mánadagur 21. juli 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 138 - 21. juli 2008
tíðindi
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Frá pallinum uppi yvir Grundini
gekk leiðin beint niðan í ein
kjallara omanfyri, har leikfólk og
onnur tóku sær av løttum og
hugnaðu sær.
Dennis Agerblad hevur júst
havt Føroya fyrsta dragshow
nakrantíð. Á plakatini og
tíðindaskrivunum, sum komu út
um festivalin stóð, at Dennis
Agerblad skuldi vera DJ. Í
samrøðu í útvarpinum í farnu
viku gjørdi Dennis Agerblad
greitt, at hann ikki skuldi vera DJ,
sum vit vanligt kenna tað, og at
hann undraðist yvir, at hann hevði
fingið henda tittul. Og
áskoðararnir í grundini fingu sjón
fyri søgn. Við pumpandi rútmum
og provokerandi sangi, dansaði
Dennis Agerblad í høghælaðum
skóm, stuttum kjóla, parúkki og
varrastift.
Lættari við stuttleika
Nú var 38 ára gamli føroyingurin
ikki á pallinum longur. Uttan at
smæðast yvir fólkini, sum sótu
inni í hugnaliga kjallaranum, lat
maðurin seg konufólkaklæðunum,
og lat seg í einar myrkar buksur,
svartar skógvar, skjúrtu og ein
blazara. Var tað ikki fyri
ógvusligu andlitsmálingini,
líktiskt hann einum og hvørjum
øðrum føroyskum mannfólki.
Men Dennis Agerblad hvørki er
ella líkist tí, vit vanliga umrøða
sum vanlig føroysk mannfólk.
– Kenslan er øgiliga góð,
faktiskt fantastisk, tí tá vit
byrjaðu framførsluna vóru bara
fýra fólk í Grundini, sigur Dennis
Agerblad, tá vit sum tað fyrsta
spyrja hann, hvat tað er fyri ein
kensla hann stendur við, nú hann
hevur framført fyrsta dragshow í
Føroya søgu.
– Eg hugsi, at fólk hava hoyrt,
at eg skuldi hava eitt show og
valdu tí at fara til hin pallin. Men
vit byrjaðu at framføra, og tað
hoyrdist niðan á vegin, har nógv
fólk gekk framvið. Skjótt fyltist
við fólki og tað bleiv heilt
fantastiskt, greiðir Dennis
Agerblad frá.
Áskoðararnir sóu eisini út til at
hugna sær. Tað bleiv dansað og
flent, og tað fegnast Dennis
Agerblad um.
– Fólk flentu beinanvegin, og
tað var stuttligt, tí tað verður so
nógv lættari at framføra tá, vísti
Dennis Agerblad á. Tá hann varð
liðugur við framførslu sína róptu
fólk um eykanummar, sum
Dennis tekur sum greiða
ábending um, at fólki helt, at
framførsla hansara var í lagi.
Meiri avslappað í dag
Hóast hetta er fyrsta ferðin, at
Dennis Agerblad framførir sítt
drag show í Føroyum, er tað als
ikki fyrsta ferðin, at hann
framførir her. Tað er tó við at vera
nøkur ár síðani, hann seinast var á
palli í Føroyum. Hetta var í 1997,
tá fyrsta fløgan hjá maður:glotti
kom út.
– Tá gekk eg ein dagin uttanfyri
SMS, har ein bilur kom koyrandi
framvið, og tað bleiv rópt reyvari
eftir mær, fortelur Dennis
Agerblad. Tað eru 11 ár síðani, og
Dennis Agerblad, heldur tað vera
nógv hent í Føroyum hesi árini.
– Tað er heilt øðrvísi í dag.
Millum annað sá eg ein drong í
Grundini, sum var rættiliga
øðrvísi klæddur. Hevði tað verið í
Danmark, hevði eg ikki lagt
merki til tað, men her hugsaði eg
um tað.
Hvat hugsaði tú?
– Eg hugsaði, at her er ein
drongur, sum hvílir í sær sjálvum.
Eg hugsaði, at tað var feitt, at
hann tordi at vera tann hann var,
og ikki bara var ein kopi av øllum
øðrum, sigur Dennis Agerblad,
sum heldur, at tað er meiri
avslappað í Føroyum í dag.
