Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 • 18. juli 2008 Vikuskifti 19 Sethús Traðarbrekka 6, Argir Húsini eru í 3 hæddum. Mið- og niðasta hædd eru 76,5 m2 og ovasta hædd er á uml. 50 m2 – í alt 203m2. Grundøkið er 621 m2. Byggiárið er 1957, men húsini eru væl bygd og nakað dagførd. Í miðhæddini er inngongd, durur, baðirúm, gongd, køkur, borðsstova / stova, wc og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd / trappupallur og 3 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, kamar, fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm, goymslurúm. Harafturat er hjallur / goymslurúm. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi nær við bátahavnina á Argjum. Stutt er til skúla, dagstovnar og handil. Busssambandið er gott og útsýnið er frálíkt. Prísuppskot : 1.5 mill Grundstykki – Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt til at seta tann fyrsta formin, matr. 24 ae, er byggibúgvið og planerað, komandi keypari kann fara í gongd beinavegin. Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað. Virkisbygningur, Kajøkið Søldarfjørður Vinnubygningur á kajøkjinum í Søldafirði. Bygningurin er í einari hædd,eitt stórt høli umleið 80 fermetrar, skrivstova/køkur, skiftirúm og wc. íalt 120 fermetrar. Grundøkið 600 fermetrar. Byggiár 1980. Bygningurin kann útbyggjast til tað dupulta. Við bygninginum fylgjur loyvi til at útflyta feskan fisk og hummara. Við bygninginum fylgir eisini, ein elektriskur trukkur, ein lastvognur, 2 bingjur og 400 fiskakassar á 70 kg. Er eisini vælegnaður at nýta til onnur endamál, so sum smiðu, goymslurúm osv .Uttanumsøki er asfalterað. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í góðum standi, og er bygdur av bjálvaðum betong elementum. Prísuppskot : 1.9 mill Sethús – Neslíð 12, Vestmanna Serstaka sethúsi er eitt sniðhús / bjálkahús úr Kanada, sum er bygt eftir sera strongum krøvum, tá ið talan er um dygd og orkunýtslu. Húsini eru í einari hædd á 146 m2. Grundøkið er 555 m2. Byggiár: 2008. Har er inngongd, durur, gestawc, alrúm / køkur / borðsstova / stova við útgongd til terassu, bryggers / vaskirúm / fýrrúm, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari við øllum installatiónum. Gólvhiti er í øllum húsinum eins og mistaðardustsúgvari. Møguleiki er fyri hitapumpu, og pláss er fyri at byggja garagu. Húsini standa í nýbygdum øki í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til skúla, barnagarð o.a. og útsýnið er sera gott oman yvir bygnina og út á fjørðin. Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max. kr.150.000,00) aftur. Meira sæst á www.vvs.fo ella www.canadahuse.dk Ibúð :Marknagilsvegur 89 1 tv, Tórshavn Hugnalig og væl innrættað íbúð, sum er á stovuhæddini, stødd 68 fermetrar, tú gongur beint inn frá túninum, ongar trappur. Til íbúðina hoyrur eisini úthús og felags rúm. Íbúðin er væl bygd, væl bjálva, sera lýggj. Har er gongd, køkur/stova út í eitt, baðirúm, vaskirúm, hjúnarrúm og kamar. Flísagólv við hita er í gongd, baðirúmi og vaskirúmi. Íbúðin liggur í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, við góðum sólargangi og góðum grannalagi. Beint við Handilsskúlan. Stutt frá dagstovni, handli og skúla. Góð parkeringsviðurskiftir. Vakurt og gott útsýni úr stovuvindeyganum út á fjørðin og út á Nólsoyar bygd. Prísuppskot : 1.6 mill Sethús Reynstún 26, Argir Snotiligu húsini eru í 3 hæddum - í alt umleið 300 m2. Grundøkið er 576 m2. Byggiárið er 1984, men nógv er gjørt við húsini, og tey eru høvuðsumvald í 1994. Í ovastu hædd er køkur/alrúm við útgongd til terassu. Í miðhædddini er durur, gongd, 2 kømur ,hjúnarúm við atgongd til wc við brúsu, stór stova, baðirúm og vaskirúm. í niðastu hædd er fýrrúm og kjallararúm, har er góður møðuleiki at gera eina íbúð. Betongdekk er millum hæddirnar. