mánadagur 21. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 138 - 21. juli 2008
- Tað kann koma upp
á tal, at samgongan
fer at einskilja
almennar stovnar
og brúka ein part av
inntøkunum at fíggja
Sandoyartunnilin við
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal Samgongan einskilja
almennar ognir og brúka
eina part av avkastinum til
at fíggja Sandoyartunnilin
fyri?
Tað er ein av teimum
nógvu spurningunum, sum
eru umrøddir í samgonguni,
nú roynt verður at finna
eina loysn fyri, hvussu
ætlanin um at gera undir
sjóvartunnil í Eysturoy og í
Sandoy, kunnu setast í
verk.
Í sambandi við ætlanirnar
hevur tað serstakliga verið
fíggingarspurningurin, sum
hevur verið tórførur at finna
semju um.
Ikki minst er tað tórført
at semjast um at fíggja
Sandoyartunnilin, tí hann
er dýrur. Hinvegin fer
Eysturoyartunnilin at gera
stórt avkast.
Heidi
Petersen,
sum
hevur umboðað Tjóðveldið
í tunnilsbólkinum hjá sam
gonguni, sigur, at ein spurn
ingur, sum hevur verið
umrøddur, er at einskilja
almennar ognir og at brúka
ein part av inntøkunum til
at fíggja almennar útbygg
ingar fyri, eitt nú Sandoyar
tunnilin.
Hon leggur tó dent á, enn
ongin niðurstøða er tikin í
hesum sambandi.
Men hon vísir á, at tað
almenna eigur stórar ognir,
eitt nú Føroya Tele, tveir
triðingar
í
Atlantsflogi,
Húsalánsgrunnin,
Realin
og aðrar ognir og aðrir
grunnar.
Hetta eru alt ognir, sum
høvdu kastað nógva pening
av sær til landskassan,
verða tær einskildar og ein
partur av teimum kundi
verðið brúktur at fíggja
Sandoyartunnilin og aðrar
útbyggingar
við,
sigur
løgtingskvinnan hjá Tjóð
veldinum.
Tað hevði avmarkað
upphæddina, sum tað er
neyðugt at læna til Sandoy
artunnilin, leggur hon aftur
at
Mugu hugsa
um búskapin
Annars
sigur
hon,
at
tilmælið í tunnilsbólkinum
sigur heilt greitt, at enda
málið hjá samgonguni er at
fara undir Sandoyartunnilin
í 2011.
Men eisini hon heldur at
tað er blóðskeivt av sam
gonguni at binda seg til ein
ávísan dag, tí tað veldst alt
um búskaparligu støðuna.
Hon vísir hon eisini á, at
samgongan vil ikki fara
undir tunnilin, fyrrenn 150
milliónir krónur standa í
partafelagnum, sum skal
gera tunnilin.
Og endamálið er, at tað
skal vera í 2011
Hinvegin sleppa vit ikki
undan alla tíðina at taka
støði í búskaparligu støðuni
og tí er tað ómøguligt at
siga beint nú, nær fíggjar
ligar vánir vera fyri at fara
undir Sandoyartunnilin, sig
ur Heidi Petersen.
Vit vænta ikki, at nøkur
onnur samgonga hevur so
stóran vilja at fremja Sand
oyartunnilin, sum hendan,
men verður ov stór aftur
gongd í samfelagnum, er
tað ómøguligt at byrja
longu í 2011 og tí ber rætt
og slætt ikki at geva sandoy
artingmonnum nakra ávísa
dagseting.
Tað er tað stór semja
um í samgonguni.
Hinvegin verður beinan
vegin farið undir at fyrireika
tunnilin, so tað er klárt at
byrja, tá ið fíggingin er
klár.
Annars staðfestir Heidi
Petersen, at tað kemur undir
ongum umstøðum upp á tal
at gera bæði Eysturoyar
tunnilin og Sandoyartunn
ilin ísenn.
Hvør
skal
so
gerast
fyrst?
Tað veit eg ikki, tað
kundi verið tann, sum er
longst frammi í fyrireiking
unum, sigur hon og so má
hin bíða í eini fýra, ella
fimm ár.
