fríggjadagur 27. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 142 - 27. juli 2001
Men teir vóru ikki
heilt nøgdir við, at
georgiska liðið eitt
lítið korter undan
leikloki slapp at javna
til 1–1
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Spurningurin, um tað verð-
ur FCK ella Torpedo Kut-
aisi úr Georgia, sum skal
spæla ímóti italska Lazio
um eitt pláss í bólka-
spælinum í Europa Cup, er
framvegis ikki svaraður.
Mikudagin í 30 hitastig-
um var úrslitið 1–1. Tað
áttu teir á georgiska heima-
liðnum at vera mest nøgdir
við.
FCK hevði nógv betri tak
á spælinum, og teir kundu
havt skorað fleiri mál enn
tað eina, sum teir fingu
miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Sibusiso Zuma var einsa-
mallur í FCK álopinum. Í
staðin fyri Heine Fernandez
hevði venjarin miðvallaran
Thomas Røll á vøllinum.
Danskir fjølmiðlar siga,
at Zuma var í einum flokki
fyri seg, og tað var suður-
afrikanski
gullfuglurin,
sum miðskeiðis í 1. hálv-
leiki skoraði FCK málið.
Talan var um verjukiks
frammarlaga á vøllinum.
Zuma rann frá verjuni og av
brotsteigar markinum
smekkaði hann flatt dygst
inn við stólparótini.
Georgiska málið kom, tá
tað restaðu trettan minuttir.
Afturleggingin til FCK
málverjan, Magnus Kihl-
stedt, var so mikið mis-
eydnað, at málverjin bara
megnaði at sláa bóltin á
tvørtræið, og so var ein av
mótstøðumonnunum fyrst-
ur á returinum.
FCK
venjarin,
Kent
Karlsson, heldur seg ikki til
at siga, um liðið hjá honum
nú er nærri triðja innleið-
andi umfarinum, enn teir
vóru undan ferðini til
Georgia. Men Zuma sigur
seg ikki vera í iva um, at
teir fara at vinna sann-
førandi komandi mikudag.
Ófriður
FCK ferðalagið kom í gjár
aftur til Keypmannahavnar
í øllum góðum. Ófriðurin,
sum í níti árunum var so
nógvur í gomlu sovjetisku
økjunum og harvið eisini í
Georgia, er ikki so nógvur
nú, tíbetur.
Um enn tað er av einum
heilt øðrum slagi, so er tað
eitt sindur av turbulensi í
FCK. Tað eru fleiri spæl-
arar, sum nú alment geva til
kennar, at teir droyma um
at sleppa aðra staðni at
spæla og harvið at økja um
– eftir donskum fótbólts-
umstøðum – tunga lønar-
posan.
Í FCK hava teir áður sagt,
at tað kemur ikki upp á tal
at selja sáttmálabundnar
spælarar,
tí
umframt
Europa Cup er tað týdning-
armikið
at
endurvinna
meistaraskapin. Men nú
hevur ítróttarstjórin, Niels
Christian Holmstrøm, sagt,
at tað ivaleyst verður so-
leiðis, at teir fara at selja
onkrar spælarar, tá leik-
luturin hjá FCK í Europa
Cup verður liðugur á hes-
um sinni. At keypa og selja
spælarar er ein partur av tí
at reka eitt fótbóltsfelag,
siga teir í FCK.
Mest upplagda boðið upp
á spælarar, sum kunnu selj-
ast fyri stórar upphæddir,
eru verjuspælarin Jacob
Laursen og álopsspælarin
Sibusiso
Zuma.
Hesin
seinni hevur sagt, at hann
ætlar sær ongan veg, fyrr-
enn kappingarárið er liðugt,
og hann í HM enda-
spælinum í Japan og Suður-
korea hevur víst, hvør dug-
ur er í honum.
Verjuspælarin dylur ikki,
at hann ætlar sær at fara
aðra staðni at spæla fótbólt.
Tað ljóðar, at Hamburger
SV er áhugað at keypa,
men tað sigst eisini, at fleiri
feløg í bestu eingilsku
deildini eru sinnað at knýta
spælaran, sum hevur fingið
heiðurin av at hava fingið
skil upp á verjuspælið hjá
FCK, afturat sær.
