fríggjadagur 27. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 142 - 27. juli 2001
10. august fara hós-
víkingar at skipa
fyri regatta, sum fer
av Eiði og endar í
Nólsoy
10. og 11. august skipa
Hósvíkar Róðrarfelag og
bygdafelagið Varðin fyri
Regatta 2001. Allir bátar
kunnu verða við, og sagt
verður
frá
góðum
streymi hetta vikuskift-
ið.
Lagt verður fyri á Eiði
fríggjakvøldið 10. au-
gust klokkan 19.30, tá
bátarnir leggja frá landi.
Siglt verður til Hósvíkar,
og um 9-tíðina verður
steðgað við Streymin.
Bátarnir koma væntandi
til Hósvíkar kl. 22.30, og
tá verður harmonikku-
tónleikur á kaiini.
Tað verður gist í Hós-
vík, og fólk kunnu seta
telt upp í bygdini. Tey,
sum ætla sær at verða
leingi uppi, kunnu fara í
dans í Bygdarhúsinum,
har Moonshot fer at
spæla. Dansurin kostar
80 krónur.
Leygardagin
verður
kósin sett til Nólsoyar,
har Ovastevna er tað
vikuskiftið.
Bátar og fólk, sum
hava hug at luttaka í
regattaini kunnu tekna
seg fram til 7. august.
Tað kostar 100 krónur
fyri hvønn persón, og
tað gjaldið er fyri lut-
tøkuna og mat fríggja-
kvøldið og leygarmorg-
unin.
Gjaldast kann á 9181
1333099, og tað skal
viðmerkjast navnið á
bátinum, og hvørji fólk
eru við.
Tilmelding kann ger-
ast á telefon nummrun-
um 422589, 422578,
422368, 422148 ella
422096.
Tað ber eisini til at
tekna
seg
til
á
t e l d u b ú s t a ð i n u m
regatta2001fo@yahoo.dk.
Stuðlar fyri tiltakinum
eru Vestlax, Bátatænast-
an og Føroya Sparikassi.
Hava regatta
aftur í ár
5-mannafør
1. Beinta
2. Sílið
3. Havfrúgvin
4. Tjaldrið
5. Blikur
6. Fípan Fagra
7. Frúgvin (1G)
8. Drekin
9. Erla Kongsdóttir
6-mannafør kvinnur
1. Sølmundur
2. Snopprikkur
3. Fortuna
4. Leirvíkingur
5. Jarnbardur
6. Páll Fangi
7. Gongurólvur
8. Víkingur
9. Hvessingur
10. Lómur
5-mannafør gentur
1. Báran
2. Beinta
3. Hvassi
4. Drekin
5. Havfrúgvin
6. Tjaldrið
7. Blikur
8. Fípan Fagra
9. Sílið
10. Ørnin
11. Firvaldur
12. Frúgvin
13. Dúgvan
14. Snípan
6-mannafør menn
1. Lómur (1G)
2. Kollfirðingur
3. Gongurólvur
4. Riddarin
5. Páll Fangi
6. Sølmundur
7. Strálan (1G)
8. Hvessingur
9. Snopprikkur
10. Fortuna
11. Fuglfirðingur
8-mannafør
1. Heiðabátur
2. Argjabáturin(1G)
3. Knørrur
4. Nevið Reyða
5. Kvívíkingur (1G)
6. Ørvur
10-mannafør
1. Suðuroyngur
2. Nólsoyingur
3. Vestmenningur
4. Havnarbáturin (1G)
5. Eysturoyingur (1G)
6. Skálabáturin (1G)
Soleiðis liggja
bátarnir á ólavsøku
Føroysku súkklarar-
nir hava á summar-
stevnunum kring
landið kappast um at
gerast vinnari av +
Konto Súkklukapp-
ingini. Tríggjar kapp-
ingar hava verið, og
nú er bert ein eftir.
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Trý umfør av Pluss Konto
súkklukappingini
hava
verið, og í øllum kapping-
um hevur Gunnar Dahl-
Olsen verið fyrstur á mál.
Hann liggur tí best fyri at
vinna kappingina saman-
lagt. Vinnarin fær 40 stig,
og Gunnar hevur tí 120 stig
samanlagt.
Í hølunum á nummar eitt
liggur Esmar Joensen og
Sverri M. Edvinsson. Hesir
hava ávikavist 98 og 94
stig, og hava tí møguleika
at vippa Gunnar av ovastu
rók. Men illa skal ganga hjá
Gunnari, tí heili 22 stig
skilja nummar eitt og tvey.
Nógv kann tó henda í
seinasta umfarinum av +
Konto Súkklukappingini, tí
fleiri av luttakarunum frá
Statoil
Kring
Føroyar
súkklukappingini fara at
luttaka, eisini vinnarin frá
ólavsúkklingini
í
fjør,
Kenneth Gormsen.
Vinnarin av Statoil Kring
Føroyar 2001, Bogi Krist-
iansen, verður eisini við, og
fer hann helst at seta sín
dám á kappingina.
Býarkoyring, ið er heitið
á
súkklukappingini,
ið
súkklað verður á ólavsøku,
er tann súkklugrein sum
Bogi dámar best, og tað
verður tí helst hann, ið er
favorittur fríggjakvøldið.
Kappingin hjá teimum
vaksnu byrjar kl. 20.30.
Børnini sleppa eisini
at royna seg
Aftur í ár sleppa børnini at
royna seg á ólavsøku.
Børnini verða býtt sundur í
tríggjar aldursbólkar. Bólk-
ur I eru børn í aldrinum 6-8
ár. Bólkur II eru børn frá 9
til 11 ár, og bólkur III eru
børn í aldrinum 12 til 14 ár.
Gentur kappast fyri seg og
dreingir fyri seg.
Tórshavnar Súkklufelag
hevur í vár skipað fyri
súkkluvenjing fyri børn, og
fleiri av hesum børnum
fara helst at royna seg í
kappingini fríggjakvøldið.
Tá súkklað var á jóansøku
var sera javnt millum fleiri
av súkklarunum, og spenn-
ingur verður tí fríggja-
kvøldið kl. 19.30, tá barna-
súkklingin byrjar.
Teinar
Kappingin fer fram niðri á
Vágsbotni/Skálatrøð. Mál
og startur er við stand-
myndina av Nólsoyar Páll.
Tey vaksnu koyra niðan
eftir Grím Kambansgøtu,
oman eftir Sigmundargøtu
og síðan aftur á Skálatrøð.
Børnini koyra ein styttri
tein. Hesin er frá stand-
myndini, niðan eftir Grím
Kambansgøtu, síðan oman
eftir Bøgøtu og aftur á
Skálatrøð.
Børnini koyra millum 4
og 8 umfør, meðan tey
vaksnu koyra í 50 minuttir
pluss eitt umfar.
Børnini byrja sum sagt
kl. 19.30 og tey vaksnu kl.
20.30.
Føroya Sparikassi letur
heiðurmerki til vinnararnar
og til vinnaran av samlaðu
kappingini.
Súkklukappingin verður
avgjørd á ólavsøku
Men tað ber næstan
ikki til at ímynda sær,
at nakar skal taka FM
heitið frá NSÍ
dreingjunum
5–MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Tað er stórur spenningur
undan fyrsta FM róðrinum
á ólavsøku. Dreingjabát-
arnir rógva altíð fyrst. Og
hóast luttøkan í dreingja-
róðrinum í ár ikki hevur
verið so stór, sum hon hev-
ur verið fleiri onnur ár, so
tykist
kappingin
um
fremsta plássið í ólavsøku-
róðrinum at vera rættuliga
stór.
Eftir teir báðu fyrstu
róðrarnar bendi alt á, at
Tjaldrið skuldi verða so
eina ráðandi, sum NSÍ
dreingirnir vóru í fjør, tá
teir vunnu allar seks FM
róðrarnar. Men síðani hev-
ur tað myndað seg øðrvísi.
