mánadagur 21. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 138 - 21. juli 2008
Um eina viku fer
landsstýrismaðurin
í fiskivunnumálum
at leggja uppskot fyri
Løgtingið um, hvussu
nógvir fiskidagar
skulu vera undir
Føroyum næsta ár
og hann ætlar at
skerja fiskidagarnar
munandi, umframt
at friða fleiri øki
og at krevja víðari
trolmeskar
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit mugu tora!
Tað eru slagorðini hjá
Tórbirni Jacobsen, lands-
stýrismanni í tilfeingismál-
um, nú hann á ólavsøku um
eina viku fer at leggja upp-
skot fyri Løgtingið um,
hvussu nógvir fiskidagar
skulu vera undir Føroyum
næsta ár.
Men tað skilst á honum,
at hann hevur ætlanir um
stórar broytingar og hann
hevur enntá ætlanir um
størri broytingar enn bara at
broyta fiskidagatalið.
- Okkara fiskastovnar eru
í eini kreppu, sum kanska
er tann álvarsamasta, vit
vita um og tí mugu vit tora
at taka tey stigini, sum eru
neyðug fyri at fáa teir á
føtur aftur, sigur hann.
Skerja, víðka og økja
Áðrenn uppskotið verður
lagt fyri Løgtingið, vil hann
ikki siga, hvat hansara til-
mæli verður. Men tað skilst
á øllum brøgdum, at verður
tað, sum hann vil, skulu vit
vænta munandi broytingar.
Sostatt er væntandi ein
skerjing í fiskidøgunum,
sum størri enn vanligt,
umframt at vit kunnu vænta,
at økisfriðingarnar verða
meiri umfatandi og at trol-
meskarnar skulu vera víðari.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at hetta eru tríggir møgu-
leikar, sum hann hevur at
skerja fiskiskapinum og
hann váttar, at uppskotið,
hann fer at leggja fyri løg-
tingið, verður eitt saman-
spæl av færri fiskidøgum,
víðari trolmeskum og meiri
umfatandi økisfriðingum.
Og at skerja fiskiskapinum
heldur hann er avgerandi
neyðugt.
Toskastovnurin er so illa
fyri, sum hann ongantíð
hevur verið. Fiskiskapurin
er so lágur, sum hann ikki
hevur verið í 100 ár og
ICES metir, at gýtingar-
stovnurin av toski undir
Føroyum, er ikki meiri enn
vanlukkulig 16.000 tons og
tað er tað minsta, hann nakr-
antíð hevur verið.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at onkuntíð hevur hann ver-
ið yvir 100.000 tons, so í
løtuni er toskastovnurin
avgjørt á einum lágmarkið,
sum krevur bráðneyðug og
avgjørd tiltøk.
Trýstið økt 20-35%
Samstundis hevur ein nevnd
kannað, hvussu nógv veiði-
trýstið er økt hesi seinastu
árini, síðani fiskidagaskip-
anin varð sett í verk.
Nevndin er ikki liðug við
endaligu
útrokningarnar,
men fyribils benda útrokn-
ingarnar á, at hóast fiski-
dagarnir eru lækkaðir nøkur
prosent av og á, er sjálvt
veiðitrýstið vaksið eini 20-
35%, mest av tí at fiskiflotin
er blivin so nógv effektivari
enn hann var fyrr.
Rætta tíðin at skerja
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
í hansara hugaheimi kann
endamálið við fiskivinnu-
politikkinum ikki longur
vera at útvega skipunum
nóg nógvar fiskidagar.
- Fiskivinnupolitikkurin
má vendast á høvdið, tí
yvirskipað endamálið má
vera at tryggja stovnunum
bestu líkindi, so at hann
verður varðveittur á so høg-
um støði sum gjørligt.
- Og so má fiskiflotin
laga seg eftir tí.
Hann ivast ikki í, at vit
missa útflutningsvirði fyri
næstan eina milliard um
árið, bara tí at vit røkja
stovnarnar so illa.
Og sjálvur er hann til
reiðar at taka tey stig, sum
eru neyðug fyri at fáa fiska-
stovnarnar á føtur aftur og
soleiðis at flotin verður
lagaður til.
- Tað fer at bera í sær, at
nøgdin, sum tað er ráðiligt
at taka úr stovninum hvørt
ár, kann fiskast so effektivt
sum gjørligt.
Ì hesum sambandi er
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum til reiðar at
leggja stóran dent á ráð og
tilmæli frá fiskifrøðingum.
Og serfrøðin hevur mælt
til at skerja fiskiskapin mun-
andi.
Tórbjørn Jacobsen endur-
tekur, at hann vil ikki siga,
hvussu stórar broytingar,
hann fer at mæla til.
- Tað kann ein og hvør
hugsa sær til og øll hava
væl skilt, at okkurt má ger-
ast.
Og hann heldur, at akkur-
át nú er rætta stundin at taka
avgerandi stig, tí kanningar
vísa, at ýðjur við nebbasild
og í æti undir Føroyum.
- Taka vit munagóð stig
nú og gera tær neyðugu til-
lagingar, kann tað sostatt
eydnast at byggja stovnarnar
upp aftur upp á ikki meiri
enn eini trý ella fýra ár,
leggur hann afturat og so
ræður varðveita stovnarnar
stórar.
Tórbjørn til reiðar
at taka eitt ódnartak
- Øll hava skilt, at okkurt má gerast í fiskivinnuni og tað eri eg til reiðar at gera, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Bumbuflogfar datt niður
Eitt amerikanskt bumbuflogfar av slagnum B52 er dottið niður í
Kyrrahavið. Amerikanska verjumálaráðið sigur, at seks fólk vóru í
flogfarinum, sum datt niður nærhendis oynni Guam har vesturi í
Kyrrahavinum. Sagt verður, at tvey fólk eru funnin, men einki verður
sagt um, hvørt tey vóru á lívi ella ikki. Flogfarið var úr einari deild,
sum hevur støð í statinum Louisiana, men tað var komið til Guam í
sambandi við eina flogsýning har. Hetta er annað amerikanska
stríðsflogfarið, sum er dottið niður við Guam í ár. Í februar datt eitt
bumbuflogfar av slagnum B2 niður, beint eftir at tað var farið á flog
av hernaðarflogvøllinum á Guam.