Molde sýndi í 1.
hálvleiki stak vánaligt
avrik ímóti
botnliðnum á útivølli
í Bryne, meðan
Sogndal er komið í
fjórðingsfinaluna
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað gekk av skriðuni, tá
Jákup Mikkelsen miku-
kvøldið fyri fyrstu ferð
royndi seg á útivølli fyri
nýggja felagið hjá sær. Í
áttandaparts
finaluni
í
steypakappingini var mót-
støðuliðið Bryne, sum vann
3–2.
Einki var at siga til, at
Molde varð roknað sum
favorittur. Tá liðini í vár
hittust í landskappingar-
dysti í Molde, vann heima-
liðið 5–0!
Molde venjarin Gunde
Bengtsson staðfesti eftir
dystin, at hansara lið hevði
ongantíð í hansara venjara-
tíð sýnt so vánaligt avrik,
sum teir høvdu gjørt í 1.
hálvleiki mikukvøldið. Tað
tóktist sum um teir undir-
mettu mótstøðuliðið, og
onkur helt, at tað tóktist
sum um dysturin sunnu-
kvøldið ímóti Rosenborg
sat í beinunum.
Bryne var á odda 3–0, tá
hálvur tími var farin, og teir
kundu havt verið framman-
fyri við fleiri málum enn
tað. Tvey av málunum
fingu teir eftir deyðbóltar,
sum vórðu stútaðir upp um
Jákup Mikkelsen. Longu í
3. minutti varð Jákup fyrstu
ferð fangaður á hálvari leið,
og tá 21 minuttir vóru farn-
ir, var aftur talan um stút í
bleytum boga upp um før-
oyska málverjan. Á hálva
tímanum økti nýggi spæl-
arin hjá Bryne til 3–0. Tal-
an var um svenska jugo-
slavan Dejan Pavlovic, sum
kom púra einsamallur ímóti
føroyska
málverjanum.
Hesin Pavlovic var dagsins
maður hjá Bryne, tí hann
hevði eisini skorað til 2–0.
Royndu at fóta sær
Eftir hvíldina vístu teir í
Molde heilt øðrvísi hug-
burð. Teir fingu fatur á
spælinum, og tað var um
reppið, at teir komu afturí-
aftur.
Í 53. minutti minkaðu teir
um munin eftir frísparks-
innlegg, og í 66. minutti
stútaðu teir innlegg í kass-
an, og so var støðan 3–2.
Lítla løtu seinni varð
Bryne liðformaðurin rikin
av vølli, tí hann fyri aðru
ferð fekk gult kort. Molde
hevði fleiri møguleikar
síðstu løtuna, men teir
noyddust at dvína og vóru
tískil ikki í hattinum, tá lut-
ur
varð
kastaður
um,
hvussu liðini skulu hittast í
fjórðingsfinaluni.
Eftir dystin fór Molde
liðið suður til Oslo at fyri-
reika seg til dystin sunnu-
dagin ímóti Moss.
Sogndal var annar part-
urin í rættuligum steypa-
drama. Teir høvdu vitjan av
Start. Tá 90 minuttir vóru
farnir, stóð tað á jøvnum
1–1. So var neyðugt við
umdysti, og í 114. minutti
eydnaðist tað Alexander
Ødegaard at skora sigurs-
málið fyri Sogndal.
Mest óvæntaða úrslitið
mikukvøldið var, at botn-
liðið úr Tromsø á heima-
vølli vann 2–0 á Stabæk.
FCK livir í vónini
Jákup burtur úr steypakappingini
FCK spældi javnleik á
útivølli í Georgia
mikukvøldið. Nú ræður um
hjá FCK at fáa gott úrslit í
Parkini, tá returdysturin
verður spældur.
