fríggjadagur 18. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti
12
at opna bringurúmið og búk
rúmið, sigur hann við Ova Berg
Jacobsen, ið stendur klárur við
knívinum.
Ove sker í einum heilt úr
barkakulluni niður til kynsgøgnini.
Feittlagið á búkskurðinum er sum
á seyði, men kanska eitt sindur
gulari. Hann sker inn á bein í
bringuni, men ansar væl eftir, ikki
at skera hol á tarmarnar við tí
svartskeftaða einnýtisknívinum.
So nógv luft er í tarmunum, at
teir liggja alspentir upp undir
búkveggin. Síðan loysir Ove
húðina frá bringuni. Teir tríggir
portørarnir, Allan Samulsen,
Kristian Gaardbo og Olav
Andreasen, eygleiða tilgongdina.
– Er man for harðligur, kann
man stinga hol á magasekkin.
Huff! Tað blívur eitt svans! Tá er
ikki til at arbeiða, sigur Ove við
teir og sker víðari.
Ove minnir mest um ein óvan
liga reinligan flettara. Men hann
brúkar tong at klippa rivjabein
við, so hann fær bringubeinið
burtur og sleppur at gøgnunum
har. Kaminski fylgir væl við og
greiðir frá:
– Sambært illgrunanum mugu
vit fram um alt kanna hjartað.
Um eina løtu skal eg vísa tykkum,
at vit kunnu síggja, hvørjum
sjúklingurin doyði av. Men vit
skera eisini flísar av gøgnunum
og kanna deyðsorsøkina mikro
skopiskt, leggur hann dent á.
Lunguni og hjartað verða loyst
í einum, og Kaminski klippir
hjartamørin upp.
– Hetta hjartað er ikki normalt,
staðfestir hann straks og sipar
til støddina. Tað er alt ov stórt;
serliga vinstra helvt. Hann heldur
blóðugu hondina upp ímóti áskoð
arunum, knýtir hana og greiðir
frá:
– Alt hjartað eigur at vera sum
ein nevi til støddar, men vinstra
helvt av hesum hjartanum er sum
hálvur annar nevi, sum tit síggja.
Hetta bendir greitt á, at vinstra
innrúm í hjartanum er ovurment
orsakað av ov høgum blóðtrýsti.
Æðrakálking
í eygsjón
Vit fara nú longri niður og síggja
blindgørnini, og hvussu nógv
luft er í langanum. Tarmarnar
verða loystir heilt niður í rektum.
Alt skal úr; eisini sáðstreingir
og steinar, hóast sannlíkt er, at
deyðsorsøkin er hjartað.
– Er líkuppskurðurin rættarligur,
hanga steinarnir í øðrum enda
num og tungan í hinum, og so
verður alt tikið innanúr í einum,
viðmerkir Ove, sum annars er
tigandi og róligur. Øðrvísið er við
Allani, sum er ógvuliga hugtikin:
– Alt er so fantastiskt saman
bundið. Man trýr tað er lygn,
altso, sigur hann og hyggur við
sínum stóru, livandi eygum eftir
gøgnunum hjá tí deyða.
Nógv blóð er nú runnið út í
kroppin. Ove tekur eitt blankt
liturmál og eina súpanaroysu og
oysir burtur tað blóðið, ið liggur í
hyljum í ryggjarkullunum.
Vit finna so aorta; meginlív
æðrina. Hon liggur rættiliga væl
vard og huld í rygginum, tá ið tú
hugsar um, at hon er sum eitt
tummarør til støddar.
– Vissi hon rýkur, so doyrt
tú her og nú, brestur burtur úr
Allani.
Ove sker aorta av í erva og
loysir hana allan vegin niðureftir.
Olav veit at siga, at vena cava
er meginbláðæðrin, sum er
leiðingin, ið aviltað blóð fer
ígjøgnum á veg aftur í høgra
upprúm í hjartanum, haðan tað
verður pumpað í innrúmið og
víðari gjøgnum eina lívæðr til
lunguni at ilta aftur.
Lukturin úr einum opaðum
líki er ógvuliga torførur at lýsa,
burtursæð frá, at hann var
nógv tann størsta avbjóðingin
fyri blaðmannin. Lukturin er
onkursvegna gjøgnumgatandi
søtligur við einum farra av tí, ein
kennir frá fletting.
– Hetta er einki, sigur Ove, sum
minnist, at teir eina ferð næstan
noyddust at steingja røntguna
orsakað av deyðsdeymi, sum fór
gjøgnum luftskipanina. Tá luktaði
um alt húsið.
– Hetta er tað, ið ger, at ein
er á lívi, hugleiðir Allan, tá ið
allur innvølurin er komin yvir á
kanningarborðið.
Kaminski klippir hvíta aortabog
an upp. Æðrin tykist sera rein.
Men fyri tað roynda patologeyga
er hetta als ikki normalt. Har
eru blettir innan; kálkblettir,
sum patologurin kallar teir.
Hetta samsvarar við myndina
av einum manni, ið hevði høgt
blóðtrýst, sum oftast er elvt av
æðrakálking.
Samansett
deyðsorsøk
Líkið sær løgið út fyri tað óvand
að eygað. Tað er tómt innan.
Eitt mannahøvd á rovum. Men
Ove hevur nú vaskað alt, og lík,
skurðborð og annað er reint og
nossligt.