Her kann leggjast afturat,
at tað er Eysturoyartunn
ilin, sum er komin nógv
longri í fyrireikingunum, tí
verður skjótt atborið er
klárt at bora har um eitt ár.
Tað er nú avgjørt,
at tað verður Tórs-
havnar Skipasmiðja,
sum skal projektera
nýggja havrann-
sóknarskipið, sum
samgongan ætlar at
byggja
Havrannsónarskip
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað
verður
Tórshavnar
Skipasmiðja, sum fær litið
upp í hendurnar at projek
tera nýggja havrannsókn
arskipið.
Tað er avgjørt nú um dag
arnar.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár
varð samtykt, vórðu 2,9
milliónir settar til at projek
tera eitt nýtt havrannsóknar
skip, sum samgongan hevur
sett sær fyri at byggja.
Síðani hevur projektið
verið boðið út og tá ið av
tornaði komu fimm tilboð
inn, tvey úr Føroyum og
annars eitt úr Danmark og
tvey úr Noregi.
Og nú er so avgerð tikin
um, at samanumtikið var
tað
Tórshavnar
Skipa
smiðja, sum hevði tað besta
tilboðið.
Tórshavnar Skipasmiðja
hevði tað tilboðið, okkum
dámdi best, samanumtikið,
sigur Hjalti í Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirannsóknar
stovuni við Portalin.
Í projekteringini bindur
Tórshavnar
Skipasmiðja
seg til at taka serkønar ráð
gevarar uttanlands upp í,
har tað er neyðugt,
Men hann vil ikki upplýsa
prísin, tí skulu fleiri samráð
ingar vera við Skipasmiðj
una um endaliga prísin.
Eitt, sum dentur varð
lagdur á, var, at projekter
andi skipasmiðjan er tætt
við.
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at projektið skal vera liðugt
í ár og verður peningur játt
aður á fíggjarlógini, verður
arbeiðið boðið út beinan
vegin.
Nýggja skipið verður eitt
sindur størri enn Magnus
Heinason, sum annars hev
ur tænt teimum væl, men
tíðin er farin frá honum, tí
hvørki tekniskt, ella í aðrar
mátar, lýkur hann dagsins
krøv.
Hjalti í Jákupsstovu dylir
ikki fyri, at tey vóna at tað
eydnast at fáa skipið, tí tað
verður eitt stórt framstig og
hetta verður so fyrstu ferð,
at vit fáa eitt havrannsókn
arskip, sum er smíðað til
endamálið.
Heilsurøktarar prógv í Vodskov
Tann 26. juni fingu Margret V. Joensen,
Vágur, Jónfríð O. Venned Tórshavn og
Hanna Einarson Nielsen, Saltangará
prógv sum heilsurøktarar á skúlanum í
Hammer Bakker í Vodskov í Danmark.
Ilt við at benda Gøtutrónd
Nú Tróndardagar hava verið í Gøtu, og reist er
standmynd av »fyrsta intellekutella føroyinginum«, sum
løgmaður málbar seg, so kundi verið hóskandi við eini
lítlari rættleiðing, nú so nógv fólk í miðlunum hava
bent navnið »Tróndur« skeivt. Tróndur bendist:
Tróndur, Trónd, Tróndi, Tróndar. Tað eitur ongantíð
»Trónda« í hvønnfalli, sum fleiri ferðir hevur verið at
hoyrt. »Vit hava heiðrað Trónd!« (uttan a í endanum).
Tann, ið ivast í, hvussu nøvn bendast, kann altíð leita
sær á frálíku heiamsíðuna hjá Føroysku Málnevndini,
www.fmn.fo, har øll nøvn og allar bendingar síggjast.
Almennir stovnar seljast at fíggja
Sandoyartunnilin
- Ein møguleiki er at einskilja almennar ogning og brúka
inntøkurnar av tí at fíggja Sandoyartunnilin við, sigur Heidi
Petersen, sum umboðaði Tjóðveldi í tunnilsbólkinum hjá
samgonguni
Tórshavnar Skipasmiðja hevði besta tilboðið
Tórshavnar Skipasmiðja hevur nú fingið litið upp í
hendurnar at projektera nýtt havrannsóknarskip og stjórin á
Fiskirannsóknarstovuni vónar, at tað eydnast teimum at fáa
nýtt havrannsóknarskip