Jákup Mikkelsen og teir vóru
favorittar í steypadystinum
ímóti Bryne, men teir taptu
3-2 og ruku harvið úr
steypakappingini
C
M
Y
K
14
Nr. 142 - 27. juli 2001
15
Hóast KÍ hevur verið
greitt omaná í báðum
landskappingardystu
num higartil í ár, so
vilja tær í Klaksvík
ikki viðurkenna sær
favoritt heitið
KVINNUFINALAN
Jóannes Hansen
Tað eru gamlir kenningar,
sum
ólavsøkudag
um
døgurðatíð fara at stríðast
um steypasigurin í kvinnu-
fótbólti. HB og KÍ vóru í
finaluni í fjør. Tá vann KÍ
2–0. Hesi liðini vóru eisini
í finaluni í fyrraárið. Tá
vann HB 4–3 eftir longda
leiktíð. Nógvir av spælar-
unum, sum vóru við í fjør
og í fyrraárið, eru fram-
vegis við og skulu tískil
ólavsøkudag spæla triðja
finaludystin upp í slag.
Harafturat kenna spælar-
arnir væl hvønn annan frá
landsliðnum. Á gullliðnum
á Isle of Man vóru fimm KÍ
spælarar og seks spælarar,
sum sunnudagin fara at
spæla við HB.
KÍ og HB hava spælt
tveir landskappingardystir
higartil í ár. KÍ hevur
vunnið báðar. Í Havnini
vunnu tær 4–0, og í
Klaksvík vunnu tær 4–1. Tí
er upplagt at rokna við, at
KÍ er favorittur at endur-
taka steypasigurin frá í fjør.
Men ein av landsliðs-
spælarunum hjá KÍ, Ragna
Andreasen,
traðkar
á
bremsuna, tá vit leggja upp
til, at tær mugu finna seg í
at vera favorittar. Eisini tá
vit minna á, at tær síðani
seinasta landskappingar-
dystin hava fingið HB lið-
formannin higartil í ár,
Kristinu Eyðbjarnardóttir, í
sín part:
– Ein finala er altíð heilt
øðrvísi, enn tað er at spæla
ein vanligan landskapping-
ardyst. Í landskappingini er
samantalda úrslitið fyri
nógvar dystir avgerandi. Í
steypafinaluni stendur og
fellur alt í einum dysti. Tá
kunnu nervar gera seg
galdandi, tú kanst vera ó-
heppin og so víðari. Tí er
hesin dysturin púra opin,
sigur Ragna Andreasen,
sum eisini vísir á, at HB
sunnudagin spælir við ein-
um liði, sum er væl betri
mannað, enn tær hava verið
fyrr í ár:
– Eyðvør úr Dímun og
Helga Ellingsgaard fara at
spæla við. Tað lyftir HB
liðið fleiri flokkar upp. Vit
sóu á oyggjaleikunum,
hvussu fantastiska stóran
týdning tað hevur at hava
Helgu á liðnum, vísir
Ragna á.
Rannvá er ivasom
Tá sammett verður við
finaluna í fjør, so hevur KÍ
umleið sama fólkið, sum
tær høvdu fyri einum ári
síðani. Verjuspælarin Paula
Mikkelsen er burturstødd,
og tað er ein smeitur. Í fjør
var Margit Joensen á lið-
num. Hon hevur ikki spælt
í ár, tí hon hevur verið á
flogbóltslandsliðnum.
Ólavsøkudag fer hon til
Havnar við KÍ. Hesa ferð er
hon ikki spælari men lið-
leiðari og skal tískil nýta
sínar
royndir
at
seta
fyrrverandi liðfelagarnar
upp.
Ein annar landsliðsspæl-
ari í flogbólti er á KÍ lið-
num. Tað er Anna Müller
Jacobsen. Um hon verður á
vøllinum ella á beinkinum
var ikki greitt í gjár. KÍ
hevur tveir góðar mál-
verjar, og tað verður upp til
venjaran,
Jón
Harald
Poulsen, at gera av, um tað
skal verða Anna Müller
Jacobsen
ella
Vivian
Andreasen, sum skal verja
málið ímóti HB.
