Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 • 18. juli 2008 Vikuskifti 11 reportasjurøð lík, men tað er ikki óvanligt, at ungfólk eru svímað her inni. Ja, tað er hent nógv meiri enn einaferð, sigur Høgni, sum minnist, at ein løgfrøðilesandi svímaði longu undir líksýninum; áðrenn sjálvt líkið varð skorið upp. Líksýnið var meiri enn nokk hjá honum. Og eisini løgreglufólk og læknalesandi eru smollin sum keylur. Líksýnið er liðugt, og Kári er bara glaður um, at alt tykist vera sum væntað. – Tað hongur yvir einum, at fólk vilja hava líkið leysgivið, og tí er eisini øgiliga nógv samskifti við tey avvarðandi. Og yvir fyri teimum má eg hava tunguna mitt í munninum allatíðina, tí kenslurnar eru so sterkar, greiðir hann frá. Tó heldur Kári, at tann mest óhugaligi parturin av øllum arbeiðinum, er tann, sum Ove hevur. – Ofta er arbeiðið ótespiligt og lukturin øgiligur, sjálvt um man venur seg við tað. Men eg fari ongantíð at venja meg við tey deyðu børnini. Tað fer alt inn í heysin á mær, altso. Tað er sum at síggja sítt egna barn hvørjaferð. Men hjá mær hjálpir tað at lessa av upp á konuna. Eg havi ongan annan, avdúkar Kári eyðmjúkliga. Brádliga breiðir angin av sápu seg oman yvir líkluktin í rúminum. Tað er Ove, sum skrubbar líkið av einslistum við eini reyðari bust og Natusan-sápu. Ove turkar kroppin og greiðir gránaða hárið hjá manninum sum tað seinasta. Kaminski kallaður inn Dagin eftir koma óvæntað boð um, at tey avvarðandi hava biðið um líkuppskurð. Tey vilja vita, hví maðurin doyði. Líkið, sum er gjørt til reiðar til jarðarferðina, verður tikið úr aftur kistuni, latið úr fínu klæðunum og lagt aftur á líkskurðborðið. Pólendski patologurin, Maciej Kaminski, er kallaður inn. Hann greiðir frá á enskum sum ein maskina. – Einki er ónormalt uttan á kroppinum. Vit mugu tí opna mannin, sum vit halda hevur fingið blóðtøpp í hjartað. Vanliga mugu vit skera bringurúmið og búkrúmið upp. Er einki at finna har, hyggja vit ofta at heilanum eisini. Og nú kunnu vit byrja við ➘ Ove Berg Jacobsen, rættarlæknaligur teknari (v.m.) og Maciej Kaminski, patologur (h.m.). Kroppurin á líkskurðborðinum hevur onki at gera við umrødda líkuppskurð Mynd: Jens Kristian Vang