Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 138 - 21. juli 2008 Føroyski flogskiparin Finnbjørn Garðalíð fekk í evstu stund lítla taxaflogfarið á kós aftur, tá tað misti flogið og fór bóltandi gjøgnum luftina. Umborð var millum annað kenda danska songkvinnan Nanna Óhapp Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Tá ið eg vaknaði var blóð allastaðni. Vit fóru við full- ari ferð niður gjøgnum luft- ina. Flogskiparin er ein hetja. Hann bjargaði lívi mínum. So stór orð brúkar Nanna Lüders, danska songkvinn- an handan kenda sangin Buster, um føroyska flog- skiparan Finnbjørn Garða- líð. Fríggjadagin var hann skipari á einum lítlum taxa- flogfari, sum mundi dottið niður millum Bornholm og Samsø, tí ein rútur í flogfar- inum knústist. Tíbetur eydnaðist tað í evstu stund Finnbjørn Garðalíð at venda flogfarinum og at lenda aftur í Rønne í øllum góðum. Men bert fáar minuttir frammanundan var Nanna sannførd um, at síðsti tímin var komin. Rætti flogfarið upp Óhappið hendi einar 20 minuttir eftir, at lítla taxa- flogfarið, ið einans tekur fimm ferðafólk, var farið upp frá. Í somu løtu sum tey flúgva inn í nøkur skýggj, brestur eitt vindeyga knappliga inn í kabinuna á lítla flogfarinum hjá flogfel- agnum Baltic Air Servic. Flogfarið misti sera skjótt flogið og fór bóltandi niður gjøgnum luftina. Um somu tíð misti Nanna eisini vitið í eina løtu. - Tá ið eg vaknaði var blóð allastaðni, og eg var sannførd um, at eg skuldi doyggja. So eg bað til, at tað skuldi henda skjótt. Flogskiparin er ein hetja. Hann bjargaði lívi mínum, segði hon við BT, sum fekk orðið á hana aftaná hendingina. Finnbjørn hevur tað gott Tað er ein fámæltur Finn- bjørn Garðalíð, flogskipari, sum Sosialurin fær orðið á í morgun. Hann sigur, at nú skal tilburðurin kannast av skaðanevndini, og aftaná verður lættari at úttala seg um hendingina. - Eg fekk onki mein og havi tað gott. Eisini eri eg farin til arbeiðis aftur, sigur hann. Hann vísir á, at hend- ingin ikki var so ógvuslig, sum donsk bløð vilja vera við. Skakandi hending Til alla lukku komu øll und- an óhugnaligu hendingini uttan mein. Nanna segði soleiðis við BT: - Eg var sera sera skelkað og varð koyrd á skaðastov- una. Men tíbetur hevði eg ikki fingið nakran skaða. Hon fekk eitt kamar á hot- elli í Rønne, har hon kom nøkulunda fyri seg aftur. - Eg havi tað gott nú. Men vit vita sjálvandi ikki, um okkurt kemur upp seinni, segði 44 ára gamla Nanna, sum eftir ætlan skuldi framføra á Samsø- festivalinum saman við danska sangaranum Johnny Madsen. Men hetta var sjálvandi av ongum. Sven Bremer er stjóri í flogfelagnum Baltic Air Service, sum leigar smærri flogfør út til ymisk høvi. Hann váttar tilburðin fyri Sosialinum og sigur, at øll eru sera skelkað enn. - Men eg fái ikki úttala meg so nógv enn, tí skaða- nevndin skal nú kanna hend- ingina, sigur stjórin i Baltic Air Service, Sven Bremer. Talan var um eitt PA-32 taxaflog, har pláss er fyri tveimum flogskiparum og fimm ferðafólkum. Føroyskur flogskipari bjargaði sangstjørnu Finna hálvdeyðar pingvinir Teir báðar seinastu mánaðirnar eru einar 400 deyðar pingvinir skolaðar upp á land í brasilska statinum Rio de Janeiro. Myndugleikarnir har siga, at í flestu førum er talan um ungar pingvinir. Tað eru tó ikki allar, sum eru deyðar, og brasilskir djóravinir og djóralæknar royna at bjarga teimum, sum kunnu bjargast. Tað er ikki óvanligt, at pingvinir koma við havstreymunum til Brasil, men tær eru óvanliga nógvar í tali í ár, skrivar AP. Olofsson aftur í geglið Kendi svenski brotsmaðurin Clark Olofsson er aftur endaður í geglinum. Um vikuskiftið bleiv hann tikin í býnum Varberg, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur havt samband við umfatandi rúsevnahandil. Løgreglan sigur, at umframt Clark Olofson hevur hon tikið fimm fólk í Varberg og Stockholm í sambandi við sama mál. Clark Olofson, sum nú er 61 ára gamal, er í dag belgiskur ríkisborgari og hevur fingið sær navnið Daniel Demuynck. Finnbjørn Garðalíð, úr Vestmanna, sum býr í Svøríki, var flogskipari á lítla PA 32 flogfarinum. - Eg fekk onki mein og havi tað gott. Eisini eri eg farin til arbeiðis aftur, sigur hann við Sosialin. Hvør minnist ikki Nannu Lüders frá sanginum um Buster?