Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 137 - 18. juli 2008 lýsingar Lærari til Hovs skúla Søkt verður eftir lærara til uml. 5-8 avlopstímar um vikuna fyri skúlaárið 08/09. Í Hovs skúla eru 3 næmingar, harav 2 í 5. fl. og 1 í 7. flokki. Umsóknir skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 1. august, og skulu sendast til Óla Johannesen, Sjógøta 118, 800 Tvøroyri. Meira fæst at vita frá skúlaleiðaranum Óla Johannesen, tlf. 272647. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. HOVS SKÚLI Størv á Føroya Læraraskúla Á Føroya Læraraskúla eru tvey føst størv sum lærarar leys at seta frá 1. august 2008. Annað er fulltíðarstarv í myndlist, og hitt er hálvtíðarstarv í tónleiki og sangi. Harafturat eru tímalærarastørv leys í samfelagsfrøði, ítrótti og heimkunnleika. Undirvíst verður á pedagogútbúgvingini og/ella læraraútbúgvingini. Førleikakrav er hægsta fakliga útbúgving innan økið, námsfrøðilig útbúgving og royndin at undirvísa. Roknað verður við, at tey settu eisini luttaka í øðrum virksemi á stovninum, eitt nú toymisarbeiði, menningarvirksemi og starvslæruvegleiðing, um- framt at tey duga væl at samskifta og samstarva. Løn og treytir annars sambært sáttmála við av- varðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við rektaran joannes@flsk.fo, tlf. 21 18 22. Umsóknarfreistin er mánadagin 30. juli 2008. Umsóknir skulu sendast til Føroya Læraraskúli Att. Rektarin Frælsið 20 Postboks 348 F0-110 Tórshavn Á Føroya Læraraskúla eru tvær útbúgvingar, lærara- og peda- gogútbúgving. Lestrarárið 2008/09 lesa 5 flokkar til lærara og 5 til pedagog, samanlagt uml. 240 lesandi.. Fyri komandi 1. flokkarnar verður lesturin skipaður á BA-støði. Frá 1. aug. 2008 verða Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Føroya Læraraskúli lagdir saman til ein stovn.