mánadagur 21. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 138 - 21. juli 2008
Tað kom óivað
óvart á tey flestu,
tá tíðndaskriv
fríggjadagin boðaði
frá, at aðalstjórin í
Mentamálaráðnum
verður fluttur í
starv sum ráðgevi á
Løgmansskrivstovuni,
men sambært
pørtunum, so er onki
løgið í hesum
StarvSSetan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjadagin
boðaði
Løgmansskrivstovan frá, at
at Petur Petersen, aðalstjóri
í Mentamálaráðnum, tekur
við starvi sum ráðgevi á
Løgmansskrivstovuni. Hesi
tíðindi komu knappliga og
óvart á fleiri, men sambært
pørtunum er onki løgið í
tíðindunum.
Hetta hevði sjálvandi git
ingar við sær beinanvegin,
hvørt aðalstjórin var upp
sagdur, ella um hann hevði
sagt seg úr starvi, og hvørt
hetta hevði við trupul
leikarnar við játtanini til
Sernámsdepilin ar gera, har
stjórin fyri stuttum eisini
segði seg úr starvi, og nýggj
ur júst er settur.
Ikki lækkaður í tign
Men hóast aðalstjórin er
settur í starv, ið ikki er lýst
leyst, so sigur Marjun Han
usardóttir, løgmansstjóri, at
talan er um vanliga flyting,
og ikki uppfunnið starv, og
at hetta als iki er óvanligt,
tá talan er um fólk í tæn
astumannastarvi.
Tað kemur væl við at
fáa Petur Petersen sum ráð
geva, nú ráðini eru býtt
sundur, sigur løgmanstjór
in, og sipar til, at Uttanríkis
ráðið hevur fingið starvs
fólk, og tí er akademiski
hópurin á Løgmansskriv
stovuni tódnaður.
Hann hevur ein profil,
ið hóskar sera væl, so tað
kemur væl við at fáa Petur
Petersen í starv, og eg haldi
eisini, at hann gleðir seg,
sigur
Marjun
Hanusar
dóttir.
Hon heldur ikki, at talan
er um lækking í tign, og
váttar, at Petur Petersen
framhaldandi
fær
aðal
stjóraløn.
Hann svarar sjálvandi
til mín, og fær annað starvs
innihald, men fær somu løn
framhaldandi. Har hava vit
ein leist, tí slíkt er roynt
áður, sigur Marjun Hanusar
dóttir.
Fekk tilboð
Bæði
Kristina
Háfoss,
landsstýriskvinna í menta
málum, og Petur Petersen
siga, at talan er um, at aðal
stjórin fekk eitt starvstilboð,
sum hann valdi at taka av.
Petur Petersen fekk eitt
tilboð um starv, sum hann
hevur tikið av, sigur Kristina
Háfoss, og leggur afturat, at
meira er ikki í tí, og hon
vísir aftur, at flytingin hevur
nakað við Sernámsdepilin
og truplu fíggjarjáttanina
har, at gera.
Hon sigur tó, at við
flytingini er tørvur á nýggj
um aðalstjóra í mentamála
ráðnm sum skjótast, og tað
hevur tí skund at lýsa eftir
nýggjum aðalstjóra, men
hetta er tó eitt øki, ið er
undir
Løgmansskrivstov
uni.
Petur Petersen sjálvur sig
ur, at talan er als ikki um
eina starvsflyting, ið er
komin knappliga, hóast tað
alment kann tykjast so.
Hann sigur, at tað er
nakað av tíð síðani, at hann
fekk tilboðið, og at tað kom
á pláss nú, beint tá fók fóru
at halda summarfrí.
Heldur ikki hann metir,
at talan er um lækkan í
tign.
Eg fái nýggjar og spenn
andi uppgávur. Eg fari frá
tungum leiðsluupgávum, til
seruppgávur, ið tó serliga
eru innan búskap, uttan
ríkismál og figgjar og bú
skaparpolitikk, og tað er
sera spennandi, sigur Petur
Petersen, komandi ráðgevi
hjá løgmanni, ið frá 1. sep
tember situr sum serligur
ráðgevi við aðalstjóraløn.
Ráðgevi við aðalstjóraløn
Petur Petersen, ið er 50 ár, hevur verið aðalstjóri í
Mentamálaráðnum í 11 ár. Áðrenn tað var hann
leiðari fyri Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 8 ár,
umframt at hann eisini hevur havt leiðandi størv í
vinnulívinum.
Petur Petersen er útbúgvin B.Sc. í búskapi og
fyrisiting og M.Sc. í leiðslu. Harumframt hevur hann
luttikið í einari røð av eftirútbúgvingum og
skeiðum.
FAKTA
Petur Petersen er fluttur í annað starv. Frá aðalstjóra í Mentamálaráðnum til ráðgeva á
Løgmansskrivstovuni, men hann fær framvegis aðalstjóraløn
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríggjadagin var bók
alment løgd fram í
Stóra Pakkhúsi í Vági
um Palla í Tøðuni
Bókaútgáva
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 18. juli hevði Jóan
Pauli Thomasen verið 100
ár. Í hesum sambandi kom
út bók um mannin og
skaldið. Bókin eitur »Eg
lítil sat á móður knæ«, og er
hetta savn av tí, ið JóanPauli,
Palli í Tøðuni nevndur,
hevur skrivaði.
Á skránni fríggjadagin
vár sangur og frásagnir um
mannin og felagssangur.
Arnfinnur
Thomasen
skrivaði bókina og hann
legði eisini fyri útgávudagin,
og so varð sangur spældur,
ið hevur tekst eftir Palla í
Tøðuni, og sum Arnginnur
hevur gjørt lag til og dóttir
hansara syngur. Framsýn
ingar og fyrilestrar vóru á
skránni, m.a. segði Thorleif
Augustinussen nøðkur oðrð
um mammubeiggjan Palla í
Tøðuni.
Bókin fæst nú til keyps
og ein fløga við sangi og frá
sagnum fylgir eisini við.
Bókin um Palla í
Tøðuni løgd fram
Arnfinnur Thomasen, høvundur, bjóðaði vælkomin, tá bókin um Palla í Tøðuni varð løgd alment fram í Stóra Pakkhúsi
fríggjadagin
Mynd: Dagfinn Olsen
Tónleikainnrás í Fugloy
Hósmorgunum stevndi Másin út til Fugloyar fullfermdur við fólkatónleikarum,
ljóðførum og ferðafólki. Fyri framman stóð eitt døgn á tremur við tónleiki, dansi og
blíðskapi so stórum, sum ongin hevði ímyndað sær. Vitjanin hjá fólkatónleikarastevnuni
í Fugloy byrjaði við eini konsert í skúlanum í Hattarvík og helt fram við enn eini
konsert í kirkjuni. Á báðum konsertunum var so fullsett, at illa fekst sitipláss til øll.
Síðani varð farið til Kirkju har konsertferðin helt fram í kirkjuni. Aftaná var føroyskur
dansur, har Árni Dahl, skipaði. Serliga nógvir útlendingar vóru í Fugloy hendan dagin,
og nýttu teir flestu høvið at vera við í dansinum. Frá føroyska dansinum innadura, helt
dansifólkið síðani á uttandura til tann ljósa morgun. Fólkatónleikararnir lata avbera væl
at vitjanin í Fugloy, har øll, bæði eldri og gomul, gestir og bygdafólk, vóru við í
hugnanum frá fyrstu til seinastu fólkatónarnar.