fríggjadagur 18. juli 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
31
d.offi ce · Cand.offi ce · Cand
www.city.fo
Cand.offi ce
City Tórshavn søkir eftir skrivstovufólki
at byrja sum skjótast.
Starvið
Starvið fevnir um telefonavgreiðslu, ordramóttøku, bíleggingar,
umsiting av vøruskrá og nethandli umframt annað fyrifallandi
arbeiði í hesum sambandi.
Talan er um avloysarastarv, í fyrsta umfari til 1. august 2009.
Arbeiðs vikan er 40 tímar, og lønin verður sambært avtalu.
Yrkisførleikar
Vit vænta, at tú hevur royndir og helst útbúgving í skrivstovu-
og/ella handilsyrkinum. Hollur telduførleiki er ein fyritreyt.
Eginførleikar
Tú ert fyrikomandi og skyldurøkin, sýnir tænastusinni, áræði og
ábyrgd, og tú arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og saman við øðrum.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu vera okkum
í hendi innan fríggjadagin 25. juli og kunnu stílast til Nema,
HR-deildin, Postmoga 109, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til
hrdeildin@nema.fo.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Tonny Brimsvík á tlf. 794 314 ella á tbr@city.fo.
City er partur av Nema-samtakinum og er skriv stovu markn -
aður við einum breiðum úrvali av teldu- og skriv stovu -
útbúnaði til bæði arbeiðsplássið, skúla næmingin og húskið.
City hevur deildir í Tórshavn, Klaksvík og Saltangará, um-
framt at vit bjóða eina útkoyringartænastu, sum tryggjar,
at kundin hevur vøruna í seinasta lagi dagin eftir bílegging.
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk.
Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið
miðlahúsið í Vágsbotni
Hevur tú eitt miðlafólk í búkinum?
Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágs-
botni vilja vit støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðla-
heimi.
Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari
menning. Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda- og aktualitets partin á
redaktiónini, fyrst og fremst á Rás2.
Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynam-
iskum fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá
okkara miðlum. So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur
tú hug og evni, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar
tær avbjóðingar? So lat okkum frætta frá tær!
Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki
treytir.
Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august.
Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon
341800. Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo
Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 15. juli til:
P/F Miðlavarpið
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn