fríggjadagur 18. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 137 - 18. juli 2008
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ein ribbaldur níti
Í endurminninum sínum skrivar Mandela, at tað
burtursæð frá lívinum, eini góðari heilsu og gott
samband við Tembu kongshúsið, var tað einasta
hann fekk frá faðir sínum navnið Rolihlalha.
Rolihlalha merkir á xhosa máli at rysta eina grein
á einum træ. Mandela ger vart við, at í talumáli
merkir heitið Rolihlalha ein ribbaldur. Hann trýr
ikki, at navn er lagna, men samstundis skrivar
hann skemtandi, at skyldfólk og vinir halda
navnið hava verið orsøkin til tey mongu politisku
illveður, ið hann hevur elvt til og ein orsøkin, at
hann hevur klárað seg so væl í lívsins stormum.
Í dag verður hann so níti, maðurin sum á lívi er
vorðin hugtak og ímyndin uppá rættvísisstríðið
móti apartheid og órættvísi í heimlandinum
Suðurafrika. Hann varð frá morgunstundini
fagnaður um allan heim. Føðingardagurin verður
hildin í heimbygdini Mvezo, har skúlabørnini
leingi spent hava vant føðingardagssangin til
æru fyri landsfaðirinum.
Tá Mandela sum ungur fór undir sítt
politiska virksemi lovaði hann at gera alt
tað, hann var mentur til tess at beina burtur
apartheidskipanina, sjálvt um hetta skuldi
kosta honum lívið. Í dag kann staðfestast, at
Mandela helt orð. Mandela var frá ungum
árum væl útgjørdur til at gerast politiskur
undangongumaður. Hann fekk góða løgfrøðiliga
útbúgving á einum av lærdu háskúlunum, har
rasisman enn ikki hevði fingið fastatøkur, har
hann nam sær kunnleika til politikk, heimspeki,
stjórnmálafrøði og løgfrøði. Hann varðveitti
samstundis sambandið við upprunaligu
mentanina í heimlandinum, hevði stóran
kunnleika til tær ymsu mentaninar í Suðurafrika,
til landsins søgu eins væl og veraldarsøgu.
Hann var sostatt sera væl útbor in at gerast
politiskur leiðari hjá svørtu tjóðini í stríðnum
móti apartheid. Apartheid var tann ódámliga
kúganarskipan, sum skuldi tryggja hvíta
minnilutanum alt politiskt og búskaparligt vald í
Suðurafrika.
Hóast Mandela sat í fangahúsi í 27 ár var hann
verandi óformligi leiðarin í politiska stríðnum
móti aprtheid. Hann hevði í tíðini, til hann í
1964 var settur í varðhald á Robben Island,
vunnið sær so stóra virðing fyri sítt politiska
arbeiði, sítt dirvi og síni leiðsluevni, at sjálvt 27
ár handan rimar ikki kundu vika støðu hansara.
Á valdegnum tann 27. apríl 1994, tá hann hevði
staðfest valsigurin hjá ANC, lovaði hann sær
sjálvum, at prædika sátt og semju, at grøða sárini
hjá øllum landinum, at skapa álit og tryggleika.
Sjálvt um alt ikki gekk, sum ætlað, í tí nýggja
Suðurafrika eftir skiftið í 1994, tykist tað, sum
hetta mál Mandelas er rokkið, í hvussu so er um
samanborið verður við onnur lond, sum kunnu
samanberast við Suðurafrika. Mandela kemur at
standa sum ein av heimsins mætastu politisku
leiðarum, ein sannur demokratur og humanistur,
ein fyrimynd hjá øllum teimum, sum ynskja
rættvísi og vælferð fyri mannaættina. Vit ynskja
honum hjartaliga tilukku!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 820.00 og
boða frá, leygardag tó frá
kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Ymiskar metingar hava
seinastu tíðina verið
frammi um okkara fiskatil
feingi, hvussu fiskastovn
arnir eru fyri, hvussu teir
best kunnu gagnnýtast og
hvussu samansetingin av
veiðiflotanum eigur at
vera.
M.a. hevur nevnd saman
sett av serkønum handað
landsstýrismanninum í
tilfeingismálum frágreið
ing um fiskiorkuni hjá
ymisku skipabólkunum,
eins og hann hevur eftir
mett fiskidagaskipanina.
Eksakt vitan ella bert
metingar
Vit hava havt fiskidaga
skipanina síðan 1996.
Vit vita við vissu hvussu
nógv vit hava veitt av
botnfiski undir Føroyum,
og vit hava øll tilmælini frá
Fiskirannsóknarstovuni
langt aftur í tíðina.
Umframt tað, hava vit
metingarnar frá útróðrar
monnum, línumonnum,
trolmonnum o.ø. úr vinn
uni, sum hava lívslangar
royndir á sjónum og út frá
hesum duga at lesa broyt
ingarnar í havinum og
støðuna hjá stovnunum.
Vit skulu eftir Ólavsøku
taka støðu til, hvussu
karmarnir skulu verða fyri
fiskivinnuna næsta fiski
árið. Hetta eiga vit at gera
við støði í øllum teimum
metingum vit hava til taks,
umframt at vit mugu hava í
huga tær royndirnar, ið vit
hava havt av fiskidaga
skipanini síðan 1996.
Partar av lívfrøðini er
eksakt vitan, meðan aðrir
partar, herundir tilmælini
um hvussu útlitini eru fyri
fiskastovnarnar, eru met
ingar, sum er eru gjørdar út
frá ymiskum kanningum
av viðurskiftunum í havi
num eitt ávíst tíðarskeið,
umframt skrásetingum og
kanningum av tí, sum veitt
hevur verið undanfarnu
árini.
Hóast tilmælini eru
gjørd út frá vísindaligum
frimlum og mannagongd
um, kann ein ikki siga, at
tilmælini eru eksakt vitan,
men metingar, sum eru
bygdar á m.a. ”søguligar”
upplýsingar og hagtøl.
Ósamsvar í tilmælunum
Hóast Fiskiransóknarstovan
mælir til munandi niður
skurð av døgunum, serliga
hjá húkaflotanum, sum
veiðir nógvan tosk, stað
festir Fiskiorkunevndin, at
tað innan húkaflotan ikki
er hend nøkur øking í
fiskiorkuni.
Serfrøðingarnir á Fiski
rannsóknarstovuni eru
sostatt ikki samdir við ser
frøðingarnar í Fiskiorku
nevndini.
Samstundis meta
útróðrarmenn og aðrir
sjómenn, út frá tí teir
síggja av broytingum í
sjónum, at útlit eru fyri
betri toskafiskiskapi í
heyst.
Góðu tíðindini um at
nógvur toskayngul sæst í
sjónum, samsvara ikki heilt
við úttalilsini og ástøðið
hjá Fiskiransóknarstovuni
um, at toskastovnurin er so
lítil, at hann ikki er førur
fyri at endurnýggja seg.
Fiskiorkunevndin stað
festir eisini, at ein øking er
farin fram í veiðiorkuni í
partrolaraflotanum, hóast
trolararnir eru færri í tali.
Hetta samsvarar illa við
útsagnirnar frá Fiskirann
sóknarstovuni, tí veiðan
eftir upsa, sum partrolarnir
eiga sín stóra lut í, hevur
sett met og upsastovnurin
er væl fyri.
Vónandi kann Fiskiorku
nevndin fáa tað neyðuga
tilfari frá Fiskirannsóknar
stovuni áðrenn ólavsøku,
so hon kann endurtaka
roknistykkið, sum
Skipanarnevndin gjørdi í
1996, og koma við einari
endaligari niðurstøðu um
fiskidagarnar fyri 2008
2009.
Spennandi verður so at
síggja, um niðurstøðan frá
Fiskiorkunevndini sam
svarar við tilmælið frá
Fiskiransóknarstovuni um
fiskidagar fyri komandi
fiskiár.
Hyggja vit aftur í tíðina,
og samanbera tilmælini frá
Fiskirannsóknarstovuni og
tað sum veitt er av botn
fiski undir Føroyum, síggja
vit prógvini um, at tilmæl
ini bert eru metingar, tí tey
samsvara í mongum førum
als ikki við veruligu
støðuna.
Vit mugu sostatt ásanna,
at tá tað snýr seg um
náttúruna, herundir tað,
sum gongur fyri seg í
havinum, situr ongin ikki
við tí æviga sannleikanum,
tí tað er mangt sum hendir
í náttúruni, sum ongin
hevði varhugan av
frammanundan.
Niðurstøða
Vit liva av tí sum havið
gevur, og enn eru ongar
ábendingar um at vit koma
at liva av nøkrum øðrum.
Tí mugu vit vera sera varin
og ikki taka ov ógvuslig
stig.
Ongin gagnnýtir hetta
tilfeingið á so burðadyggan
hátt sum vit, og ongin fær
lutfallsliga so nógv burtur
úr fiskivinnuni sum vit.
Hetta eiga vit at halda
áfram við. Skulu tillag
ingar gerast í skipani, so
skulu tær henda líðandi,
soleiðis at vinnan og
Føroya land ikki missur
fótafesti, og ikki fremjast
sum ein kollvelting, tí
onkur sær møguleikan fyri
hesum nú fiskimenn og
reiðarar eru illa sperdir av
hækkandi oljuútreiðslum.
Tilmælini um fiskastovnarnir og veiðitrýsti
løgtingsmaður
JAcoB
VEStERgAARd