fríggjadagur 18. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 137 - 18. juli 2008
Tvær umsóknir til
Mykines og Fugloy
Mentamálaráðið søkti herfyri eftir útoyggjalærara til
Mykines skúla til komandi skúlaár, og freistin at søkja
starvið var úti fyrr í vikuni. Tað sama var galdandi fyri
Fugloyar skúla. Tvær umsóknir eru komnar til báðar
skúlarnar. Tað eru ikki fólkaskúlalærarar sum søkt hava
starvið í Mykinesi, men fólk við aðrari útbúgving. Tað
verða tveir næmingar í Mykines skúla komandi skúlaár.
BBC ger sending um Vágar
Sjónvarpsrásin BBC kemur í næstum til Føroyar at gera sending
um lívið í Vágum undir 2. heimsbardaga. Hetta er í samband við
eina master-ritgerð, ið Mina Reinert skrivar, um ta ávirkanina, sum
hersetingin hevði á Vágar, við serligum atliti til sosial og
mentunarlig viðurskifti. Vágaportalurin skrivar, at BBC hevur frætt
frá onkrum um hetta savn av myndum og lutum, ið finnast í
Føroyum, og hevur hetta vakt teirra áhuga fyri at taka hetta við í
sending teirra um vágafólk undir 2. heimsbardaga.
Millum tey 760 børn
ini ið fara á legu í
Nesvík í summar, er
11 ára gamli argja
drongurin Eyðun
Poulsen. Á leguni er
ymiskt á skránni til
tey ymisku børnini.
– Eg elski at syngja,
sigur hann
Summarlega
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Nesvík: Veðrið er av tí
fagrasta seinnapartin týs-
dagin í hesi vikuni.
Á skránni hesa løtuna
hava leguluttakararnir havt
møguleika at velja seg inn á
fleiri ymiskar breytir. Ein
av hesum breytunum kundi
kanska itið krabbaveiða á
landi.
Í øllum førum eru fleiri
børn farin ein túr oman í
fjøruna í hesum sambandi.
Tey leita undir hvørjum
steini, og tað er ikki frítt, at
hetta eisini gevur úrslit.
Á eini stórari balju síggj-
ast fyrstu úrslitini eftir góðu
veiðuni. Krabbar í ymiskum
støddum ganga á botninum,
eins og eitt djór, sum hvørki
børn ella vaksin vita navnið
á.
Líkt er til, at Eyðun og hin-
um børnunum dámar hetta
sera væl, og tey lata seg als
ikki
órógva,
hóast
eitt
rættiliga grovt æl fer strúk-
andi framvið ella at umboð
fyri tíðindatænastuna eru á
vitjan.
Tá tey eru upptikin av
einumhvørjum áhugaverd-
um, leggja tey líka í, hvussu
umstøðurnar broytast rund-
an um tey.
- Hetta er bara super,
sigur ungi argjadrongurin.
Fanga krabbar
Hetta er ikki fyrstu ferð at
Eyðun er á summarlegu í
Nesvík. Hann hevur verið
her fleiri ferðir áður, og
gleddist aftur um at fara á
aftur á sama stað, tá legan
byrjaði mánakvøldið.
- Tað er faktiskt líka stutt-
ligt at koma á summarlegu
á hvørjum ári, slær hann
fast.
Hjá Eyðuni er stuttligt at
hitta nýggj fólk, og eisini at
vera á legu saman við fólki,
ið ein kennir. Á hesi leguni
er hann saman við trimum
vinum sínum – tveimum av
Argjum og einum úr Havn.
Á leguni gera tey mangt
og hvat, og sum teimum
ungu dáma. Tá ein spyr Eyð-
un, hvat honum dámar allar-
best, nevnir hann beinanveg-
in trý ting: Bíbliutímarnar,
jollurnar og tað at fanga
krabbar.
- Tað besta eg veit, er at
fanga krabbar her í fjøruni.
Tað plagi eg eisini at gera í
Sandágerði, tá veðrið er
gott, sigur hann íðin á mál-
inum.
Í ár er fyrstu ferð at møgu-
leiki er hjá leguluttakarunum
at hoppa á teirri stóru luft-
pútuni niðanfyri leguhúsið.
- Hetta er eisini ordiliga
skeg, sigur ungi argjamað-
urin.
Svigarpápin
Ein summarlega er merkt
av tiltøkum, sum eru bæði
til álvara og gaman. Til tann
fyrra partin hava bíbliu-
tímarnir hvønn morgun sítt
sjálvsagda pláss.
Evnini til hesar bíbliu-
tímarnar skifta ár undan ári,
og í ár verður dentur lagdur
á at greiða børnunum frá
lívinum hjá tveimum av
monnunum í Gamla Testa-
menti – Mósesi og Dánjali.
Eyðun kennir væl søguna
um Móses, ið var hann sum
leiddi Ísraels fólk út úr
Egyptalandi. Hann eigur
sjálvur ein film um Móses
og eitt systkinabarn hansara
eigur ein annan.
Hóast hetta, so lærir ein
altíð okkurt nýtt, tá ein
soleiðis situr til undirvísing
á eini summarlegu.
- Eg visti ikki, at hann fór
til svigarpápan at ansa eftir
seyði, og at hann eisini
gjørdi hetta, tá hann sá tann
brennandi tornarunnin.
- Eg trúði at hann var í
ferð við at flýggja, tá hetta
hendi, sigur Eyðun.
Tað er bæði vist og satt:
Ein lærir, so leingi ein
livir!
Fáa nógv
burtur úr
í Nesvík
- Tað besta eg veit er at fanga krabbar, sigur
Eyðun Poulsen av Argjum
Gev einum dreingi ein bólt, og hann gloymir alt rundan um seg. Hetta sama er
galdandi fyri tey, sum valdu ítróttarbreytina
Hetta er fyrstu ferð at til ber at brúka ta stóru hoppipútuna niðanfyri leguhúsið.
Henda verður nógv nýtt, bæði av børnum og vaksnum