Stóra ivamálið í Klaksvík
hevur síðani oyggjaleikir-
nar verið, um Rannvá
Andreasen verður før fyri
at spæla í finaluni:
– Rannvá hevur ikki vant
enn, men tað er heilt víst, at
hon ætlar sær at spæla við í
finaluni,
sigur
Ragna
Andreasen um tvíburðar-
systrina.
Trupulleikin hjá mál-
sókna spælaranum er, at
hon í síðstu løtu í finaluni á
oyggjaleikunum varð lið-
bandsskadd í fótliðnum.
Síðani afturkomuna av
Man hevur hon gingið á
høkjum, men í Klaksvík
roknaðu tær við, at hon fór
at venja í gjárkvøldið.
Síðsti møguleikin
HB hevur ikki verið so
støðugt í ár. Talan hevur
verið um nógvar útskifting-
ar síðani finaluna í fjør, og
sambært HB venjaranum,
Jákup Boga Joensen, er tað
nógv, sum bendir á, at fin-
alan verður síðsti møgu-
leikin hjá HB at vinna nak-
að í ár:
– Spurningurin hjá okk-
um er, hvussu liðið fer at
síggja út seinni í summar.
Fleiri av spælarunum hava
ætlanir um at fara til Dan-
markar at lesa, umframt at
vit vita, at Eyðvør úr
Dímun og Helga Ellings-
gaard fara avstað aftur.
Skulu vit vinna nakað, so
skal tað vera sunnudagin.
KÍ er favorittur, men vit
fara at stríðast fyri møgu-
leikanum. Vit hava vant
nógv, síðani tær komu aftur
av oyggjaleikunum, og lag-
ið er gott, sigur Jákup Bogi
Joensen.
Helga Ellingsgaard hevur
ikki tikið lut í venjingini.
Hon kemur til Føroya í dag.
Tá tað fór at ljóða, at
Kristina Eyðbjarnardóttir
skuldi flyta til KÍ, vísti
onkur á, at HB liðið fyri ein
stóran part er mannað við
bygdagentum.
Lydia
Vesturtún, Eyðfríð Krist-
iansen og Óluva Ellings-
gaard eru allar av Eiði, og
Nancy
Justinussen
og
Gudny Langgaard eru úr
Leirvík. Felags fyri tær
allar er kortini, at tær
arbeiða í Havnini.
Fyrireikingarnar
Í Klaksvík eru Jón Harald
Poulsen og spælararnir
samd um, at eingin av KÍ
spælarunum skal vera í
Havnini
ólavsøkuaftans
kvøld. Í gjárkvøldið vóru
KÍ kvinnurnar saman við
KÍ monnunum gestir hjá
býráðnum
í
Klaksvík.
Onkrar ætla sær til Havnar
at hyggja at kappróðrinum,
men tað er avtala, at tær
skulu koma norður aftur, tá
kappróðurin er liðugur.
HB kvinnurnar vera í
høvuðsstaðnum ólavsøku-
aftan, men sambært venjar-
anum vera tær ikki nógv at
síggja:
– Vit taka uppgávuna í
stórum álvara. Tað er
neyðugt, at spælararnir
hvíla seg nógv, og tí verður
tað einki við at ganga úti
langt út á náttina, sigur HB
venjarin, sum vónar, at HB
stuðlar fara at taka á við
sínum liði:
– Vit vita, at nógvir
klaksvíkingar
koma
í
Gundadal, eisini at síggja
kvinnufinaluna. HB kvinn-
urnar tosa enn um, hvussu
hugaligt tað var, tá tær í
finaludystinum í fyrraárið
kendu stóran stuðul frá
áskoðarunum.
Vónandi
verður tað soleiðis ólav-
søkudag, at KÍ ikki heilt
einsamalt fer at mynda
karmin um finaluna, ynskir
Jákup Bogi Joensen.
Hetta er síðsti møguleikin hjá HB
Álops essið hjá KÍ er Rannvá Andreassen, sum var toppskjútti hjá kvinnulandliðnum á
oyggjaleikunum.
Mynd: Alvur Haraldsen
Ragna Andreassen og Eyðfríð
Kristiansen fara at dystast á
ólavsøku.
Mynd: Álvur Haraldsen
15