Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 21. juli 2008 17 tíðindi Veðrið ávirkaði G! MINI Bjørk Olsen Startkanónin varð skotin klokkan fýra fríggjakvøldið, tá Karius og Baktus, dj´arir úr Íslandi, fram­ førdu í Grundini á G!MINI. Tò vóru sera fá fólk til framførsluna, tí at veðrið var ikki til vildar. Regn og vindur var í Gøtu, tá G!MINI opnaði fyri almenn­ inginum. Hóast regnið og vind­ urin hittust við jøvnum millum­ bilum í Gøtu, lyftu framúr góðar konsertir stemningin upp. Fá fólk, millum 1000 og 2000 sigur Jón Tyril, fyriskipari, høvdu keypt atgongumerki til G! MINI. Allarhelst vóru fleiri fólk, um veðrið var til vildar. Bjørk Olsen Áskoðararnir vóru minni lívligir tíðliga fríggjakvøldið – ávirkaði av ringa veðrinum, og stemning­ urin var eitt sindur tungur, tá Guðrið Handsóttir fór á pall. Tó dugdi songkvinnan við sínum egna, serliga stíli at fáa lív í fjøld­ ina eftir tveimum – trimum løgum. Løgini hjá songkvinnuni eru sera fangandi, og fá vóru tey, ið ikki sungu við. Guðrið framførdi bæði gomul og nýggj løg. Nýggju løgini eru góð, men ikki kennist stórur munur á nýggju og gomlu løgunum hjá Guðrið Hansdóttir. Um sjálva konsertina er higartil at siga, at hon er stórsta pallin á einum stórum festivali verd. Tónleikagóðskan er í topp og framførslan er framúr góð. Lív í Guðrið Hansdóttir Ikki bara børn hoppa á G! MINI Bjørk Olsen Tilkomin fólk tyktust at samlast um trampolina, ið er eitt forlystilsi á G! MINI. Tað eru ikki bara børn, ið halda tað vera stuttligt at leika í á einari trampolin, tí sum kvøldið gjørdist myrkari, komu fleiri og fleiri tilkomin til og fóru at leika líka harðliga í á hesari vælsiganaðu trampolinini. G!­fólkini fóru um mørk og stuttleikaðu sær, hóast hetta kanska serliga var ætlað børnum.