Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 21. juli 2008 23 tíðindi Grundin lá nakað burturfrá hesum økinum, og fólk ikki kundu ferðast ímillum økini við tí, tey høvdu keypt sær at drekka, gjørdist talan tí um nakað væl av uttandura pissaríi. Um vit hyggja burtur frá hesum heldur óhepnu viður­ skiftunum, var fyriskipanin annars heilt í lagi. Góð ljóð og ljósútgerð, skeinking og matur vóru at fáa og tað tónleikaliga var heilt í topp. Hetta uppvigaði fyri hini heldur minni hepnu viðurskiftini. Nýtt fíggjarligt bakkast fyri G! Eitt av høvuðsendamálunum við at skipa fyri G! Mini, og við at fáa allar bólkarnar at spæla ókeypis, var at fáa nokk av fíggjarorku til at skipa fyri einum rættiligum G! festivali í 2009. Allir bólkarnir høvdu játtað at spæla ókeypis, og tískil skuldi talan verið um reina inntøkuveitslu fyri fyriskip­ ararnar. Men soleiðs er ikki, upplýsa fyriskipararnir av G! Mini. Teirra orð eru, at tað melur akkurát runt, og at har verður einki yvirskot av týdningi. Vit hava fingið upplýst at okkurt um 1000 vikuskiftisbilettir og 200 til 300 dagbilettir eru seldar til leygardagin. Ein skjót høvuð­ rokning sigur so, at tilsamans eru hesar inntøkur av bilettum umleið 450.000 kr.. Harafturat kann hugsast at G! Mini hevur fingið part av inntøkuni av ølsøluni hjá Hvonn. Tá ongar útreiðslur hava verið til at fáa fólk at spæla á festivali­ num er ikki gott at hugsa sær til, hvar henda knapt hálva milliónin, umframt møguligar inntøkur frá øl og matsølu, er endað. Sjálv­ andi fer nakað til leigu av pallum og ljóðútgerð og til arbeiðsfólk. Ein av orsøkunum, siga fyriskipararnir, er at tað vóru so fáa bilettir seldar. Ein orsøk til hetta kann hugsast verða væntandi lýsing og illa fyriskipaða bilettsølan. Millum annað kom fram í farnu viku, at fólk vóru ónøgd við at tað ikki var gjørligt at keypa bilettir uttanfyri arbeiðstíð í Havn. Hvørjar orsøkirnar eru og hvørjar útreiðslurnar hava verið er ilt at gita um, men staðfestast kann, at G! festivalurin hevur fingið enn eitt fíggjarligt bakkast, og at G! festivalurin nú hongur í tunnum tráði. ...men enn er kassin líka tómur sum grundin Mynd: Mureldur Eivør Pálsdóttir var tónleikaligi toppurin... Mynd: Mureldur