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Stutt er til dagstovnar, skúla og sparkivøll og bussurin steðgar beint við. Útsynið er framúr gott. Prísuppskot : 2.450.000,00 Sethús Gerðisvegur Miðvágur Nýggju húsini eru í 2 hæddum – hvør á 144 m2 – í alt 288 m2. Grundøkið er 580 fermetrar. Byggiár: 2008. Í erva er inngongd / gongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm við klædnarúmi, baðirúm og 2 kømur. Í neðra er garaga við fjarstýrdari garaguhurð og inngongd til stórt rúm, ið kann innrættast. Tekningar og tilfarslisti eru vegleiðandi, tí avtala kann gerast um broytingar av innrætting og tilfari eftir egnum ynski. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum útsýni yvir bygdina, bátahylin og fjørðin. Stutt er til skúla, dagstovn handlar o.a. Møguleiki er fyri at fáa uml. kr. 125.000,00 í mvg. aftur av arbeiðslønini. Prísuppskot : 1.6 mill Sethús Johansgøta 3, Signabøur Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 147 fermetrar og ein kjallari sum er umleið 67 fermetrar. Grundøkið er 556 fermetrar. Byggiár er 1989..Íbúð er í kjallaranum. Húsini hava betong grund, annars kløddvið timbri, hava aluminiumstak og eru væl bjálvaði. Í miðhæddini er - durur, wc, gongd, baðirúm, hjúnarúm, stova, køkur og trappuniðurgingd. Í niðastu hæddin er : kjallararúm/ fýrrúm, eitt stórt rúm og sjálvstøðug íbúð, sum er gjørd í 2005 Busssambandið er sera gott, tað tekur 20 minuttir til Havnar. Prísuppskot 1.5 mill Sethús Gundadalsvegur 23, Tórshavn Stór sethús við bilskúri í tveimum hæddum á 105 fermetrar hvør hæddin - í alt samlað búvídd á uml. 210 fermetrar. Í ovarahæddini er inngongd, gongd trappa niður á veghæddina, wc, køkur spísistova, stova við fronskum hurðum ímillum, hjúnarrúm og eitt kamar. Niðarahæddin: gong, 4 stór kømur, køkur, baðirúm við brúsu og vaskirúm. Niðarahæddin er væl egnað til at leiga út sum íbúð ella kømur. Húsini eru bygd í 1970, men eru gjørd ístand, so sum, nýggjur køkur, ketil o.a. Húsini liggja rætt ímun til sólina, frá stovuni er hurð út á stóra altan, undir altanini er góður bilskúrur. Húsini liggja væl fyri í Gundadali, sera veðurgott stað. Beint við ítróttavøll, ítróttahøll, svimjuhøll, v.m. Útsýnið oman á vøllin og oman í býin. Prísuppskot 2.8 mill Sethús á Heygnum 1 Kvívík Nýggju sera snotiligu arkitektteknaðu orkusparihúsini eru 170 m2 í erva og 93 m2 í neðra – í alt 263 m2. Grundøkið er 637m2. Byggiár: 2008. Í erva er garaga, hjallur, inngongd, gongd, gestawc, grovkøkur / bryggers, køkur / alrúm / borðsstova við niðurgongd til niðastu hædd, arbejðsrúm, millumgongd, hjúnarrúm við stórum klædnarúmi, baðirúm og kamar. Í neðra er stova við útgongd til terassu, millumgongd, baðirúm, kamar og stórt vaskirúm við egnari útgongd. Laðagur og stoyptur garður er runt húsini. Tey standa í friðarligum, sera vøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær við barnagarð, skúla og frítíðarskúla. Panoramaútsýni er yvir allan fjørðin. Húsini verða seld nærum liðug, so keyparin sjálvur kann velja tilfar og seta sín egna dám á húsini. Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max. kr.150.000,00) aftur. Prísuppskot 2.3 mill Tvíhús Flatnagerði 10 A Tórshavn Tvíhús i tveimum hæddum, 75 fermetrar hvør hæddin, samlað búvídd á uml. 150 fermetrar. Niðasta hædd: Durur, gong, trappa, hjúnarrúm , 2 kømur, baðirúm við brúsu, fýrúm /vaskirúm og hjallur. Ovastahædd: gongd, baðirúm við kari, køkur, stova og kamar. Frá stovuni hurð út á stóra altan. Húsini eru sera væl hildin, nýggjur køkur og nýtt baðirúm, liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi beint við dagstovn, handil og busssamand er gott heim í býin. Prísuppskot : 2.2 mill Sethús Tórugøtu 19, Tórshavn Sera hugnalig arkiteknaði hús í gomlum stíli, uttan eru húsini klødd við rotfríum viði og hava flagtekju, úthurðarnar hava hvølpalás, veggirnir innan nær um allir klæddir við viði, stovan opin upp undir tróðir. Gongd, vátrúm, og baðirúm hava steinsett gólv við hita. Tvær hæddir við hálvum kjallara 73+73+36 - í alt samlað vídd á uml. 167 fermetrar. Húsini eru bygd 1983, broytt og umbygd 2003 m.a. vindeyguni skift á loftinum. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm við brúsu, vátrúm, hjúnarrúm, kamar, trappa til loft, køkur / spísistova / stova. Í ovastu hædd er stórt ljóst rúm úti á loftinum og tvey kømur. Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvið, ovarliga í Havnini, skjótt til gongu oman í býin, beint við dagstovn. Gott busssamband. Húsini venda rætt ímun til sólina, góð terassa til vesturskinið og hugnaligur garður við runnum og trøðum rundan um húsini. Prísuppskot 2.950.000,00 Handilsbygningur/Sethús Vágur, Vágur Handilsbygn/ingur/sethús við bilhúsi. Ognin er í trimum hæddum á 120+100+80 - í alt samlað búvídd á uml. 300 fermetrar. Veghæddin er innrættað til handil og tvær tær ovastu hæddirnar eru innrættaðar sum vanlig sethús. Húsini eru upprunalig bygd 1950 men umbygging og ábøtur eru gjørdar so við og við. Í miðhæddini er inngongd, gongd / trappur til 2.hædd 1kamar og 2 wc. Í ovastu hædd er gongd og 4 kømur. Í niðastu hædd er handilshøli við sýnisglugga, goymsla/arbeiðshøli, skrivstova og wc. Ognin liggjur væl fyri á høvuðvegin, aðrir handlar liggja kring vegin, aftan fyri liggja sethús. Gott busssamband og góðir parkeringsmøguleikar Hóskandi boð ynskist Sethús undir Reynum, Sandur Hugnalig gomul sethús upprunalig bygd uml.1860 seinni umbygd. 1979 eru húsini høvuðs umvæld og útbygningur bygdur uppí húsini. Til húsini er úthús og hjallur.Ein partur verður leigaður út til skúlastovu. Húsini eru í tveimum hæddum við loft, upp í tróður, innrættað við gong og tvey kømur. ì miðhæddini er: durur, gong, trappa til loft og kjallara, køkur/spísistova, stova, millumgong og hurð til útbygning sum er skúlastova. Í kjallarinum er: gong, baðirúm við brúsu og tvey kømur og kjallararúm. Húsin eru sera hugnalig og liggja væl fyri, mitt í gomlu bygdini, beint við gamla skúlan og handil. Prísuppskot 800.000,00 Sethús Hvarvið 6, Tórshavn Arkitektteknaði sethús í einari hædd 147 fermetrar + lítil kjallari við fýrrúm og ítrivsrúm 17 fermetrar - í alt samlað búvídd á uml. 164 fermetrar. Grundøkið er 508 fermetrar. Á veghæddini er durur, gongd við hurð út til terassu, toilet, køkur, grovkøkur/vaskirúm, hjallur, stova, millumgongd, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm við brúsu og klædnarúm. Í kjallarahæddini er ítrivsrúm, fýrrúm við arbeiðsborði og trappa upp til veghæddina, hurð er út til havan. Húsini eru sera væl hildin bæði uttan og innandura. Girðing úr gróti við træstakitt kring alla ognina. Vælhildin havi við runnum og blómun. Túni og terassa eru við føroyskum gróti. Ognin liggur í friðaligum íbúðarøki við blindan veg, stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni yvir havnina og Nólsoyarfjørð. Prísuppslot 3.2 mill Grundstykki Velbastaður, Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking Jákupstrøð matr. 24n . Stykki liggur væl fyri, nýggur býlingurin, liggur omanfyri bygdina Velbastaður, innkoyring frá tí gamla vegnum til Kirkjubøar. Beint við nýggjan skúla og dagstovn, sera gott útsýnið omanfyri gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. Skjótt til Havnar í bili og gott busssamband. Prísuppskot 700.000,00