Havnardreingir umborð á
nýggja Sílinum vunnu á
varmakeldustevnuni
í
Fuglafirði, og á vestan-
stevnuni vóru tað argja-
dreingir umborð á nýggja
Bliki, sum vunnu.
Bæði Sílið og Blikur
hava síðani á vestanstevn-
uni vant heilt nógv róðrar-
teinin av Argjahøvda og
framvið Molanum. Og í
vikuni hava fleiri gulir bát-
ar verið at sæð á Havnar-
vág – millum annað Tjaldr-
ið við dreingjamanning.
Tað kann roknast við, at
ein av hesum trimum
bátunum fara at vinna
ólavsøkuróðurin. Men á
vestanstevnuni vóru ábend-
ingar um, at ein fjórði bátur
ætlar at bjóða av í stríðnum
um fremsta plássið. Nýggja
Fípan Fagra var fremst ein
fittan
part
av
róðrar-
teininum, men so mistu teir
og endaðu á triðja plássi.
Tá teir komu til hús aftur
úr Sørvági, søgdu Fípu
dreingirnir, at teir høvdu
ikki disponerað rætt. Tí
søgdu teir seg hava mist so
nógv í endaspurtinum.
Bátarnir hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag hava ikki verið
ímillum teirra, ið hava vant
á Havnarvág í hesi vikuni,
men tað er einki at ivast í,
at royndu rógvararnir um-
borð á hinum bátunum í
Klaksvík hava nágreiniliga
lagt teimum yngru lag á,
hvussu tað skal rógvast á
ólavsøku.
Tjaldrið er sjey stig
fremst í FM kappingini. Tí
er eingin ivi um, at teir fara
at vinna FM heitið. Men
kappingin
ímillum
dreingjabátarnar er so mik-
ið tøtt, at tað tykist vera lítil
munur millum eitt fyrsta og
eitt fjórða pláss.
Fleiri ætla at fanga Tjaldrið
Støðan 5-mannafør
dreingir
1.
Tjaldrið
31
2.
Blikur
24
3.
Sílið
18
4.
Fípan Fagra
16
5.
Frúgvin (1G) 13
6.
Havfrúgvin
8
7.
Drekin
0
8.
Beinta
0
9.
Erla Kongsdóttir
0
10.
Firvaldur
0
C
M
Y
K
12
Nr. 142 - 27. juli 2001
13
Umborð á Knørri eru
sera royndu rógvarar-
nir spentir upp á, um
tað hesa ferð skal
eydnast teimum at
taka meistarabátin úr
Klaksvík
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Mest spennandi róðurin í
Sørvági var tann millum
8–mannaførini.
Nevið
Reyða vann og gjørdist
meistari, men munurin aft-
ur til næsta bátin var minni
enn eitt sekund.
Ta
ferðina
bjóðaðu
Knørrur, Kvívíkingur og
Argjabáturin
Nevinum
Reyða av. Teir skiftust um
at leypa á, og tá var tað, at
Martin Venned umborð á
Nevinum Reyða helt fyri, at
róðurin hevði verið sum ein
súkklukapping.
At tað var so tætt á
vestanstevnu leggur upp til
ein sera spennandi ólav-
søkuróður.
Kvívíkingur, sum vann í
Fuglafirði liggur framvið.
Argjabáturin, sum vann all-
ar róðrarnar í fjør, men sum
við so at siga somu mann-
ing ikki hevur verið so
heppin í ár, hevur fleiri
ferðir víst, at teir vilja vera
við. Nú er síðsti møguleiki
hjá teimum, og so er tað
Knørrur, sum var næst-
fremst í Sørvági, júst sum
hann var tað á norðoyar-
stevnu og á jóansøku.
Kanska fer Nevið Reyða
á ólavsøku at fáa størstu
kappingina frá Knørri, har
manningin hevur nógvar
royndir. Teir hava róð nógv
undanfarnu árini. Umframt
við Knørri hava onkrir róð
við t. d. Havnarbátinum og
Kvívíkinginum. Miðalald-
urin er óvanliga høgur – 33
ár. Bara tveir eru í tjúg-
unum. Hinir eru allir í
tredivunum.
