Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 18. juli 2008 13 Politiskt drál at ein­ skilja størri part av Atlantsflog og eitt tilboð frá einum av stóru privatu partaeigarunum í felagnum vóru grund­ gevingarnar hjá nevndini í Atlantic Airways fyri at keypa partabrøv hjá leiðsluni til yvirkurs Partabrøv Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Eftir at Rás2 og Sosialurin varpaðu ljós á, at nevndin í Atlantsflog keypti tilsamans 11.111 partabrøv frá leiðsl­ uni fyri góðar 230.000 krón­ ur meira enn partabrøvini vóru verd, bað Bjørt Sam­ uelsen nevndina í felagnum um eina frágreiðing. Í frágreiðingini, sum Rás2 og Sosialurin nú hava fingið innlit í, peikar Christ­ ian Andreasen á politisku óvissuna um, hvørt størri partur av Atlantsflog verður einskildur. Nevndarformað­ urin vísir á, at tá felagið varð skrásett á keypsskála­ num og fyrsti triðingurin var einskildur, boðaði Vinnumálaráðið frá, at ætl­ anin var at halda fram at einskilja felagið. Millum annað út frá hes­ um fortreytum keypti leiðsl­ an tilsamans 22.222 parta­ brøv fyri tilsamans 5,8 milliónir krónur. Men eftir at nýtt landsstýri tók við, er støðan broytt, staðfestir nevndarformaðurin, sum í frágreiðing til Bjørt Sam­ uelsen millum annað skrivar soleiðis: – Vinnumálaráðharrin hevur á fundi við leiðslu fe­ lagsins boðað frá, at tað er óvist, um tað í løtuni er politiskur vilji at einskilja upp til tveir triðingar av partapeningi felagsins. Høvdu annað tilboð Víðari skrivar Christian Andreasen, at 14. juni boð­ aði leiðslan í Atlantsflog nevndini frá, at hon hevði í umbúna at umskipa síni ognarviðurskifti í felagnum. Leiðslan upplýsti fyri felag­ num, at hon hevði fingið eitt keypstilboð frá einum av stóru, privatu partaeig­ arunum í Atlantsflog, sum vildi keypa partabrøvini frá leiðsluni fyri kurs 261. Christian Andreasen nevn­ ir í frágreiðingini einki um, hvat felag talan er um, men einans at høvuðspartaeig­ arin í keypandi felagnum eisini hevur handilsligt sam­ band við felagið. Men nevndin í Atlantsflog ynskti ikki, at leiðslan skuldi sleppa at selja til hetta felag. Orsøkin var, sambært Christiani Andrea­ sen, at spurnartekin tá møguliga kundi setast við, hvussu óheft leiðslan fór at gerast mótvegis viðkomandi partaeigara ­ um also leiðsl­ an seldi sín partapening til viðkomandi íleggjara og gjørdist minnilutaeigari í keypandi felagnum. Sigur einki um avleiðingar Eftir hetta vórðu samráðing­ ar tiknar upp millum nevnd og leiðslu um at Atlantsflog sjálvt kundi keypa parta­ brøvini frá leiðsluni. Úrslit­ ið av hesum bleiv, sum kunnugt, at Atlantsflog keypti helvtina av øllum partabrøvunum hjá leiðsluni fyri kurs 240. Tað eru 10 prosent hægri enn kursurin á virðisbræavamarknaðin­ um var sama dag. Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna í vinnumálum, umboðar tveir triðingar av partapeninginum í Atlantic Airways. Hon segði á Rás2 í gjár, at hon tekur frá­ greiðingina frá nevndini til eftirtektar, men hon vildi ikki siga, um ella hvørjar avleiðingar málið møguliga fær. Drál og eitt gott tilboð Ein filmsbólkur fer í August at gera ein film um ung fólk í Føroyum Filmur Bjørk Olsen bjork@sosialurin.fo Sunnudagin fer ein films­ bólkur úr Gorgeous Enter­ prise í Englandi at søkja eftir ungum føroyingum, ið skulu leika í filminum. Ætlanin er at gera ein film uttan dialogum. Tað vil siga, at tað verða bara mynd­ ir og tónleikur. Sunnudagin frá klokkan hálvgum trý til klokkan seks, verður møguleiki hjá ungum føroyingum at fara niðan í Norðurlandahúsið at royna seg sum sjónleikara. Tað er ikki eitt krav, at tú skal vera royndur sjónleikar – men at tú ert natúrligur og ungur. Gentur skulu koma við lítlari sminku. Eisini søkja tey eina tilkomna kvinnu millum 25 og 40 ár, ið skal eygleiða tey ungu og vera sjálvsikkur. Filmurin fer at lýsa døgnið hjá ung­ um í Føroyum til tónleikin hjá Torp larsen, Rune Funch og Kristoffer Sonne. Filmsbólkurin fer at filma í Føroyum frá 9. til 18. august. Tey gera film í Føroyum Sambært nevndarformanni­ num í Atlantic Airways, Christian Andreasen, metti nevndin bestu loysnina fyri Atlantic Airways vera, at felagið keypti partabrøv frá leiðsluni fyri yvirkurs