fríggjadagur 27. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Um tað fer at gangast,
sum tað hevur gjørt
tvær tær seinastu
ferðirnar, so fara tey
av Argjum at taka
silvurið frá teimum í
Havnini
5-MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Millum genturnar er tað
stór
kapping
um
FM
heiðursmerkini. Ikki tey
fínastu, tí tey hava tær
umborð á Fípuni Føgru
langt síðani so at siga bí-
lagt. Tað skulu heintast á
ólavsøku.
Tað eru Sílið úr Havn og
Blikur av Argjum, sum
kappast um silvurmerkini.
Sílið hevur 23 stig, og Blik-
ur hevur 22 stig. Tað vil
siga, at tann av hesum báð-
um bátunum, sum verður
fyrri á mál ólavsøkuaftan,
fer at vinna silvur.
Bæði á Argjum og í
Havnar Róðrarfelag droym-
a tey um at vinna á Fípuni
Føgru leygardagin. Bæði
bátsformaðurin umborð á
Bliki og tann umborð á
Sílinum halda, at tað er
møguleiki fyri tí, men
báðar siga sum við ein
munn, at tað verður torført:
– Fípan Fagra hevur róð
sera væl í ár. Tær hava fing-
ið góðan start hvørja ferð. Í
fleiri kappingum otaðu vit
okkum nærri og nærri teim-
um, men í Sørvági mis-
eydnaðist starturin hjá okk-
um fullkomuliga.
Hetta sigur Joan Mikkel-
sen, sum er bátsformaður
umborð á Bliki.
– Í venjingini uppundir
ólavsøku hava vit lagt start-
in um. Vit vóna, at tað fer at
eydnast at fáa ein góðan
start leygardagin. Um start-
urin eydnast, so halda vit
møguleika vera fyri at
bjóða Fípuni Føgru av. Men
vit hugsa fyrst og fremst
um at halda Sílinum aftan-
fyri okkum, sigur bátsfor-
maðurin umborð á Bliki.
Tær umborð á Bliki eru
blaðungar skúlagentur. Tað
er bara bátsformaðurin,
sum hevur róð fyrr. Hinar
royna seg allar fyrsta árið í
kappróðri.
Heimasjógvurin
Undan hesum kappingar-
árinum fingu tey í Havnar
Róðrarfelag
eitt
nýtt
5–mannafar. Higartil hava
genturnar ikki roynt at
vunnið. Sammett við tær
umborð á Bliki, so er talan
um
roynda
manning.
Miðalaldurin er í hvussu so
er trý ár hægri, allar hava
róð í fleiri ár, og hetta er
sætta árið, at bátsformað-
urin, Inga Torkilshøj, rør.
– Tvær tær síðstu ferð-
irnar hevur Blikur verið
frammanfyri okkum. Fyrsti
setningurin
hjá
okkum
verður at halda hann aftan-
fyri okkum. Um vit høvdu
megnað at tikið Fípuna og
vunnið í heimasjógvi á
ólavsøku, so hevði tað ver-
ið fantastiskt, heldur Inga
Torkilshøj.
Tá eitt felag fær sær
nýggjan bát, so eru vónir-
nar ivaleyst altíð góðar um,
at tað skal eydnast at vinna.
Tað hava teir eisini verið í
Havnar Róðrarfelag. Tá vit
spyrja Ingu Torkilshøj um
orøkina til, at tað ikki hevur
eydnast, so vísir hon á, at
Fípan Fagra eisini er nýggj,
og at tað hevur gingið væl
hjá teimum.
Hon vil ikki siga meiri,
men vit skilja á øðrum
práti, at tey, sum hava roynt
at lyft kappróðrarbátarnar,
halda, at báturin í Klaksvík
og tann á Argjum eru væl
lættari, enn nýggi báturin
hjá teimum í Havnini er.
Serlig tá vindurin er undan
hevur hetta stóran týdning.
Grannarnir kappast um silvurið
Nr. 142 • fríggjadagur • 27. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Leygarkvøldið
fara
bestu mansliðini hjá
Neistanum og StÍF at
spæla steypadyst í ítrótt-
arhøllini á Hálsi.
Dysturin er partur av
ólavsøkuni, har hond-
bóltur plagar at savna
nógv fólk, hóast hetta
verður mett sum feriutíð
hjá hondbóltsspælinum.
Dysturin
millum
Neistan og StÍF byrjar
klokkan 19.30, og vinn-
an liðið fær steyp til
ognar.
ek
Neistin móti
strandingum
Neistin og
StÍF fara
at spæla
stevnudyst
á ólavsøku
Støðan 5-mannafør
gentur
1.
