Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 137 - 18. juli 2008 HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a. • upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar • útlán og endurnýtsla av hjálpartólum • viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðar- broytingar og avlamisbilar • tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis Ert tú maður/kvinna, sum hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og uppgávurnar eru nógvar og fjøllbroyttar – ja so hava vit júst brúk fyri tær! Á HTM er eitt fulltíðarstarv á goymsluni leyst at seta 1. september ella sum skjótast. Høvuðsinnihaldið í starvinum er • skipan av goymslu • avgreiðsla av hjálpartólum • skráseting av hjálpartólum Annars eru uppgávurnar • smávegis umvælingar av hjálpartólum • reingerð av endurnýtsluhjálpartólum • annað fyrifallandi arbeiði Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur • royndir frá líknandi arbeiði • góðan ordan • góð samstarvsevnir • kunnleika til teldur á brúkarastøði • áhuga at arbeiða við hjálpartólum Vit kunnu bjóða • fast starv • flextíð • tætt samstarv við starvsfelagarnar • førleikamenning Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Hjálpartólamiðstøðina Postboks 1049 110 Tórshavn ella við telduposti til: htm@almannastovan.fo Umsóknarfreist 18. august 2008 kl. 14.00. Goymslufólk til Hjálpartólamiðstøðina htm   ARBEIÐIÐ s Bílegging og móttøka av bókum og øðrum miðlum s Avgreiðsla av lánarum í sambandi við lán og afturbering s Aðrar uppgávur eftir avtalu FØRLEIKAR s Hevur kunnleika og royndir í KT á brúkarastigi s Dugir at orða teg skrivliga á føroyskum og enskum s Ert røkin s Hevur góðan tænastuhugburð s Hevur koyrikort Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum próvskjølum skulu sendast til: Føroya landsbókasavn att: Marjun Patursson Postboks 61 J.C. Svabos gøta 16 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er fríggjadagin 8. august 2008 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna Patursson, virkandi landsbókavørð, á tel. 311626 ella á marpat@flb.fo. Føroya landsbókasavn er tjóðbókasavn føroyinga og savnar inn, skipar, varðveitir og breiðir út vitan um føroysk viðurskifti. Bókasavnið gevur almenninginum atgongd til kunningar tilfeingi savnsins, ið umframt bøkur og tíðarrit eisini fevnir um m.a elektroniskar kunningartænastur, dátugrunnar og internet. Bókasavnshjálpari/skrivstovufólk Landsbókasavnið søkir eftir bókasavnshjálpara/skrivstovufólki til ¾ starv frá 1. september 2008 ella skjótast til ber.