mánadagur 21. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 138 - 21. juli 2008
Sosialurin
Parlamentariska støðan
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá, leygardag tó frá kl.
11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Vit fara nú inn i eina viku, ið á mangan hátt er
avgerandi fyri politisku lagnuna hjá landsstýrissam-
gonguni. Í hesi vikuni verður síðsta hond løgd á
løgmansrøðuna, har støðan verður lýst. Í politisku
støðuni eru tvey mál, ið elva til trupulleikar, tunnils-
ætlaninar og fiskivinnupolitikkurin. Herumframt
spøkja onnur løgin og keðilig mál, sum ikki
beinleiðis koma undir heitið stór innanlendispolitisk
mál, men sum eru við til at geva almenninginum
myndina av eini skinklandi samgongu. Tað er ein
spurningur, hvussu leingi samfelagið tolir ta óvissu,
sum stendst av hesari ótryggu politisku støðu. Men
hetta til ólavsøku hendir neyvan nakað dramatiskt.
Hinvegin eigur løgmaður at fáa parlamentarisku
støðu samgongunnar avkláraðað í sambandi við
oðraskiftið um løgmansrøðuna.
Vikan, ið fór, gav eina mynd av eini samgongu, har
løgtingsmeirilutin meira enn rillar. Meðan Páll á
Reynatúgvu er komin til sættis við samgonguna,
hevur Gerhard Lognberg sett hart ímóti hørðum.
Flokkur Gerhards tykist ikki at vera semjusinnaður,
og Gerhard hevur fingið knívin á barkan. Sum
tað sær út, so ber ímóti, at Gerhard antin meldar
seg út úr flokkinum ella verður ekskluderaður.
Javnaðarflokkurin hevur í síni longu søgu ikki
siðvenju fyri at takla innanhýsis ósemjur við
góðum handalag. Tann, ið ikki aktar, verður hóttur
við ekslusjón ella verður eksluderaður. Hetta
er løgið, tí í søgu flokksins hava ekslusiónir ella
eksklusjónsroyndir ongantíð gagnað flokkinum. Tað
má tí ikki undra, at formaður Javnaðarflokksins á
tingi alment nýtir so harðligan málburð mótvegis
egnum flokksfelaga, ið hevur sínar politisku røtur
í tí ”gamla” Javnaðarflokkinum. Tað er í heila
tikið ein løgin samskiftisformur, hetta alment at
tykta partamenn við bombastiskum almennum
proklamatiónum. Hví ikki seta seg niður og tala um
tingini? Hvar er galið við dialoginum? Víst gevur
hann ikki so nógv publicity sum proklamatiónirnar,
men hann hevur heilt síðan dagar Periklesar verið
høvðusamboðið í fólkaræði.
Løgmaður er sperdur av hesi støðu og hann hevur
fýra valkostir. Hann kann royna at koma til sættis
við Gerhard, hann kann taka Sjálvstýrisflokkin
upp í sítt parlamentariska støði, hann kann
venda sær til annan av teimum stóru borgarligu
andstøðuflokkunum, ella hann kann skriva nýval.
Tað mest einfalda er at semjast við Gerhard, men
vansin er, at tað eru fleiri ”Gerhardar” í sam-
gonguni. Annað alternativið er freistandi, men
”Kárarnir” eru tveir politiskir ribbaldar, sum vera
bæði dýrir og óstýriligir. Triðja alternativið man
geva trupulleikar við fiskivinnupolitikkinum og
blokkinum, men hetta skuldi verið ein avbjóðing fyri
lømann. So er tað fjórða alternativið, sum ikki er
tespiligt, men sum gerst meira realistiskt fyri hvønn
dag. Eitt er vist: henda støðan kann ikki standa við.
Nú formaðurin í tingbólki
Javnaðarfloksins hevur
sagt, at Sandoyartunnilin
hevur ongantíð verið so
nær sum nú og beinleiðis
leggur meg undir at “sabo
tera” ætlanina, fari eg at
spyrja samgonguna hesar
spurningar, sum eg ikki
havi fingið svaraðar:
Tá ið sagt verður av
summum samgongulimun,
at í november 2010 eru
150 mió í partafelagnum til
Sandoyartunnulin. Vil tað
so siga, at byrjast skal at
borða i november/desemb
er 2010 og um so er, verð
ur hetta so samtykt við lóg.
Landsstýriskvinnan og
løgmaður hava sagt, at
báðir tunnlarnir, verða ikki
gjørdir samstundis, gev
mær greitt at vita, hvør
tunnil skal gerast fyrst.
