fríggjadagur 18. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti
10
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
Klokkan á skøvninginum á
líkinum gongur, meðan vit bíða
eftir landslæknanum. Alt kann
vera roknað sum próvtilfar,
og tí er líkið ikki nomið, síðan
brádliga deyði maðurin varð
lagdur í sjúkrahússeingina. Tað
er løgreglan, sum hevur sent boð
eftir landslæknanum.
Í líkrúminum arbeiðir rættar
læknaligi teknikarin, Ove Berg
Jacobsen, einsamallur við at
fáa líkið yvir á líkskurðborðið,
sum er úr marmori. Hann hyggur
at journalinum og táseðlinum.
Navnið passar. So hyggur hann
at pappírsstrimlinum við hjarta
rútmuni, ið defilibratorurin skriv
aði teir seinastu 20 minuttirnar,
roynt varð at fáa lív í mannin.
Klokkan níggju henda morgunin
koma landslæknin Høgni Debes
Joensen og løgreglumaðurin, Kári
Thorsteinsson. Teir skulu fremja
eitt av umleið fimmti líksýnum,
ið teir hava um árið. Høgni
kagar gjøgnum sjúkrasøguna hjá
manninum. Dungin av pappírum
um tann deyða er ikki serliga
digur. Ímeðan hjálpir Kári Ova
at lata líkið úr. Ove bindur band
um hjúnabandsringin hjá deyða
manninum, smyr uppvaskisápu á
fingurin og togar hann av. Buksur
og undirbuksur verða kliptar av,
men onkur pløgg verða tikin av
í heilum líki og løgd saman av
einslistum til tey avvarðandi. Nú
er maðurin nakin, sum tá ið hann
troðkaði inn í lívið.
Klokkan hálvgum tíggju fer
Høgni í plastikkkittil og tvinnar
gummihandskar. Hann rembir
sær, meðan Ove stendur hendur
í hupp og bíðar í kritahvítum
klæðum.
Høgna dámar best at tosa
beinleiðis til skrivara, sum í
hesum sambandi er Kári.
– Tað er tryggast at skriva
beinanvegin, tí viðhvør hava vit
fleiri líksýn í einum. Tað kemur
javnan fyri, at trý deyð fólk liggja
her samstundis. Einaferð høvdu
vit níggju upp á ein seinnapart,
minnist Høgni.
Hurðin í líkrúminum fer aftur,
og Ove koppar stívnaða líkinum
á, so ryggurin kemur til sjóndar.
Deyðsváttanirnar eru á donskum,
landslæknin og løgreglumaðurin
eru danskir tænastumaður, og
landslæknin dikterar um deyða
føroyingin á donskum. Eins og
so mangan áður byrjar hann við
hesum orðum:
– Veludtalte, overvejende
blålilla dødspletter på ryg og
sideflader.
Ikki kvaldur
Ove leggur líkið á ryggin aftur
og fer í klædnadungan at leita
í lummunum hjá tí deyða. Har
finnur hann snorut køkspappír.
Maðurin hevur kanska havt krím,
vísir Ove á, meðan Høgni tekur
hart í liðirnar á líkinum:
– Veludtalt dødsstivhed af
arme og ben, sigur hann og orðar
víðari um onkrar skurðviðgerðir,
ið bæði síggjast í journalinum
og sum gomul arr á líkinum. Við
linjál mátar Høgni arrini upp, og
við penni skrivar Kári støddina
niður. Skurðsl og skeinur verða
eisini skrásett eins og litprikað
prýði á húðini.
Høgni trýstir á bringuna. Tað
brakar í, og smáir vætudropar
loypa úr munninum á líkinum.
Bringbeinið er brotið, sum tað
næstan altíð er, tá ið hjartahjálp
er veitt. Hetta verður skrivað
niður.
Høgni ger vart við, at einki
stóð í løgreglufrágreiðingini um
ein skruvuleysan snudd, sum
maðurin allarhelst hevur fingið á
høvdið í sjálvum deyðsdøttinum.
Tað verður nú skrivað. So trýstir
Høgni hart um høvdið við báðum
hondum; helst fyri at kanna, um
maðurin hevur brotið skallan.
Hann hyggur eisini undir nakkan
og eftir bløðingum inni í oyrunum.
– Eingin løstur í høvdinum,
staðfestir hann á føroyskum og
nágreinar:
– Brýtur man skallan, so
spreingist trummhinnan ofta, og
tað kann síggjast sum bløðing.
Tað er eitt greitt tekin, sum Kári
man hava sæð ofta.
Síðan tekur Høgni eina pinsett,
lyftir eygnalokini upp og rullar
tey afturav. Bløðingar í smáu
æðrunum her kunnu eitt nú benda
á, at maðurin er kvaldur. Álvarslig
epileptisk herðindi og blóðtøppur
í hjartanum kunnu eisini síggjast
á henda hátt. Men bløðingar eru
ongar.
– Her er einki, og pupillurnar
eru líka stórar, staðfestir Høgni.
Síðan spennir hann munnin á
manninum upp og stingur fingurin
so langt niður í hálsin sum
gjørligt.
– Eg skal vita, um ein karrybolli
ella medistari situr í hálsinum.
Tað er tað ikki, staðfestir hann alt
fyri eitt og togar fingurin úraftur.
– Tað er annars næstan á
hvørjum ári, at vit finna ein, sum
hevur okkurt í hálsinum, sigur
hann við Kára og tosar víðari á
formliga arbeiðsmálinum:
– I svælget står lidt tyndt
flydende, strågul væske.
Ove tekur ein pappírslappa at
turka vætuna, ið er spruttað upp
á bringuna á líkinum.
Akutt myokardie
infarkt
Arbeiðið hjá Høgna endar nú
formliga:
– Hann hevur sukursjúku, hann
hevur ov høgt kolesterol, og hann
hevur verið í viðgerð fyri ov høgt
blóðtrýst. Eg vil siga, at hann er
deyður av akuttum blóðproppi í
hjartanum; ella sum vit kalla tað,
akutt myokardieinfarkt. Ynskja tit
eina obduktión?
– Nei, svarar Kári.
– Vilja tit hava nakrar prøvar;
alkohol ella medisin ...
– Nei! Einki bendir á nakað
ólógligt. Her er einki í hesum,
staðfestir royndi løgreglumaðurin.
– Ná! Tað vilja tit ikki. Politiið
sigur, at eingin orsøk er til obduk
tión. Tað eru teir, sum bestemma;
ikki eg, skemtar Høgni og hyggur
rannsakandi upp á blaðmannin.
– Hetta er eitt ógvuliga pent
Tá ið deyðin
verður avdúkaður
LÍKUPPSKURÐUR. Eftir eitt sonevnt »medico-legalt líksýn« verður
gjørt av at skera líkið av einum manni upp. Endamálið við
allarseinastu kanningini av sjúklinginum er at avdúka, hví
maðurin doyði so brádliga og óvæntað. Men kanningin byrjar
við, at tann lokali Dr. Quincy kannar líkið saman við løgregluni og
rættarlæknaliga teknikaranum, Ova Berg Jacobsen
Hetta er seinasta av sjey reportasjum av Landssjúkrahúsinum
Høgni Mohr
Reportasja