fríggjadagur 18. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti
18
mítt land
Føroyar
Innihaldið í sendirøðini “Føroyar mítt land” í vikuni var sera fjølbroytt. Vikan
byrjaði við, at vit hoyrdu um ta fyrstu, føroysku myndabókina fyri børn, ið
nevnist »Í skýmingini«, og sum kom út í 1948. Síðani var ein sending um tað
løgna fyribrigdi livurhøgg; nú Ólavsøkan nærkast hoyrdu vit brot úr søguni um,
tá núverandi løgtingshús varð bygt fyri stívliga hálvannað hundrað árum síðani;
vit fóru hundrað ár longur aftur í tíðina, har trivið varð í søguna um ein ungan
søldfirðing, sum giftist til Hoyvíkar, har tvey staðarnøvn minna um hann; og vikan
endaði við nøkrum hugleiðingum um Ólavsøkuna í gomlu Havnini. Tey, sum løgdu
sendingarnar til rættis hesa vikuna, vóru: Turið Sigurðardóttir, Janus Mohr, Anja
Andreasen, Maria Jacobsen og Eirikur Lindenskov.
Rás2, sunnudagin klokkan 13.
Føroyar mítt land í næstu viku:
21/7 Janus Mohr
22/7 Ólavur Hátún
23/7 Ólavur Hátún
24/7 Janus Mohr
Hvønn gerandisdag kl.8, kl.9, kl.22 og kl.23, (týsdag tó 2230). Vegna
Ólavsøkuna verður Føroyar Mítt land eftir nevndu sendingar ikki aftur
at hoyra fyrr enn hósdagin 31. juli.
Føroyar mítt land