Fípan Fagra
35
2.
Sílið
23
3.
Blikur
22
4.
Tjaldrið
12
5.
Ørnin
8
6.
Drekin
2
7.
Hvassi
2
8.
Frúgvin
1
9.
Havfrúgvin
1
10.
Firvaldur
0
11.
Beinta
0
12.
Dúgvan
0
13.
Snípan
0
14.
Báran
0
11
10
Nr. 142 - 27. juli 2001
Hósdagin fekk Bjarni
Djurholm handaðar
listarnar við undir-
skriftum, sum mót-
mæla, at landsstýris-
og løgtingsmenn
hækka egnar eftir-
lønir
MÓTMÆLI
Edvard Joensen
Tinganes:
Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður,
fekk í gjár handaðar list-
arnar við undirskriftunum,
sum mótmæla, at lands-
stýrismenn fáa eftirlønar-
hækkan afturvirkandi til
1951. Bjarni Djurholm lat
beinanveg undirskriftirnar
víðari til løgmann.
Pressan var møtt upp í
Tinganesi, tá teir tríggir,
Hans Joensen, Baldvin
Baldvinsson
og
Eiler
Viderø, komu í Tinganes
við ørkunum, har 8.450
undirskriftir stóðu á, sum
mótmæltu broytingunum í
politikkaraeftirlønunum.
Klokkan var júst 10, tá
Hans Joensen fór á dyrnar
hjá
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismanni. Men har
var stongt. Hann bankaði
uppá, men har kom eingin.
Hann bankaði aftur. Hart.
Tá varð latið upp.
Fyrst kom ein skrivstovu-
kvinna í dyr og segði, at
landsstýrismaðurin var á
veg. Síðan kom Bjarni
Djurholm sjálvur og beyð
inn. Hann helt hurðini, til
øll vóru komi innum.
Inni á skrivstovuni fekk
landsstýrismaðurin hand-
aðar tær 8.450 undirskrift-
irnar, sum hann beinanveg
gav løgmanni, sum eisini
var komin inn á gólvið.
Bjarni Djurholm metti seg
ikki hava nakað við málið
at gea sum so, tí tað liggur
undir løgmansembætinum.
– Tí var løgmaður boð-
sendur, segði Bjarni Djur-
holm.
Spurdur um, hví júst
Bjarni Djurholm, sum ann-
ar einki hevur við máls-
økiðið at gera, skuldi hava
undirskriftirnar,
svaraði
Hans Joensen, at teir høvdu
lagt merki til, at hann var
tann landsstýrismaðurin,
sum var minst innbland-
aður í málið.
Løgmaður helt, at hetta
málið var ov illa lýst frá
byrjan og gav pressuni
skuldina fyri tað. Tað kann
pressan so bara taka til
eftirtektar.
Hinvegin lovaði løgmað-
ur, at hann fer at arbeiða
fyri, at eftirlønirnar verða á
einum rímiligum støði.
Tað, sum í brævinum frá
teimum, sum hava staðið
fyri undirskriftainnsavn-
ingini, verður nevnt ein
sømilig skipan.
Spurdir um, hvat ein
sømilig skipan er, dugdu
innsavnararnir ikki reiði-
liga at svara. Heldur ikki
løgmaður hevði nakað boð
uppá, hvat eitt rímiligt støði
eftir hansara meting er.
Men hann fer at seta ein
bólk at finna fram til tað.
Innsavnararnir duldu ikki
fyri, at teir hildu seg hava
ávirkað málið soleiðis, at
politikkararnir hava vent
180 stig. Men teimum
dámdi ikki spurningin um,
hví teir ikki gjørdu vart við
seg, beinanveg málið var
fyri í Tinginum í apríl.
Heldur ikki Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður,
hevði hug at svara tí spurn-
inginum.
Víst varð á yvir fyri
teimum, sum staðið hava
fyri undirskriftainnsavn-
ingini, at har standa bara
nøkur nøvn á listunum.
Eingin adressa ella annað,
sum sigur, hvør persónurin
aftan fyri undirskriftina er.
Í prinsippinum kann ein-
hvør, sum vil, seta eitthvørt
tilvildarligt navn á listan
einar 30 ella 100 ferðir, og
so telur tað fyri eina und-
irskrift. Men juridiskt er
tað einki sum helst vert.
Men slíkum viðmerking-
um frá pressuni vildu teir
als ikki vita av.
Nógvar undirskriftir
Hans Joensen handar Bjarna Djurholm undirskriftirnar …
… sum beinanvegin vórðu latnar løgmanni …
… ið síðan greiddi innsavnarunum frá, hvat málið snýr seg um
Myndir: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
10