Hetta hevur jú alstóran
týdning fyri málið.
Um byrjað verður at bora
fyri Sandoyartunnlinum í
nov/des 2010, og hetta
verður samtykt við lóg, so
eri eg partur av samgong
uni.
Eg vil hava svar upp á
hesar báðar spurningar
innan mikudagin, 23 juli kl
15,00.
Suðurparturin av Før
oyum hevur brúk fyri
tunnlinum
Tað mátti vakt ans hjá
samgonguleiðaranum, at
einastu sýslur í landinum,
sum hava afturgongd í
fólkatalinum, eru Sandoyar
sýsla og Suðuroyar sýsla.
Tað er neyðugt, at vit
arbeiða langtsiktað við at
bjarga sunnaraparti av
Føroyum, hetta er eitt
arbeiði sum má byrja
skjótast gjørligt!
Við Javnaðarkvøðu
(Avrit er sent til: Bjørt
Samuelsen, landstkv.
Jóhannes Eidesgaard, løg
mann, tingbólk
Javnaðarfloksins
fjølmiðlarnar lokalfelag
Javnaðarfloksins í
Sandoynni)
Spell var, at málið um
Skálafjarðatunnilin og
Sandoyartunnilin skuldi
enda í slíkum hurlivasa.
Men grundin er nógvu
ivamálini í ‘Semjuni’ hjá
tunnilsbólkinum. M.a.:
Nær skulu tunlarnir
gerast?
Hvør tunnil skal gerast
fyrst?
Hvussu skulu 50 mill. kr.
árliga finnast á fíggjar
lógini, nú inntøkurnar hjá
landinum standa í stað ella
lækka?
Er rætt at økja skuldina
hjá landinum tvær milli
ardir?
Skulu brúkarar av Skála
fjarðatunlinum gjalda fyri
Sandoyartunnilin?
Úrslitið av hesi ‘semju’
kann nú lætt føra til sam
gonguslit, og so gongur
aftur rúm tíð áðrenn nakað
hendir í málinum.
Men tað ber til at finna
eina loysn.
Loysnin kann byggja á,
at
1) Privata felagið aftan
fyri Skálafjarðatunnilin
sleppur í gongd beinan
vegin. Men ein av
treytunum fyri loyvinum
verður, at
gjøgnumkoyrandi akfør
gjalda t. d. 5 krónur pr. túr
til útbygging av
vegakervinum aðrastaðni
m. a. til Sandoyartunnilin.
(Mett árlig inntøka 810
mill.)
2) Sama 5krónugjald
verður innført fyri Vága
og Norðoyatunnilin. (Mett
árlig inntøka 68 mill.)
3) Ein króna pr. litur
verður løgd oman á prísin
á bensini og diesel. (Mett
árlig inntøka 3035 mill.)
Hesar umleið 50 mill.
árligu krónurnar fara í
almenna partafelagið, sum
skal standa fyri Sandoyar
tunlinum. Og felagið fer í
gongd beinan vegin.
Tað eru nógvir fyrimunir
við hesi loysnini. T.d.
Landið sleppur frá eini
skuldarbinding upp á eina
milliard fyri Skálafjarðar
tunnilin. Men fær kortini
inntøkur haðani.
Báðir tunlarnir kunnu
gerast beinan vegin.
Tað er ikki neyðugt at
finna sparingar á fíggjar
lógini fyri at fíggja 50 mill.
árliga til Sandoyartunnilin.
Og tað er eisini nakað av
rímiligheit í loysnini. T.d.
Tey økini í landinum,
sum vóru so heppin at fáa
undirsjóvartunnil fyrst,
hjálpa eitt sindur til so at
onnur øki eisini fáa sama
møguleika. (Landskassin –
tvs. øll hava jú goldið
stóran part av verandi
undirsjóvartunlum).
Sjálvt um ein króna
verður løgd oman á bensin/
dieselprísin, so er hann
kortini lægri enn í okkara
grannalondum.
Við bensin/diesel
avgjaldinum koma øll at
gjalda. Eisini útlendingar,
sum koyra og keypa
brennievni her í landinum.
Og tey sum brúka mest
olju – tvs. slíta vegirnar
mest – koma at gjalda
mest.
Flestu eru samd um, at
vit eiga at halda fram við
at gera undirsjóvartunlar.
Tí má bera til at loysa
málið skjótt.
Til samgonguleiðaran, Jóhannes Eidesgaard
GERHARd
LoGNBERG
Loysn á tunnilsmálinum
VoLMAR HøjGAARd