Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 137 - 18. juli 2008 NAVN TIL NÝTT BLAÐ Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava samtykt at fara undir felags blaðútgávu. Í hesum sambandi skipa feløgini fyri eini almennari kapping, sum hevur til endamáls at finna blaðnum eitt navn, ið kann sigast at umboða samleikan hjá báðum feløgunum. Uppskot skulu sendast í brævbjálva til: Føroya Skipara- og Navigatørfelag Postsmoga 248 FO-110 Tórshavn Uppskot skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. august 2008. Velja feløgini at brúka eitt av innsendu uppskotunum, so verða 15.000,- kr. latnar í virðisløn til tann, sum hevur sent uppskotið inn. Velja feløgini at brúka eitt navn, sum fleiri hava sent inn, so verður – teirra millum - kasta lut um hvør skal hava virðislønina. Velja feløgini at geva blaðnum eitt navn, sum ikki er sent inn til kappingina, so verður ongin virðisløn latin. Stutt um Maskinmeistarafelagið: Starvsøkið hjá limum í Maskinmeistarafelagnum umfatar vaktar- hald og røkt av maskinúgerð umborð á skipum og á landi. Harafturat starvast maskinmeistarar á fjølbroyttum økjum innan leiðslu, umsiting og eftirlit. Stutt um Føroya Skipara- og Navigatørfelag: Føroya Skipara- og Navigagørfelag umboðar skiparar og stýri- menn, sum sigla við: føroyskum fiskiskipum, farmaskipum, skipum í frálandavinnu, Fiskiveiðieftirlitiðnum, Standferðsluni, Fiskirann- sónarstovuni, og eitt stórt tal av navigatørum, sum sigla í øðrum londum. Harumfarmt umboðar felagið havnameistarar í Føroyum. VIT VIRKA GLOBALT OG LOKALT; Á SJÓGVI EINS OG Á LANDI veitst tú ikki tað?