Ætla tit at taka Nevið
Reyða á ólavsøku?
– Tað hava vit ætlað
hvørja ferð, og tað ætla vit
eisini hesa ferð. Tað eru
fleiri enn vit, sum ætla tað,
so tað verður spennandi.
Tað er bátsformaðurin á
Knørri, Jógvan Edvard
Jacobsen, sum vit tosa við.
Men tað hevur ikki eydn-
ast higartil?
– Tað eiga teir umborð á
Nevinum Reyða alt rós
uppiborið fyri. Teir hava
róð stak væl, og teir eru
favorittar á ólavsøku.
Hví hevur tað gingist
betri hjá teimum, enn hjá
tykkum og øðrum?
– Tað er ilt hjá mær at
tosa fyri hinar. Vit hav a
roynt, og tað hevur gingið
rætta vegin. Seinast høvdu
vit ein góðan endaspurt, og
tá restaði lítið í, at vit tóku
klaksvíkingarnar. Men teir
eru sera drúgvir. Tað man
vera tí, at teir hava lagt eitt
ógvuliga stórt arbeiði í
venjingina, og tað fáa teir
løn fyri. Hóast vit hava
nógvar royndir, so haldi eg,
at teir umborð á Nevinum
Reyða eru betri saman-
róðnir, enn vit eru. Tað eru
fleiri ár síðani, at onkrir
umborð hjá okkum róðu
síðst, og tað tekur langa tíð
at finna saman.
Hvat kunnu tit betra fyri
at fáa eitt uppaftur betri
úrslit, enn tit hava havt?
– Ólavsøkuróðurin verð-
ur øðrvísi, enn hinir róðrar-
nir hava verið. Higartil
hava vit róð 1500 metrar.
Nú skulu vit rógva 900. Tað
verður hægri ferð alla tíð-
ina. Vit hava havt góðan
endaspurt, meðan miðróð-
urin hevur ikki verið nóg
góður. Vit hava roynt at
betra
um
hetta,
sigur
Jógvan Edvard Jacobsen,
bátsformaður umborð á
Knørri, sum samstundis
vísir á, at tað hevur verið at
sæð, at teir umborð á Nev-
inum Reyða heldur ikki hva
verið nøgdir við sín mið-
róður:
– Soleiðis er tað í kapp-
róðri. Sjálvt teir bestu
kunnu altíð finna okkurt,
sum kann gerast betri, held-
ur Knørra maðurin og tyk-
ist avgjørt einki hava ímóti,
at gera Nevið Reyða til
stórfavoritt á ólavsøku.
Sum nevnt omanfyri, so
vann Argjabáturin allar
róðrarnar í fjør. Tá vit líta at
úrslitunum fyri 2000, so
síggja vit, at talan hevur
verið um stóra útskifting í
toppinum. Í fjør var Tofta-
báturin næstbestur, og Gul-
lbrandur endaði á triðja
plássi. Teir í róðrarfelag-
num NSÍ mannaðu Tofta-
bátin, og vestmenningar
mannaðu fuglfjarðarbátin.
Hvørgin teirra hevur tikið
lut í kappingini í summar.
Í fjør endaði Nevið
Reyða á fjórða plássinum.
Nú hava teir vunnið FM.
Teir í Klaksvík halda sjálv-
andi, at tað hevði verið
krúnan á verkinum, um tað
hevði eydnast teimum at
vinna á ólavsøku. Teir hava
besta møguleikan, men
fyrrverandi meistararnir á
Argjum, veteranarnir um-
borð á Knørri og ungu kví-
víkingarnir, sum snýttu
Nevið Reyða í Fuglafirði,
ætla allir at gera sítt fyri at
vinna ólavsøkusteypið og
harvið bjarga róðrarárinum.
