Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 138 - 21. juli 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag 21. juli verður Jóhanna Maria Durhuus í Havn 60 ár. Foreldur hennara vóru Inga og Mikkjal Samuelsen. Mikkjal, sum var arbeiðs- og traðarmaður, var ættaður úr Horni í Havn. Foreldur hansara vóru Andreas Christian Samuelsen, van- liga nevndur Andrias í Horni, sum var bakari og traðarmaður. Móðir Mikkj- als var Cathrina Jacobina Samuelsen, fødd Michelsen, ættað úr Øravík. Foreldrini hjá Ingu vóru Jóhanna Maria Simonsen, fødd Sivertsen av Kirkju og Símun Simonsen av Viðar- eiði, har tey eisini settu búgv. Í hesum sambandi kann nevnast, at olduromma føðingardagsbarnið Jó- hannu Mariu í móðirættina, var Elsa Jensen (f. Cle- mentsdatter) av Sandi. Hon giftist við Jóhannesi Jensen úr Dímun. Tey vóru 3. húsk- ið, ið búsettust í Skopun á heysti 1836. Jóhanna Maria gekk í kommunuskúlanum í Havn og síðani í millum- og real- skúlan, har hon tók prógv 15 ára gomul. Í 1964 fór hon í læru í Føroya Banka og gekk samstundist trý ár í handilsskúla um kvøldar- nar. Tann 8. august 1970 gift- ist hon við Finnleifi Dur- huus av Sandi, sum arbeiðir á vegadeildini hjá lands- verkfrøðinginum. Tey fingu børnini Mikkjal í 1972, Kára í 1977 og Ingunn í 1985. Í Føroya Banka, sum var eitt sera gott arbeiðspláss, treivst hon væl og fekk har ein stóran vinarskara. Frá 1980 – 85 røkti hon eisini bankan í Nólsoy. Hon valdi at vera heima, meðan børn- ini vóru smá. Í Føroya Banka starvaðist hon í heili 28 ár. Í 1998 fór Jóhanna Maria í starv á Bileftirlitinum og starvaðist har, til hon á sumri í 2007 fór í Eik-bank- an. Hon plagar skemtiliga at taka til, at henni dámar betur at fáast við pengar enn bilar. Jóhanna Maria er sera gløgg og arbeiðssom, lítil- látin og dugir væl at um- gangast fólk og kennir hon tí eisini nógv fólk. Hon er røkin og ruddilig og fremst í hennara huga eru børnini, maðurin og heimið. Hon dugir væl til hendurnar og er eisini kend fyri sínar frá- líku køkur, tebirkis, ísar og annað. Tað er ikki smávegis bakstur, ið er farið út av húsinum gjøgnum árini. Hon dugir eisini væl at skriva og yrkja, og hevur hon skrivað eitt ótal av sang- um, teir flestu til merkis- og hátíðardagar. Samkoman í Ebenezer hevur verið hennara anda- liga heim, og hevur hennara partur heldur ikki ligið eftir har. Nú fríggjadagin giftist dóttirin Ingunn við Eiriki Norðberg úr Vági. Tey fara til Keypmannahavnar í august undir víðari lestur. Vit ynskja Jóhannu Mariu hjartaliga tillukku við degnum. Henni og hennara verður ynskt góðan byrð frameftir. Føðingardagin er hon burturstødd. ó. Á hesum myndabrotinum frá 1945 stendir brúðarparið, Mari systir og Christian svágur, høgru- megin, og aftan fyri tey stendir Florenca – Ressa – Christoffer- esen, sum seinni giftist við mor- bróðuri okkara, Óla Hellu. Ressu undir lið stendir Jó- hanna – Hanna – Dorthea Jacob- sen, sum hesa føgru sólskins- løtuna 17. juli 2008 varð løgd til hvíldar norðuri á Eiði 94 ára gomul. Prestur dugdi sera væl at lýsa hendingar, ið fóru fram í aðrari øld og øðrum túsundára- tali, sum kortini fyri okkum gomlu tykist hava verið her fyri stuttum. Mari systir, Hanna og Ressa hildu saman øll krígsárini í útlegd, og er tað Honnu og Peturi – uttast vinstrumegin – her í stuttum skal sigast frá. Myndin er tikin ikki langt eftir, at tey aftur hittust. Peturi dámdi lítið at tosa um tilgongdini undir krígnum; men okkurt er fest á blað, m.a. í bóku- num “Teir sigldu úti” hjá Niels Juel Arge, sála. Petur Wilhelm Jacobsen, systkinabarn okkara, uppi í Geil í Hvalvík var sjómaður burturav og staddur í Danmark, tá landið var hertikið. Her hittust tey bæði, Petur og Hanna, og gjørd- ust væl. Í juni 1941 var Petur við sum annar stýrimaður á “Axel Carl” við stykkjagóðsi úr Hamburg til Leningrad, har teir løgdu at bryggju 20. juni. Morgunin eftir frættist, at Týskland hevði lopið á Sovjet- samveldið, og russisku myndug- leikarnir komu, sum vera man, umborð at kanna hetta skip úr fíggindalandi. Liðugt var at uppskipa 1. juli, og manningin varð sitandi sum fangi umborð, til teir 9. juli vórðu fluttir á eina gamla borg 45 kilometrar frá Leningrad. 