fríggjadagur 18. juli 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
35
lýsingar
Tú er ein kreativur leiðari, sum dámar at skapa, fyrisita,
samskifta og samskipa, og tú hevur tev fyri markn-
aðarføring.
Í sambandi við at Skráseting Føroya og Føroyska
Altjóða Skipaskrásetingin verða løgd saman í ein
nýggjan vinnustovn, søkir Vinnumálaráðið stjóra til
nýggja stovnin.
Dámar tær avbjóðingar, átti tú at søkt sera spennandi
starvið sum stjóri á nýggjum stovni undir Vinnumála-
ráðnum.
Starvið
Stjórin skal uppbyggja nýggja stovnin og vera við til at
skapa karmar fyri vinnuna á økinum, hava ábyrgd fyri
umsitingini av vinnulógunum og fremjanini av eftir-
litinum og av marknaðarføringini av Føroysku Altjóða
Skipaskránni.
Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til eina og
hvørja tíð galdandi lóggávu og vinnupolitikki landsins
á økinum, og høvuðsuppgávurnar sambært hesum
verða:
• At umsita vinnulógirnar ‒ vinnufelagalógirnar og
ársroknskaparlógina
• At umsita lógina fyri Føroysku Altjóða Skipaskránna
• At marknaðarføra Føroysku Altjóða Skipaskránna
Førleikar
Tú hevur hóskandi útbúgving á kandidatstøði, og tað
er ein fyrimunur, um tú hevur loyst líknandi uppgávur
í verki annaðhvørt í privata vinnulívinum ella í almennu
umsitingini; men tað er eingin treyt.
Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so
sum arbeiðssemi, dynamikk, leiðaraevni og skapan-
arlyndi, og tú kennir til føroyska vinnu sum heild. Tú
dugir væl við fólki, samskiftir skilliga bæði á føroyskum,
skandinaviskum og enskum máli og hevur evni og
vilja at skapa eitt stimbrandi umhvørvi.
Vit bjóða
Starvið sum stjóri á nýggja stovninum er sera
spennandi og avbjóðandi. Starvið verður lønt ájavnt
37. lønarflokki í sáttmálanum millum Tænastumanna-
felag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum
í seinasta lagi 4. august 2008. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
Tinganes
110 Tórshavn
Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á
telefon 556070.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Stjóri fyri Føroya Altjóða
Skipaskrá og
Skráseting Føroya
Við hesum verður søkt eftir stjóra til Føroya Kæru-
stovn.
Høvuðsuppgávur
Føroya Kærustovnur leggur til rættis fyrireiking og
avgreiðslu av kærumálum og samskipar og leggur til
rættis virksemið hjá hesum kærunevndum:
• Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
• Skatta- og avgjaldskærunevndin
• Kærunevndin í lendismálum
• Kærunevndin í útbúgvingarstuðulsmálum
• Vinnukærunevndin
Harafturat er Kærustovnurin skrivstova hjá skuldar-
umskipanarnevndini.
Førleikakrøv
Tað verður sett sum krav, at umsøkjarar hava løg-
frøðiligt embætisprógv, hollar løgfrøðiligar royndir og
analytisk evni, og at teir hava góðan kunnleika til
føroyskt mál.
Harumframt verður sett sum treyt, at teir hava hollar
royndir frá almenna og / ella privata arbeiðsmarknaði-
num.
Umframt hetta verður væntað, at umsøkjarar duga og
hava áhuga fyri leiðslu.
Løn og setanartreytir
Starvsheitið er stjóri, og verður lønt ájavnt 37. lønar-
flokk hjá tænastumonnum, tó uttan at vera tænastu-
mannastarv. Setanartreytir vera sambært avvarðandi
sáttmála.
Umsóknarfreist
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum
skulu sendast til:
Løgmálaráðið
Postrúm 159
Tinganes
110 Tórshavn
og skulu vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi
tann 1. august 2008.
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsingar um starvið
við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra, tlf.
358080.
LØGMÁLARÁÐIÐ
Stjóri til Føroya
Kærustovn
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir løgmála-
ráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til kærunevndina í almanna- og
heilsumálum, skatta- og avgjaldskærunevndina, kærunevndina í
lendismálum, kærunevndina í útbúgvingarstuðulsmálum, og vinnu-
kærunevndina. Harumframt er stovnurin skrivstova hjá skuldar-
umskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni átta fólk: stjórin,
tríggir løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.