Um Knørrur skal taka
silvurmerkini frá Kvívík-
ingi, so skulu teir vinna,
ella skulu teir vera tvey
pláss undan Kvívíkingin-
um. Nevið Reyða hevur 33
stig, Kvívíkingur hevur 24,
Knørrur 22 og Argjabáturin
hevur 16 stig.
Tað er lagt upp til eina
øgiliga kapping á teimum
900 metrunum av Argja-
høvda og inn undir Skipa-
felagið.
Tríggir ætla at bjóða Nevinum av
Støðan 8-mannafør
1.
Nevið Reyða
33
2.
Kvívíkingur
(1G)
24
3.
Knørrur
22
4.
Argjabáturin
(1G)
16
6.
Heiðabáturin
4
7.
Ormurin langi
4
Millum hini mongu
liðini, sum miku-
kvøldið vóru í
europeiska eldinum,
var Slavia Mozyr úr
Hvítarusslandi. Tað
var hetta liðið, sum
fyri viku síðani gjørdi
av við VB.
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Mikukvøldið gekst tað ikki
so væl á heimavøllinum í
Mozyr. Teir høvdu vitjan av
Inter Bratislava, og alt
bendir á, at slovakiska liðið
hevur fingið meiri enn
annað beinið í triðja inn-
leiðandi
umfarið,
har
norska Rosenborg verður
mótstøðuliðið.
Dysturin
endaði 1–0 til Inter Brati-
slava.
Tveir gamlir Europa Cup
kenningar hjá føroyskum
feløgum hittust mikukvøld-
ið. Finsku meistararnir, FC
Haka, sum HB eigur at
komast við, høvdu vitjan av
ísraelska meistaraliðnum,
Maccabi Haifa, sum hevur
spælt í Europa Cup ímóti
KÍ.
Og tað vóru KÍ vinirnir,
sum vóru teir fegnastu
mikukvøldið.
Maccabi
Haifa vann 1–0 í Finnlandi,
og tískil bendir alt á, at tað
verða teir, sum fara at halda
fram í Europa Cup kapp-
ingini.
Europa Cup innleiðandi
2. umfar – fyrri dysturin
Úrslit
Hálvleiksstøða
FC Slavia Mozyr -– ASK Inter Bratislava
0-1
(0–1)
FC Skonto – TS Wisla Kraków
1-2
(1-2)
FC Shakhtar Donetsk – FC Lugano
3-0
(1-0)
FC Torpedo Kutaisi – FC København
1-1
(0-1)
Omonia FC – FK Crvena Zvezda
1-1
(0-1)
PFC Levski Sofia – SK Brann
0-0
Galatasaray SK – KS Vllaznia
2-0
(1-0)
RSC Anderlecht – FC Sheriff Tiraspol
4-0
(2-0)
FC Steaua Bukarest – FK Sloga Jugomagnat
3-0
(2-0)
Ferencvárosi TC – HNK Hajduk Split
0-0
NK Maribor – Rangers FC
0-3
(0-1)
Bohemian FC – Halmstads BK
1-2
(1-1)
FC Porto – Barry Town AFC
8-0
(5-0)
FC Haka – Maccabi Haifa
0-1
(0-1)
Mozyr neyvan víðari
Undirhald
áðrenn
finaluna
Fólk, sum koma tíðliga til
steypafinaluna hjá monnum
í fótbólti, fara ikki at keða
seg. Skipað verður fyri
undirhaldi av ymsum slagi.
Vanliga koma áskoðarar
seint til fótbóltsdystir í Før-
oyum, men í ár eru nógvar
góðar orsøkir til at møta
tíðliga til steypafinaluna
millum B36 og KÍ á
Tórsvølli.
Tangz og All that Rain
fara at spæla nakað væl áðr-
enn dystin, og tá er rock-
tónleikur á skránni.
Fimleikagentur úr Havn
fara at dansa, og GHM fer at
spæla. GHM hevur vant
sangir hjá KÍ og B36, og teir
ætlar orkestrið at spæla
frammanfyri áskoðarunum.
ek
13