– Skuldi onkur ungur lækna
lesandi viljað komið og hugt, skal
alt ikki flóta í blóði, sigur Ove.
Samstundis stendur
Kaminski boygdur yvir rustfría
kanningarborðið. Fimm saksar,
tvær pinsettir og ein stórur
flísaknívur eru høvuðsamboð
hansara. Spakuliga greinar hann
seg inn á deyðsorsøkina. Men
fyrst mátar hann hjartað at vita,
hvussu lutfallið er millum likam
og likamsgagn. Jú, maðurin hevði
eitt stórt hjarta.
– Vinstri partur av hjartanum
er nógv størri enn hin. Hann er
vaksin orsakað av ov høgum
blóðtrýsti, sum hevur víðk
að vøddastøddina í vinstru
hjartahálvu, staðfestir patolog
urin.
So sker hann hjartað sundur
og hyggur væl eftir innrúmunum,
æðrargreiningunum og hjarta
lokunum. Eisini klippir hann
meginbláæðrina og aðrar æðrar
upp. Vøddagreiningarnar inni í
hjartanum eru hugtakandi á at
líta; sum fleiri lokkanet hvørt
oman á annað. Í onkrum æðrum
síggja vit aftur kálkblettar. Men
vit síggja ongan blóðtøpp við
berum eygum.
Saksastøddin minkar, so
hvørt sum uppkliptu æðrarnar
klænka. Kaminski skolar so
hvørt og hyggur væl eftir
æðrakálking. Nú sker hann
størru hjartahelvtina sundur. Í
æðrunum og vøddaøkinum eru í
serlæknaeygunum á pólendska
patologinum tekin um tað, hann
rópar »fresh infarkt«. Tað er, at
vevnaður nýliga er oyðilagdur av
blóðtøppi. Deyðsorsøkin kann so
statt vera ein samanseting av, at
hjartað er ov nógv vaksið orsakað
av æðrakálking í kroppinum,
og at eisini æðrarnar í sjálvum
hjartanum eru kálkaðar.
Hjartalæknin, Heðin Thomsen,
kemur innar og fær at vita frá
Kaminski, at sjúklingurn er deyður
av hjartasteðgi, sum samsvarar
við klinisku myndina.
– Thank you, sigur Heðin og
skundar sær út aftur.
Virðismiklar
upplýsingar
Nú hyggja vit at gøgnunum
úr búkøkinum. Har eru livurin,
magin, nýruni, brisið, bløðran,
magin, gallið og miltið. Alt
verður klipt upp og kannað.
Á yvirflatanum á summum
av gøgnunum eru patologisk
tekin um, at tey hava verið
undir stórum trýsti orsakað
av hjartatilburðinum, sum
eyðsýniliga tók lívið av
manninum.
– Vit mugu hava í huga eitt:
Hetta er allarseinastu ferð,
sjúklingurin verður kannaður.
Tí mugu vit vera so serliga
nágreinilig, sigur Kaminski og
sker vevnaðarroyndir av øllum
gøgnum, so at hann kann fáa
váttað fyribils sjúkuavgerðina við
kanningum undir sjóneyku.
Kaminski sker smáar bitar av
gøgnunum; einar 8 millimetrar
tjúkkar og nakrar sentimetrar
hvønn vegin. Ove fer eftir einum
av teimum væl kendu, hvítu
sildabyttunum, sum rúma okkurt
um einum litri. Hann koyrir
vevnaðarroyndirnar í byttuna og
tekur avgreiddu gøgnini og leggur
tey upp á ein gráan bakka.
At enda verða gøgnini vigað,
áðrenn Ove leggur tey í sama
stað, sum tey lógu í líkinum. Tá ið
hann hevur seymað stóra skurðin
saman og klistrað eitt hvítt
plástur omaná, verður maðurin
latin aftur í klæðini og sendur
víðari til seinastu ferðina.
Ove heldur arbeiðið vera sera
spennandi og avbjóðandi men
eisini eitt sindur løgið. Fyrstu
ferð, Ove steig innar í líkrúmið,
kom hann lúrandi. Men so líðandi
vandi hann seg við at fáast við
tey deyðu. Nú hugsar hann als
ikki um annað enn at gera arbeiði
so gott og virðiligt sum gjørligt.
– Tilvenjing skal til. Tað virkar
bara so løgið, vissi man hugsar,
at hatta er eitt menniskja.
Tað skal sodnast í høvdinum,
viðgongur hann.
Kaminski fer inn á skrivstovuna
á Rannsóknarstovuni at skriva
frágreiðing um alt, ið uttanhýsis
og innanhýsis kanningin av
likaminum hevur víst. Hann
heldur, at tað var lætt at finna
hesa deyðsorsøkina.
– Einki problem! Myndin av
hjartanum var ógvuliga eyð
kend, so eg vænti, at sjóneyku
myndirnar fara at vátta greiða
illgrunan.
Sambært Ova er orsøkin til
líkuppskurð fyrst og fremst, at
sleppast skal undan, at tað seinni
verður sáddur ivi um okkurt.
– Einaferð leggja sorgin og
vónloysið seg, og fólk finna
fótafestið aftan á, at tey hava
mist. Tá er gott at hava møgu
leikan at fáa svarað, hvørjum
pápin ella beiggin doyði av,
heldur hann.
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
Modellmynd: Jens Kristian Vang