Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 • 18. juli 2008 Vikuskifti 13 Í stuttum Lopez venur triathlon Latínski sangarin og sjónleikarin Jennifer Lopez venur nú dúliga fyri at sleppa av við seinastu kiloini, sum hon tók uppá í samband við barnsburðin fyri kortum. Lopez venur bæði á súkklu, í vatni og við renning. Maðurin Marc Anthonyu sigur, at konan venur triathlon, sum hon skal gjøgnumføra í oktober. Jennifer Lopez átti í februar mánaði tvíburar. Miss univers var gísli 22 ára gamla Dayana Mendoza er árins Miss Universe, men lívið hevur ikki bara verið ein dansur á rósum fyri vøkru kvinnunum úr Venesuela. Mendoza greiddi undir kappingini frá, at hon klárar at halda høvdið kalt í strongdum støðum, tí hon var einaferð rænd og hildin sum gísli. Eitt týskt dagblað tók nú ein dagin myndir av Lemmy Kilmister, forsangaranum í Motorhead, har hann var í einum hatti við nasistasúmbolum á. Tað er ímóti týskari lóggávu at brúka nasista- súmbol, fløgg og heilsur, men forsangaranum í Motorhead dámar sera væl gamlar hernaðarbúnar og klæðir og hevur tískil eisini nøkur gomul nasistaklæðir. The Guardian sigur, at teir týsku mynduleikarnir ikki hava sagt nakað um hesa hendingina alment, men at tað verður granska í sakini. Lemmy í nazi-gølu Um 20 ára verður sjokulátan ein mærglætisvøra, sum ber tey ríku hava ráð at keypa. Orsøkin skal verða, at tað gongur undan við kakaobønum, sum verða brúktar til at framleiða sjokulátuna við. - Um 20 ár verður sjokulátan sum kaviar. Tað var ein sjáldsom og kostnaðarmikil vøru, sum vanlig fólk ikki hava ráð at keypa, sigur John Mason, sum er leiðari fyri Nature Conversation Research Council. Hann sigur, at kakao-plantasjurnar í Vesturafrika eru við at tømast, tí jørðin er so vánalig. Tveir triðingar av øllum kako kemur úr Vesturafrika. Sjokulátan er í vanda ★ ★ ★ Keys skal syngja Bond Amerikanski R&B og soulsangarin Alicia Keys er eftir øllum at døma tann tónleikarin, ið fær høvið at syngja tittulsangin til tann nýggja James Bond filmin. Nøkur, ið hava sungið til James Bond fyrr hava verið: Duran Duran, A-ha, Gladys Knight, Sherryl Crow og Madonna. Nú letur til, at Alicia fær møguleikan at gera rødd sína ódeyðiliga. Slaturin leingi verið, at Amy Winehouse møguliga skuldi sleppa at syngja, men nú skuldi tað verið rættiliga sikkurt at tað verður Alicia Keys, ið fer at syngja til James Bond film nr. 22. ★ ★ ★