Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 • 18. juli 2008 Vikuskifti 24 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Heimssensatión! Tróndur í Gøtu í Rás2 í dag Olivant.fo Lógu tær og svóvu áðrenn? 4 fullar damur upp at skeldast Vagaportal.fo Ferðafólkaflogfar? Í Sierra Leone hava myndugleikarnir funnið eitt ferðafólkaflogfar við 700 kilo av kokaini Olivant Alternativ veiða Hash umborð á grønlendskum rækjubáti Dimma Allir ella bara nakrir? Bilførarar í Suðuroy tiknir við kenning Dimma Sigur seg næstan sjálvt Ein liður í at varðveita arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi er, at fiskur ikki verður virkaður umborð á føroyskum fiskiskipum, sum fiska undir Føroyum. Olivant.fo Amerikanska íshockey-liðið Pittsburgh Penguins gjørdu nú um dagarnar sáttmála við nýggjan spælara. Hetta er ein kekkiskur spælari, sum áður hevur spælt fyri New York Islanders. Sagt verður, at navnið spillur ongan, og tað ger tað neyvan heldur í hesum føri. Spælarin eitur Miroslav Satan. George W. Bush, forseti í heimsins mætasta ríki, hevur júst verið á G8 toppfundi í Japan. Løgið, sum hann altíð sær út, sum hann ikki veit, hvat hann skal gera, fara ella verða. Bush í toppformi Málmaður uttan høvd Manglar nakar ein málmann Føroysku feløgini liggja støðugt fram við eftir nýggjum spælarum, og í løtuni er sonevnda flytingarvindeygað opið. Tað letur aftur mánadagin, so nú skal styrkur til seinnu hálvu fáast í hús. Her er eitt tilboð í seinasta løtu. Um onkur manglar ein góðan málmann, so er hesin tøkur. Navnið spillir ongan Hendan myndin er tikin frá venjing hjá U17 fótbólts- landsliðnum farna vikuskiftið. Undan kappingini í Aberdeen høvdu spælararnir brotssparkskapping, og her er tað málmaður ímóti málmanni. Líkt er tó til, at onkur hevur skotið høvdið av málmanninum í einum av undanfarnu brotsspørkunum.