbeiðsroyndir • hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • hevur góð samstarvsevni • dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til fíggjarvinnuna. Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. august 2008. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tlf. 23 99 09. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið Postsmoga 1038, FO-110 Tórshavn Vilt tú vera við til at virka fyri, at føroyska fíggjarvinnan fær teir bestu møguleikarnar at virka, kappast og mennast? Í ár økist okkara virksemi til eisini at fevna um fíggjarvinnuna. Er tú ráðgevin, okkum tørvar? Ráðgevi til fíggjarvinnuna Smærugøta 9A // FO-100 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // Fax: +298 30 99 01 // industry@industry.fo Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. sansir.fo