fríggjadagur 18. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 137 - 18. juli 2008 ]
Hóast Brøndby fram
vegis er stórfavorittur,
so heldur Súni Olsen
møguleika vera fyri,
at B36 kann spæla seg
víðari í kappingini
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Besti maður á vølli. Tað var
skoðsmálið, sum danska
pressan gav Súna Olsen eft
ir síðsta bríkslið í Brøndby
í gjárkvøldið. Harvið hevði
landsliðsspælarin
mint
feløgini í superliguni á, at
fyrrverandi AaB og Viborg
spælarin framvegis er til!
Vit eru hepnir at halda
tætt, og tað ber við sær, at
tað alla tíðina er intensitetur
í. Tað var spell, at vit ikki
skoraðu, tí so hevði tað ver
ið heilt spennandi undan
returuppgerðini.
Er møguleiki fyri at tit
kunnu spæla tykkum víðari
í kappingini?
Teir eru framvegis favo
rittar, men vit fara at stríðast
fyri sensatiónini. Hon lúrir
onkra staðni, men hon gerst
bara til veruleika, um vit
geva okkum fullkomuliga,
og um vit hava alt hepni á
okkara síðu, samstundis
sum teir eru óhepnir. Men
tað er møguleiki fyri tí, helt
Súni Olsen.
Súni sær møguleikan
Brøndby venjarin sig
ur seg ikki kvíga fyri,
at hansara lið fer at
dumpa á graslíkinum
í Gundadali
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Brøndby
venjarin
Tom
Køhlert var ikki nøgdur við
tað, sum hann hevði verið
eygnavitni til á Brøndby
stadion. Men kortini segði
hann seg ikki kvíga fyri, at
tað
ikki
skal
eydnast
hansara monnum samantalt
at vinna á B36 og harvið at
spæla
seg
víðari
í
kappingini.
Dysturin
verður
á
graslíki, men tað er ikki
heilt fremmant fyri okkum.
Donsku
feløgini
hava
graslíkisvallir, sum vit ein
part av árinum venja á.
Undan ferðini til Føroya
fara vit at venja 23 ferðir á
graslíki. Meiri er ikki í tí
enn tað, staðfesti Brøndby
venjarin, sum ikki var
nøgdur við avrikið hjá
sínum monnum.
Boðini vóru at spæla
skjótt, at trýsta teir langt
frammi á vøllinum og at
vera neyvir í royndunum
ímóti málinum. Tað er
skjótt at staðfesta, at einki
av hesum eydnaðist, sum
ætlanin var, at tað skuldi
gera, og tí varð úrslitið
soleiðis, sum tað varð. Vit
høvdu møguleikar at skora
fýra mál, og eg kvígi ikki
fyri, at vit ikki fara at spæla
okkum víðari í kappingini,
var
viðmerkingin
hjá
Brøndby venjaranum, sum
var væl nøgdur við, at tað
ikki hevði eydnast B36 at
fáa mál.
Køhlert var rísin
Vit høvdu møguleikar at skora fýra mál, og eg kvígi ikki fyri,
at vit ikki fara at spæla okkum víðari í kappingini, sigur Tom
Køhlert, venjari hjá Brøndby
Mynd: Polfoto
Súni Olsen var av mongum mettur at vera besti maðurin á
vøllinum í gjár
Mynd: Polfoto
Brøndby IF-B36 1-0 (0-0)
UEFA Cup fyrri dystur í 1. innleiðandi umfari
Hósdagin 17. juli kl. 20.05 á Brøndby stadion í
Brøndby
Dómarakvartett av Malta: Christopher Lautier,
Philip Agius, Edward Spiteri og Clayton Pisani
UEFA eygleiðari úr Wales: David George Collins
UEFA dómara eygleiðari úr Pólandi: Eugeniusz
Kolator
1-0: Max von Schlebrügge 50.
Brøndby: 16. Stephan Andersen – 29. Daniel Wass, 3.
Max von Schlebrügge, 15. Jon Jönsson, 21. Thomas
Rasmussen – 17. Tobias Mikkelsen, (13. Peter
Madsen, 62.), 20. Stefan Gislason, 6. Samuel Holmén,
7. Kasper Lorentzen (14. David Williams, 72.) – 11.
Morten 'Duncan' Rasmussen, (12. Chris Katongo, 43.),
9. Alexander Farnerud
Gult kort: eingin
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Michael
Tørnes, 25. Jacob Berhelsen, 34. Pierre Kanstrup
Venjari: Tom Køhlert
B36: 1. Meinhard Joensen – 18. Magnus Olsen, 5.
Oddmar Færø, 4. Dmitrije Jankovic, 2. Alexandre Dos
Santos – 7. Bergur Midjord, Klæmint Matras, 14.
Jóhan V. Gunnarsson, 10. Súni Olsen, 6. Hanus
Thorleifsson – 23. Sam Malsom (12. Johan
Ellingsgaard, 90.)
Gult kort: Dmitrije Jankovic 11., Alexandre Dos
Santos 64., Bergur Midjord 84.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Hans
Jørgensen, 17. Bogi Hermansen, 19. Rúnar í Lon
Jacobsen, 24. Ásbjørn V. Gunnarsson.
Venjari: Heðin Askham
Jon Dahl gjørdi bart
Danski áleyparin Jon Dahl Tomasson fekk júst tað
byrjan, hann kundi ynskja sær, tá hann aftur var á
liðnum hjá hollendska Feyernoord. Felagið spældi
ein venjingardyst móti amatørliðnum Velo, og
henda dystin vann Feyernoord heili 121. Jon
Dahl Tomassen gjørdi fýra mál og legði upp til
tvey. Danin byrjaði annars dystin á beinkinum,
men kom á vøllin eftir steðgin og staðfesti, at
hann framvegis veit hvar málið stendur.
Eto'o umhugsar Usbekistan
Samuel Eto’o sigur seg av álvara hugsa um at skifta tilveruna í
Barcelona út við fótbólt í Usbekistan. Kuruvchi eitur felagið,
og teir hava gjørt greitt, at teir heldur enn fegnir síggja kvika
áleyparan í teirra felag. Eto’o vitjaði eisini í høvuðsstaðnum í
Usbekistan í gjár, har hann segði, at hann hevur fleiri tilboð í
hondini. Hesi ætlar hann at hyggja at, eisini tað frá Kuruvchi,
áðrenn hann tekur nakra endaliga avgerð.
Oddmar Færø stóð seg væl í miðverjuni. Her sæst hann í
dysti við nýggja leikaran í Brøndby, Alexander Farnerud
Mynd: Polfoto