Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 21. juli 2008 19 tíðindi Rólant Waag Dam Boys in a Band ikki bara yvirhildu ætlaðu tíðarskránna, men byrjaðu enntá nakrar minuttir áðrenn teir 24 ásettu tímarnir vóru gingnir. Tey, ið ikki vistu betur, kundu ivaleyst hildið, at teir fimm limirnir í bólkinum høvdu hvílt seg í 24 tímar, heldur enn ferðast kring klettarnar í bæði báti, bili og tyrlu. Framførsla teirra var ikki millum teirra longstu, men stóð ikki aftanfyri nakað sum helst, ið bólkurin áður hevur avrikað. Sambært gittarleikararum Heina Niclasen, sum vit hittu eftir konsertina, vóru boysarnir á ongan hátt útlúgvaðir nú, men bara fegnir um, at hava gjøgnumført uppgávuna, sum fyri mong tóktist ógjørlig. Áskoðararnir á Spæliplássinum fingu eina orkumikla og vælgjøgnumførda konsert – og tvey eykaløg – sum var eitt sera gott endabrak, fyri konsertferð teirra kring klettarnar. Týskur dokumentar­ filmur um G! MINI Bjørk Olsen Tveir týskir filmsframleiðarir eru beint nú í Føroyum at framleiða ein dokumentarfilm um surfing í Føroyum og fara eisini at leggja dent á G! MINI í filminum. Teir eru ovfarnir av, at eitt so lítið oyggjaland kann skipað fyri einum slíkum festivali við so nógvum fólkum. Ein, ið er vanur at fara á G! Festival, kann tó ikki siga, at nógv fólk hava verið á festivalinum í ár, um ein hugsar um undanfarnu árini. Hóast eru teir ovfarnir av hesum, og tí verður G! MINI ein partur av hesum dokumentarfilminum, ið verður filmaður í Føroyum í næstum. Martin Joensen Rógvi Nybo Hóast tað var nakað kalt og hevði hug at dryppa, var fitt av fólki komið saman á Spæliplássinum, har Martin Joensen spældi. Og hesi fólkini vóru alt annað enn skuffað av framførsluni hjá Martini Joensen. Konsertin var sera væleydnað, og hesuferð var eingin trupulleiki við ljóðinum, ið hevði verið áður. Ljóðstreymurin úr hátalarunum var sera bergtakandi, tá Martin Joensen spældi løg sum “Nánd” og “Í tínum eygum”. Nógv kenna hesar sangir aftur, og fleiri høvdu hug at syngja við til hesi frábæra góðu løg. At fjøldin ikki taldi meira enn góð 300 fólk fortelur sera lítið um hesa konsertina. Tey, ið ikki hoyrdu Martin Joensen, hava uttan iva mist ein av gloypibitunum á G! Mini. Hvíldu boyzarnir í 24 tímar