Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 138 - 21. juli 2008 tíðindi Bjørk Olsen Høvuðsnavnið fríggjakvøldið á G!MINI, Lena Andersen, fram­ førdi á spæliplássinum í Syðru­ gøtu. Tað vóru væl færri fólk, enn ein er vanur við á G!, og tískil vóru fáir áskoðarar, tá Lena Andersen við bólki setti konsertina. Framførslan var tó sera góð, og fólk funnu skjótt leiðina oman á spæliplássið. At enda var spæliplássið fult av lívligum fjepparum. Lena Andersen rokkaði pallin við føstum taki á mikrofonini í einum svørtum, sexuttum kjóla. Lena hevði samband við fjøldina og fangaði hana serliga, tá hon fór at syngja rokkuttan indepen­ dence­sang til øll konufólkini á G! MINI. Sum heild ein frek konsert við lekru Lenu Andersen. Petur Háberg SIC-dreingirnir løgdu harðliga út sum altíð. Orkan streymaði út úr hátalarunum frá fyrsta sekundi, og tað gjørdi hon í ein hálvan tíma. Teir rokkaðu. Men tey flestu fara nokk ikki at minnast framførsluna fyri nakað annað enn ræðuliga ljóðið, ið var ígjøgnum alla fram- førsluna. Ígjøgnum alla framførsluna yvirstýrdi røddin hjá Mikkjali. Torført var at hoyra, hvat hann segði og sang. Sum heild lupu ljóðføri og sangur saman í ein greyt. Mitt í framførsluni hvarv alt ljóðið út eftir og var vekk í ein heilan minutt. Tað eru sikkurt fleiri, ið hugsa, at ummælarar ikki gera annað enn at grenja um ljóð, og at tað skal nevnast í hvørjum ummæli. Men hesu ferð darvaði tað framførsluni so mikið, at tað hevði verið heilt burturvið ikki at nevnt tað. Lena savnaði fjøldina SIC kvaldist í ljóðgreyti Torskiltur kultbólkur Petur Háberg Beint eftir miðnátt fríggjanáttina spældi útisetabólkurin maður:glotti á Spæliplássinum. Hóast talið av áskoðarum var minkað eitt sindur, síðani Lena spældi, so hevði heilt fitt av fólki leitað sær niðan til Spæliplássið. Ova og Messel, ið mynda bólkin, spæla minimalistiskan, elektroniskan popp. Ova tók sær fyri tað mesta av sanginum, meðan Messel spældi undir við kassagittara og hjálpti til við sanginum. Eg má viðganga, at eg var eitt sindur tvíbýttur aftaná framførsluna. Á einari síðu dugi eg væl at síggja, at teir hava kultstatus í Føroyum. Teir eru sera provokerandi og undirhaldandi. Men samstundis eru tekstirnir eitt sindur tunnir og beint fram. Sungið verður um at stinga lykilin í eitt rustað lyklarhol, og eitt brot ljóðaði soleiðis: ”Tað var síðst eg var í dans, at tú vakti mín ans”! Eg havi ongantíð kent nakað serligt til maður:glotti, so kanska flýgur tað bara yvir mítt høvd. Akkurát sum ein inside joke, ið man ikki fangar. Eg skilti hana í øllum førum ikki.