fríggjadagur 18. juli 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
37
lýsingar
Lærarastørv í
Sankta Frans skúla
Søkt verður eftir tveimum lærarum fyri lærarar
í barnsburðarfarloyvi at byrja ávikavist 1. aug.
og 29. sept. 2008.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga virksemi skúlans
• Duga at samstarva og eru fyrikomandi
• Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• Virknir luttaka í arbeiðinum áhaldandi at
menna skúlan
Starv I er 23 tímar í tíðarskeiðnum 1. aug. 2008
til 31. juli 2009 og eru lærugreinirnar: støddfrøði,
danskt, enskt og heimstaðarlæra.
Starv II er 20 tímar í tíðarskeiðnum 29. sept.
2008 til u. 16. mars 2009 og eru lærugreinirnar:
støddfrøði, handarbeiði og serundirvísing.
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúg
ving, men um lærarar ikki søkja størvini, verða
fólk, ið ikki hava fólkaskúlalærarútbúgving,
sett í størvini.
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.
Umsóknir við avriti av prógvi, cv. og møguligum
viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 28. juli kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar
Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 302532 ella 220716
Sankta Frans skúla
Varðagøta 10
100 Tórshavn
Pedagogar til dagstovnin
Lítlafløtt á Strondum
Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arb-
eiða 40 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu, at
byrja 18. aug. 2008.
Vit ynskja
• At tú hevur hug og árræði at skapa ein fjøl-
broyttan og tryggan gerandisdag, við virðing
fyri tí einstaka barninum
• At tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum sam-
starvi við starvsfelagar og foreldur
• At tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar
og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
• At tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvi
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú
saman við góðum starvsfelagum fært møguleika
at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt
umhvørvi á einum nýggjum stovni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommuna Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við
Sonlis H. Joensen, leiðara á tlf. 23 27 47, ella Bjørg
Olsen, varaleiðara á tlf. 74 79 29.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 4. aug. 2008, kl.12.00.
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
Sóknast eftir starvsfólki til handil okkara
í miðbýnum at arbeiða um kvøldið.
Send eina umsókn til PE,
Heykavegur 2, 110 Tórshavn
tí tað lønar seg
Maskinsjef
Til norsk frysetråler M/Tr. »Roaldnes«
bygget i 1997 søker vi maskinsjef.
1900kw Caterpillar 3606. Vi tilbyr gode
betingelser på 1:1 skiftordning.
Kontakt oss på tore@roaldnes.no
eller 00 47 91597280