Frá Robin, til Ova og
Dennis Agerblad
Í tíðindaskrivinum, sum er sent út
í samband við, at Dennis
Agerblad skuldi framføra á G!
mini, stóð, at tað var “Dennis
Agerblad ella Ova”, ið skuldi
framføra. Hví stóð tað soleiðis?
Dennis Agerblad greiðir frá:
– Tá eg vaks upp í Føroyum,
kallaði eg meg Robin. Men eg
visti, at eg var homoseksuellur og
ein persón í mær. So tá eg flutti
niður kallaði eg meg Ova. So var
tað, eg møtti teimum, sum eg
framføri við og eg fann mína hyll.
Tá byrjaði eg so at kalla meg
Dennis Agerblad.
Flest allir, ið virka sum
dragqueens, velja at brúka
konufólkanøvn.
– Men eg vil vísa, at eg eri ein
maður, sum vil nakað annað, enn
flestir menn vilja. Tí valdi eg eitt
mannfólkanavn, fortelur Dennis
Agerblad. Hann skilir seg eisini
frá vanligum drag queens á tann
hátt, at hann skrivar og syngur
sínar egnu sangir, umframt at
hann ikki roynir at fjala, at hann
er eitt mannfólk. Tí kallar hann
seg trash queen.
Føroyingar vóru klárir
Ein trash queen við rættiliga
provokerandi tekstum og
framførslum. Men tað, sum
Dennis Agerblad borðreiddi við í
Grundini í gjár, var tó ikki heilt
so provokerandi, sum onkuntíð
áður. Millum annað hevur Dennis
Agerblad einaferð upptraðka í
føroyska kvinnubúnanum. Hví
fingu føroyingar ikki at síggja
eina líknandi framførslu
leygarkvøldið?
– Eg kundi ímynda mær, at
fleiri føroyingar kundu tikið tað
illa upp. Og eg vil ikki bara
provokera fyri at provokera í
Føroyum, og tískil valdi eg hesa
framførsluna, vísir Dennis
Agerblad á.
Hetta var, sum áður nevnt,
fyrsta framførslan av sínum slagi
í Føroyum. Dennis Agerblad
stúrir tó ikki fyri, at hann eftir
hetta verður stemplaður í
Føroyum.
– Eg eri líka glaður um eg
verðið stemplaður ella ikki, tí eg
havi altíð verið stemplaður í
Føroyum. Men eg eri biðin um at
hava hesa framførsluna, og eg
metti, at føroyingar vóru klárir til
hetta. Og eg fekk rætt, sigur
Dennis Agerblad og smílist.
Samfelag brúk fyri bólkum
Dennis Agerblad er samkyndur,
og sambært honum er tað lættari
at vera samkyndur í Danmark enn
í Føroyum.
– Ja, tað meti eg, at tað er . Tí í
Danmark er eitt umhvørvi, har tú
finnur fólk, sum eru sum tú. Í
Føroyum eru gjeikararnir so fáir,
so tað er ringt at finna fólk, sum
líkjast tær. Og tá er tað lætt at
verða einsamallur, fortelur Dennis
Agerblad frá.
Men hóast samkyndur, so
heldur Dennis Agerblad at tað eru
tey allar fægstu, sum bara eru til
eitt kyn.
– Men sum samfelag hava vit
brúk fyri at bólka upp á henda
hátt, tí tað ger tað nógv lættari at
liva, metir Dennis Agerblad.
Við pumpandi rútmum og
provokerandi sangi, dansaði Dennis
Agerblad í høghælaðum skóm,
stuttum kjóla, parúkki og varrastift
Mynd: mureldur
Føroyar hava
flutt seg nógv
Seinast samkyndi Dennis Agerblad var í Føroyum var í 1997. Tá
varð rópt ‘reyvari’ eftir honum, men leygarkvøldið framførdi
hann fyrsta dragshow í Føroya søgu. Hesi ellivu árini hava
Føroyar flutt seg nógv, so mikið nógv, at føroyingurin var klárur
til at síggja ein mann dansa og syngja í høghælaðum skóm og
stuttum kjóla, metti Dennis Agerblad. – Og eg fekk rætt, sigur
hann