23. juli vórð teir eftir jarbreyt fluttir til fangatippið Oranski nærhendis býnum Gorki, hagar teir komu 1. aug. Fyrst í november vórðu teir riknir upp í neytavognar og koyrdir 14 dagar eftir jarnbreyt um Volga og Ural-fjøllini til aðra fangalegu í Aktjubinsk, har tað tann veturin frysti niður í 46 stig. 2. mars 1942 vórðu teir aftur fluttir eystureftir, og tók henda ferðin teimum 31 samdøgur til fangalegu í Karahandar í Sibiriu, har tríggir teirra doyðu eftir ferð- ina, og har teir liggja grivnir. 10. desember 1942 sluppu teir leysir aftur, um teir vildu fara við sameindum skipum, og tað kundu allir havt skrivað undir beinavegin, um tað hevði staðið teimum í boði, áðrenn líðingar- ferðina. Teir fingu passini aftur og nakað av mati til longu ferð- ina úr Karahandar – fyri ein stór- an part til gongu – um Tashkent til Karatnjovolsk við Kaspiska havið, haðani teir fóru við skipið vesturum til oljubýin Baku, har allir aftur endaðu í fangatippi; men komst hetta av einum mis- taki, og vórðu teir síðani hand- farnir sum landsins gestir, til teir við skipi vórðu sendir í pers- iska havn “við Kaspiska havið, á fløtunum har”, sum skaldið kvað, og har eg sjálvur 14 ár seinni byrjaði mítt fyrsta starv sum nýklaktur verkfrøðingur. Hagani komu teir um Elburs fjallarøðina 23. januar 1943 til høvuðstaðin Teheran, og kendu teir seg har mest sum á heima- vølli í blíðskapinum millum bæði danir og bretar, og allar- helst eisini millum persar, kenni eg teirra gestablídni rætt. Eitt harmuligt bakkast fingu teir tó afturat, tá maskinmeistari teirra, Niels Oskar Andersson, sum hevði klárað alla ferðina, so meiningsleyst at enda varð yvirkoyrdur har í býnum. Nakað inn í februar hildu Pet- ur og hinir fimtan, sum enn vóru á lívi, fram leiðina úr Teheran um Bagdad í Irak til Palestina – ein túrur m.a. gjøgnum oyði- mørkina, sum eg júst 20 ár seinni sjálvur koyrdi gjøgnum og kendi sviðan av – og haðani til Cairo í Egyptalandi við fram- haldi til havnabýin Alexandria. Tveir mánaðir seinni fekk Petur tjans við skipi hjá teimum sameindu og sigldi úti, til krígg- ið í mai 1945 var av – heili fýra ár eftir, at hann og Hanna høvdu sæð hvørt annað. Danmark var jú hersett, so hon visti ikki, hvørt hann var livandi ella deyð- ur. Tá Petur at enda steig fótin aftur á danska jørð, visti hann helst ikki, hvørji ráðini vóru til at taka, tí hann leitaði upp Mari systir, og spurdi hana varisliga, um hon visti nakað um Honnu at siga. “Jú” – segði Mari “Hanna hev- ur livað í vónini og bíðað eftir tær, hóast mangur til fánýtis hev- ur roynt at ligið framvið.” Hanna og Petur giftust árið eftir og fingu trý børn, Lis, Leif og Ivan, sum øll búgva í Dan- mark. Petur andaðist í 1993, 81 ára gamal og fingu tey sostatt eftir tey fyrstu hørðu árini hóast alt 47 góð ár saman í hjúnalag, og var Hanna Peturi tryggasti stuð- ul og besta heilsubót, tá tvør- leikar, sum stavaðu frá Sibiriu- ferðini, so av og á vitjaðu aftur. Við samkenslu við teirra av- varðandi vil eg við hesum lýsa frið yvir minnið um hjúnini Hannu og Petur. Heini Minningarorð um Honnu og Petur Jacobsen á Eiði Jóhanna Maria Durhuus 60 ár