mánadagur 21. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 138 - 21. juli 2008
Um bert tvær vikur
skal Schandorff
Vang úr Føroyum
til Beijing, har hann
skal vera dómari í
bogaskjótikappingini
í Olympisku
leikunum
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
Hetta er størsta avbjóðing
ein kann fáa innan døming
– at døma við Olympisku
leikirnar. Schandorff Vang
hevur verið altjóða dómari
síðan 1996 og hevur verið
dómari í nógvum stórum
kappingum, eitt nú Para
lympic 2000, HM í feltskjót
ing 1998, 2002, 2004, 2006
og aftur í september 2008,
innandura HM 2003, World
Cup í Turkalandi, har hann
var dómaraformaður, World
Cup finalurnar 2007 í
Dubai og nógvar fleiri.
Langur vegur
Vegurin til eitt pláss sum
dómari við OL er langur og
alt byrjaði við eini innbjóð
ing til altjóða dómaraskeið
í Svøríki í 1996. Við á skeið
num vóru 28 luttakarar og
stóð Schandorff royndina
sum ein tann besti saman
við einum úr Noregi. Av tí,
at Føroyar ikki vóru limir í
altjóða
felagsskapinum
FITA, fingu danir boð um,
at Schandorff skuldi á teirra
dómaralista fyribils.
Í 1997 fingu Føroyar
altjóða limaskap og tá bleiv
Schandorff fluttur á egnan
listan sum føroyskur altjóða
dómari.
Fyrstu trý árini var hann
kandidat og skuldi fáa
royndir og eygleiðast. Eisini
skuldu fleiri uppgávur ger
ast við góðum úrslitum. Tá
trý ár vóru liðin fekk hann
góðkenning sum altjóða
dómari.
Fyrsta uppgávan var HM
í felt 1998 í Eysturríki. Før
oyar hava onga feltskjóting,
so hetta var ein stórur
gloypibiti. Men so mikið
væl gekk, at síðan tá er bert
ein slík HMkapping farin
aftur við borðinum. Í dag
verður Schandorff mettur at
vera ein tann mest royndi
feltdómarin í heiminum.
Størsta uppgávan higartil
var Paralympic 2000 í
Sidney. Táverandi altjóða
dómaraformaðurin
gav
boðini um úttøku persónliga
og segði, at førleikin var í
lagi at kunna fáa sjálvt OL,
men at praktisku royndirnar
tá ikki vóru so nógvar, men
vildu teir testa Schandorff
til Paralympic.
Síðan hevur alt gingið fet
fyri fet við døming, skeiðum
og testum, og nú er stóra
málið nátt – OL í Beijing
stendur næst á skránni.
Strævnir dagar
– At sleppa kring heimin at
døma er stuttligt, gevur
nógvar upplivingar og nógv
ar nýggjar vinir. At døma í
stórum kappingum er ikki
beinleiðis feria, sum mong
halda. Dagarnir eru langir
og strævnir. Vanliga byrja
vit við morgunmati klokkan
sjey og fara síðan til kapp
ingarøkið at rigga til og
kanna eftir, at alt er í lagi,
og sjáldan eru vit aftur á
hotellinum fyrr enn um
sjeytíðina á kvøldi. So eitt
skjótt bað áðrenn døgurðan.
Eftir døgurðan er eftirmet
ing. Hetta er so at siga
hvønn dag. Og dagin eftir,
at seinasta finalan er skotin,
verður mann settur í flog
farið og sendur heima aftur,
greiðir Schandorff Vang
frá.
Soleiðis verður eisini á
Olympisku leikunum. Dag
in eftir komuna til Beijing
byrjar skráin við, at búnar
skulu fáast til vega. Farið
verður til goymsluna at taka
endalig mát og fáa allar bún
ar og útgerð útflýggjað. Síð
an skal kappingarbreytin
kannast, so alt stendur mát
sambært altjóða reglum.
– Eg veit ikki enn, um vit
dómarar sleppa við til setan
ina, men vanligt er, at tey,
sum hava fingið umboðs
skjal frá altjóða felagsskapi,
fáa atgongd. Og slíkt skjal
havi eg longu fingið, sigur
Schandorf Vang.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Schandorff skal
døma til OL
Schandorff Vang skal døma á Olympisku leikunum í Beijing í næstum
Savnsmynd