Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 138 - 21. juli 2008 Fer Gerhard Lognberg úr samgonguni orsakað av Sandoyar­ tunl­inum, hel­dur Tórbjørn Jacobsen avgjørt at ein roynd eigur at verða gjørd at fáa Sjál­vstýrisfl­okkin upp í samgonguna, hóast tað merkir, at l­andsstýrið skal­ skipast av nýggjum Samgongan Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo Verða Gerhard Lognberg og kanska eisini Páll á Reynatúgvu alt ov stívrendir í sambandi við undirsjóvar­ tunlarnar, kann tað væl hugsast, at samgongan bara setir teir út á eitt síðuspor, har teir onga ávirkan fáa. ­ Hendir tað, at teir báðir taka stuðulin til samgonguna aftur so at hon missur meiri­ lutan, eigur ein roynd at verða gjørd at fáa Sjálvstýr­ isflokkin við upp í sam­ gonguna, heldur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum. Teir báðir sandoyarting­ menninir, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, hava hótt við at taka stuðulin til samgonguna aftur, fáa verður ikki farið undir at gera Sandoyartunnilin í seinasta lagi fyrst í 2011. Men hetta vil ongin í annar í samgonguni lova teimum. Einasta lyftið teir fáa, er, at samgongan hevur eitt ærligt ynski um at gera Sandoyartunnilin, men kem­ ur stígur í búskapin, er tað ikki vist, at hann kann verða gjørdur nú. Tórbjørn Jacobsen væntar ikki, at teir báðir fara at taka stuðulin til samgonguna aft­ ur, so at hon missur meiri­ lutan. Royna eftir D Men skuldi tað hent, er næstformaðurin í Tjóð­ veldinum til reiðar at bjóða Sjálvstýrisflokkinum upp í samgonguna fyri at varð­ veita meirilutan á tingi. ­ Missur samgongan meirilutan, eiga vit at gera eina roynd at fáa Sjálvstýris­ flokkin upp í samgonguna ístaðin fyri, heldur Tórbjørn Jacobsen. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur fleiri ferðir boðað frá, at hann er ikki sinnaður at vera fastur stuðulsflokkur hjá samgonguni, so antin er hann í andstøðu, ella verður hann beinleiðis við í samgonguni og fær umboð í Landssstýrið? ­ So mugu vit taka sam­ ráðingar upp um tað, sigur Tórbjørn Jacobsen. Og hann ivast ikki í, at ein slík samráðing hevði borið á mál. ­ Munurin er so lítil á samgonguskjalinum og tí politikki, sum Sjálvstýris­ flokkurin stendur fyri, at tað átti ikki at verið nakar trupulleiki. Tórbjørn Jacobsen heldur avgjørt at tað hevði verið vert at fingið Sjálvstýris­ flokkin uppí, skuldi alter­ nativið verið at samgongan slitnaði. ­ Mær dámar hesa sam­ gonguna ótrúliga væl, tí eg haldi, at hetta er einasta samgonga, sum er før fyri at loysa grundleggjandi trupulleikarnar í okkara fiskivinnu, eitt nú við at skipa ein fiskidagabanka. ­ Hendan samgongan er før fyri at gera tær umfatandi broytingarnar, sum krevjast í hesum samfelagnum, eitt nú á fiskivinnuøkinum, á eftirlønarøkinum og á skatta­ politikkinum Tjóðveldi og Javn­ aðurin eru bulurin Tórbjørn Jacobsen metir ikki, at tað hevði verið nøkur forðing fyri at framt hesar broytingarnar saman við Sjálvstýrisflokkinum. Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur loysn av umskipa samgonguna heilt og at fáa Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin upp í ístaðin fyri Javnaðarflokkin, fyri at sleppa undan hvørkra­ takinum frá Gerhard Logn­ berg. ­ Eg meti, at tað eru Tjóð­ veldi og Javnaðarflokkurin, sum eru bulurin í hesi sam­ gonguni, tí hinir báðir stóru flokkarnir hava víst, tað ber ikki til at fremja neyðugu broytingarnar samanvið teimum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið eru rættiliga samdir flokkar á at kalla øllum økjum uttan tí tjóð­ skaparliga. ­ Men fáa vit framt neyð­ ugu broytingarnar í samfel­ agnum, verður tað eitt so sterkur, búskaparligur grund­ vøllur undir einum sjálv­ berandi búskapi, at tað verður munandi lættari hjá veljaranum at taka støðu til tann tjóðskaparliga spurn­ ingin, tí tá kann krossurin setast, uttan at stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum. Sjálvstýris­ flokkurin aftur farin at spøkja í samgonguni Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin eru bulurin í hesi samgonguni og tað ber ikki til at fremja neyðugar broytingar við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Tí er ongin loysn at fáa annan av teimum upp í samgonguna ístaðin fyri javnaðarflokkin,heldur Tórbjørn Jacobsen Ein arbeiðsgevari í Eysturoy og hjál­p­ armaður hansara, eru fongsl­aðir fyri at hava hótt tvey starvsfól­k við l­ívinum Hóttanir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú um vikuskiftið tók løg­ reglan í Eysturoy ein arbeiðsgevara fyri at hava hótt tvey starvsfólk hjá sær við lívinum. Samstundis varð ein hjálparmaður hjá arbeiðs­ gevaranum eisini tikin fyri tað sama. Báðir menninir vórðu fyri í Føroya Rætti um vikuskiftið, har teir vórðu skuldsettir fyri at hava hótt tvey útlendsk starvsfólk við lívinum. Teir høvdu eisini tikið passini frá teimum út­ lendsku starvsfólkunum og sostatt forða teimum í at sleppa av aftur landinum. Men tey útlendsku starvs­ fólkini meldaðu málið til løgregluna, sum síðani handtók teir báðar mennin­ ar. Rætturin gjørdi av at fongsla báðar menninar ímeðan løgreglan kannar málið. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løg­ regluni sigur, at forboð er fyri at nevna nøvn í málin­ um fyri ikki at órógva kanningararbeiðið og av tí sama var rættarmálið eis­ ini fyri læstum hurðum. Sostatt er tað ikki nógv, sum hann kann siga um málið. Teir báðir menninir nokt­ aðu seg sekar. Hóttu starvsfólk við lívinum Leitaðu eftir ísbjarnum á Vestfirðum Eftir at ferðafólk í gjárkvøldið hildu seg hava sæð tvær ísbjarnir, varð farið at leita, og í nátt var løgreglan vís í, at tað ikki eru komnar ísbjarnir á land í Íslandi. Klokkan var umleið níggju í gjárkvøldið, tá ið løgreglan á Ísafirði fekk boð frá ferðalagi, sum var til gongu skamt frá Hvannadalsvatni og millum Hornvík og Hælavík. Boðini vóru, at ferðafólkini hildu seg síggja tvær ísbjarnir í Skálakambi, sum tað verður nevnt. Løgreglan sendi bjargingarskipið Gunnar Friðriksson av Ísafirði og norður á Hornstrandir, og so varð tyrla send at kanna, hvussu tað sá út á staðnum. Leitað varð inntil klokkan hálvgum trý í nátt. Tá varð kanningararbeiðið liðugt, og eingin ísbjørn hevði verið at sæð og heldur einki tekin um, at ísbjarnir eru í økinum. Løgreglan í Vestfirðum sigur við íslendskar fjølmiðlar, at allar sovorðnar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara, og at málini harvið verða gjølla kannað.