mánadagur 21. juli 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 138 - 21. juli 2008
tíðindi
G! Mini
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fríggjadag klokkan 16.00 fór G!
Mini loksins á glið. Fyrstir í
gongd vóru Karius & Baktus úr
Íslandi, sum spældu í Grundini.
Ein tíma seinni setti Jákup á
Lakjuni hol á í Spæliplássinum,
og harfrá skuldi so festivalurin
koyra gott og væl inntil tíðliga
sunnumorgunin. Men soleiðs
kom tað ongantíð ordiliga at
verða.
Tónleikastøðið í topp
Skráin til G! Mini var bæði
rúgvusmikil og fjølbroytt. Nógvir
og ymiskir bólkar og einstak
lingar framførdu, og eftir mínum
tykki gjørdu tey tað til lítar. Teir
bólkar og einstaklingar, ið
veruliga fingu góða undirtøku
frá áskoðarunum, og sum
veruliga samlaðu fólk til sín,
vóru kanska serliga Guðrið
Hansdóttir, Lena Andersen,
Martin Joensen, Budam, Orca og
Eivør Pálsdóttir.
Men tað sigur seg sjálvt, at tá
hesir bólkar og einstaklingar
longu eru kendir millum fólk í
Føroyum, so koma hesir altíð at
draga nógv fólk til sín. Tey
fólkini, ið komu til hesar
konsertirnar, gjørdust als ikki
skuffaði. Tónleikastøðið á hesum
konsertum er sjálvsagt í toppi,
hesi eru jú fremstu tónleikarar
føroyinga.
Hinir bólkarnir eiga als ikki at
verða gloymdir tó. Tónleikinum
hjá teimum bilti als einki, tey
spældu væl og sigast má at tann
sannroynd, at so fá møttu upp til
fleiri av hesum konsertunum,
endurspeglar als ikki tónleika
støðið á framførslunum.
Orsøkirnar til tess liggja uttan iva
aðrastaðni.
Tá so tosað verður um fram
førslurnar í Grundini, er alsamt
torførari at geva eftirmæli til tær.
Sjálvdan vóru meira enn 20 fólk
har, undantikið til seinastu
framførslurnar bæði kvøldini.
Stemningurin sjálvdan
meir enn lunkaður
Hóast nógvar og ymiskar
tónleikaframførslur, kom samlaði
stemningurin ongantíð veruliga í
hæddina, í øllum førum ikki har
upp, ein skuldi vænta av einum
slíkum festivali. Orsøkirnar til
tess eru fleiri.
Ein orsøk er talið av vitjandi til
festivalin. Fyribilstølini vísa at
fríggjakvøldið vóru 1000
atgongumerki seld, og at
leygarkvøldið vóru umleið 1200
vitjandi. Orsøkirnar til hetta eru
helst vánaliga veðrið og vænt
andi útlendsku nøvnini. Hesi
tíðindini bar Kringvarp Føroya í
útvarpinum í morgun.
Harumframt er ein av orsøkunum
helst væntandi teltplássið, ið
undanfarnar festivalar hevur
verið sera væl vitjað, og ein av
populeru attraktiónunum til
festivalin.
Ein onnur orsøk er veðrið.
Veðrið á G! Mini var øgiliga
skiftandi, og spældi fyrireikarun
um eitt veruligt puss. Men
samanumtikið um veðrið kann
sigast, at tað var einki serligt. Til
tíðir regnaði og til tíðir var tað
kalt. Serliga leygardagin var sera
kalt, nakað fitt av vindi og ofta
regnaði tað eisini. Hetta gjørdi
tað sera óhugaligt at standa
leingi úti, og tískil datt stemn
ingurin á gólvið so skjótt ein
framførsla var liðug. Fólk tustu
innaftur eftir tær framførslurnar,
ið vóru tíðliga á degnum, og
ongantíð kom nakar veruligur
stemningur í. Tað var ikki fyrr
enn til seinastu konsertirnar við
Orca, Budam og Eivør Pálsdótir,
at tann góði hýrurin kom í.
Áðrenn hetta var stemningurin
sum heild ongantíð meira enn
lunkaður.
Fyriskipanin sum
heild í lagi
Sum heild um fyriskipanina av
festivalinum kann sigast, at hon
var í lagi. Tónleikurin var fínur
og konseptið var gott. Mestsum
føroyskt burturav, nógv og
ymsikt tilfar, sum saman við
víkingadøgunum skapti eitt
øðrvísi og meira stevnukent
umhvørvi á og rundanum sandin.
Harafturímóti var uppbýtingin
av stevnuøkinum ikki heilt í lagi,
serliga um ein hugsar um
skeinking. Talan var ikki um eitt
øki soleiðs sum tað hevur verið
undanfarin ár, men heldur um trý
ymisk øki. Eitt økið var við
Spæliplássið, eitt øki var undir
Spæliplássinum við sandin og á
vegnum har matur var at fáa og
har víkingabúðirnar vóru settar
upp. Eitt triðja øki var við
Grundina, og hetta økið lá
uttanfyri hini bæði.
Hóast G! Mini hevði fingið
uttandura skeinkiloyvi, var talan
faktisk um trý ymisk skeinki
loyvi, og tískil var ikki gjørligt at
keypa sær eina øl og taka hana
við tær úr einum øki í annað.
Fólk vóru noydd at tøma ølina
ella stilla hana frá sær, til tess at
koma úr einum øki í annað, og
hetta vóru nógv fólk rættiliga
ónøgd við, og sigast má at hetta
var sera ópraktiskt.
Tá fólk skuldu av við tað, tey
høvdu fingið niðurum, vóru bert
vesi á eina økinum, nevniliga á
økinum við sandin. Við tað at
Tónleikaligur toppur
– fíggjarlig fiasko
Hóast tónleikastøðið var heilt
gott, kom G! Mini ongantíð
veruliga upp á beinini.
Orsøkirnar til hetta eru
fleiri faktorar so sum veður,
umstøður og fyrireiking.
Og hóast festivalurin hevði
fleir enn 1000 vitjandi bæði
kvøldini, gav festivalurin so
at siga einki yvirskot sambært
fyrireikarunum