mánadagur 21. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 138 - 21. juli 2008
Bjørk Olsen
Áskoðarir vildu hava meir, tá Budam fór av pallinum leygar
kvøldið. Budam átti bestu framførsluna higartil. Budam og
viðsangarin, Ása Wraae, rokkaðu senuna við fjølbroyttum
tónum, og kropparnir vóru ikki í somu støðu einaferð á
pallinum.
Intenst, vakurt violinspæl frá Heiðruni Petersen fekk mann
fólkini at ýla, meðan sexutta framførslan hjá Búa Dam óivað
hevur fingið nógvar kvinnukroppar at leingjast.
Áskoðararnir vóru við frá byrjan. Fjøldin klappaði, sang og
dansaði, og stemningurin var á hægsta støði gjøgnum alla
konsertina. Budam hevði samband við fjøldina, og hetta gjørdi,
at framførslan varð besta framførslan higartil á G! MINI.
Framførslan var fjølbroytt við violinspæli, klappispølum,
lekrum røddum og kropsrørslum, meðan áskoðararnir vóru ein
partur av stóra upplivilsinum. Tað var eitt fantastiskt show.
Jonhard Hammer
Tað kann væl vera at, Tróndur var høvdingi í Norðragøtu.
Men drotningin í Syðrugøtu eitur Eivør Pálsdóttir
Øll vikan hevur snúð seg um Trónd í Gøtu. Hvar hann
hevur livað, og hvussu hann hevur livað. Semja varð um,
at hann hevur livað sum høvdingur í Norðragøtu, og har
er nú eisini standmynd reist av honum.
Sunnunáttina fingu vit staðfest, at sangdrotningin er úr
Syðrugøtu, og tað slerdi hon fast, tá hon fór á pall nakrar
hundrað metrar frá barndómsheiminum.
Einki er at ivast í, at næsta standmyndin, sum verður
gjørd í Gøtum, verður av Eivør. Tá Eivør fór á pall var
klokkan nærum tvey leygarkvøldið, og nógv fólk vóru
møtt upp á Spæliplássinum. Eivør rúnarbant fólkið og gav
teimum eitt fantastiskt upplivilsi við sínum sangum.
Hon megnaði at verma alla fjøldina við síni fantastisku
rødd og útstráling, og kanska hevur hon ongantið verið
betur uppløgd á palli, enn hon var á heimavøllinum
leygarkvøldið.
Hetta var eitt sera virðiligt punktum fyri G! MINI, og
tað er púra vist, at G!, saman við Eivør, framhaldandi
livir víðari. Tí slíkar upplivingar kunnu vit ikki vera
fyriuttan.
Budam
ORCA
Petur Háberg
Framførslan hjá ORCA í leygarkvøldið var bæði forkunnug og
spennandi. So nógv undarlig ljóð, ið ljóða so feitt saman.
Í gjárkvøldið var fyrstu ferð eg hoyrdi ORCA. Øll ummælini,
eg havi lisið, hava tó verið full av jaligum lýsingarorðum, og
tískil vóru vónirnar høgar. Men samstundis lá ivin og lúrdi. Er
hetta bara hype? Ljóðførini eru forkunnug og annarleiðis, men er
talan um tónlistarliga dygd?
Nú havi eg so verið og lurtað, og hetta ummælið fer beint í
bunkan av áðurnevndu, jaligu ummælunum.
Tónleikurin hjá Jens Thomsen og hinum seks monnunum, ið
mynda bólkin, svingaði nakað so vemmiliga væl. Ópoleraða og
villa røddin hjá Kára Sverrissyni hóskar væl til urkendu
rútmurnar.
Í mun til fyrradagin, so var ljóðið sera gott í gjár. So at siga øll
ljóðførini komu til sín rætt og vóru á røttum staði í ljóðmynd‒ini.
Helvtina av tíðini stóð ein og royndi at finna út av, hvar tey
ymsu ljóðini komu frá. Er hatta tann einstreingjaði steelgittarin
hjá Boga á Lakjuni? Ella er tað kusturin hjá Jón Tyril? Ella
fløskuorgulið hjá Ólavi Jákups‒syni? At enda gav eg bara upp at
greina tónleikin, og lat hann heldur vera tað, sum hann var;
genialan. So nógv undarlig ljóð, ið ljóða so feitt saman.
Besta framførslan á ársins G! MINI, eftir mínum tykki.
Eivør Pálsdóttir
Tobbi og
Bill syrgdu
fyri undir
haldinum
Nýggjastu stjørnuskotini á føroyska
tónleikahimmalinum, Bill Justinussen
og Tórbjørn Jacobsen, spældu á
sandinum í Syðrugøtu í kvøld, og
brosivøddarnir fingu góða venjing
Víkingadagar
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Eftir at Bill Justinussen og Tórbjørn
Jacobsen framførdu ein andaligan sang í
Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani, eru
teir báðir blivnir ein nógv umbiðin duo.
Bill og Tobbi framførdu unplugged á tí lítla
pallinum á sandinum, har teir umframt at
skjóta eftir hvørjum øðrum politiskt spældu
fleiri vælkend løg.
Bill helt speiskliga fyri, at tað fer at vísa seg
komandi 10-12 mánaðirnar, um Tróndur í
Gøtu er tjóðveldismaður. Hann vísti til, at
mentamálaráðharrar hjá Tjóðveldi vanliga
halda eitt lítið ár, áðrenn teir missa høvdið.
Um Tróndur framvegis hevur høvdið intakt
komandi summar, so var talan also ikki um
ein tjóðveldismann. Tobbi svaraði aftur, at
Miðflokkurin hevði stolið allar lands-
stýrismenninar hjá Tjóðveldi og sipaði til
Karsten Hansen, sum nú hevði fingið
eyknevni Suffía mostir.
Repertoirið spenti víða við íslendskum,
enskum, grønlendskum og føroyskum
sangum. Tórbjørn Jacobsen framførdi ein
grønlendskan barnasang, sum nevnist Anana,
ið merkir mamma á grønlendskum. Hendan
sangin hevur Tobbi lært frá sínum
fyrrverandi starvsfelaga á Christiansborg,
Lars-Emil Johansen. Tórbjørn framførdi
hendan sangin so hjartaliga, meðan Bill
spældi á bongotrummur, at man kundi trúð,
at Tobbi hevði fingið hann inn við
móðurmjólkini. Tað elvdi til fleiri látursýl, tá
ið tilfeingismálaráðharrin heitti á fjøldina um
at syngja við, og hann rundaði enntá av við at
spæla tann vælumtókta grønlendska
barnasangin sum eykanummar eftir kravi frá
einum meiriluta av áhoyrarunum.
Harumframt spældu teir ein vælkendan
sang hjá íslendska trubadurinum, Bubba
Mortens, eins og onkur rock n´roll klassikari
eisini slapp uppí part.
Av føroyskum tilfari spældu teir millum
annað “Far lítli útum” eftir Finnboga
Ísakson, og endabrakið var sangurin “Eitt
ævigt ríkidømi”, sum Petur W. Háberg hevur
umsett úr norskum. Hetta lagið framførdu
teir báðir í Útvarpi Føroya fyri nøkrum árum
síðani, og tað hevur síðani verið ynskt fleiri
ferðir í Kvøðuljómunum og Lurtarunum og
Vit.