mánadagur 21. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 138 - 21. juli 2008 ]
Tað gjørdist til ein
dramatiskan spurt
í Gundadali í gjár,
tá súkklukappingin
Statoil Kring Føroyar
endaði. Torkil Veyhe
yvirhálaði Hafsteinn
Ægir Geirsson í síðs
ta svinginum við
Bridgehúsið og megn
aði sostatt í evstu løtu
at smoyggja sær fram
um, bert fáar metrar
frá mállinjuni. Haf
steinn vann kortini
kappingina samanlagt
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
Teir 2-300 áskoðararnir,
sum vóru komnir til Statoil-
støðina í Gundadali at fylg-
ja við endanum á stóru
súkklukappingini
Statoil
Kring Føroyar, fingu undir-
hald til tað síðsta, tá teir bli-
vu vitni til ein sera spennan-
di endaspurt millum teir
báðar fremstu súkklararnar,
Hafsteinn Ægir Geirsson
og Torkil Veyhe.
Á veg oman frá Áargeil
eftir Gundadalsvegnum var
Hafsteinn tann fremri, men
í síðsta svinginum setti
Torkil trumfin á og yvirhál-
aði innanfyri, so tað eydnað-
ist honum at fáa smoygt sær
framum og hildið fast, líka
til komið var um mállinjuna.
So tætt var millum teirra, at
tíðin tó var tann sama.
Í góðveðrinum í gjár var
tíðin upp á tríggjar tímar,
seks minuttir og 30 sekund
eisini tann næstbesta, sum
hevur verið, síðani farið var
undir at brúka 109 kilometra
langa teinin úr Tjørnuvík,
umvegis Saksun og Gomlu-
rætt, áðrenn trý umfør verða
súkklað í Havnini.
Serliga stuttligt var tað
hjá súkklarunum, at fólk
stóð fram við vegnum fleiri
staðni á teininum, og eitt nú
í Hvalvík og Streymnesi
stóðu børn við fløggum og
fagnaðu súkklarunum. Tað
var ikki sørt, at tað minti
um myndirnar, vit plaga at
síggja frá Tour de France og
teimum
stóru
kapping-
unum.
Bjóðaðu av
Tað skiltist á øllum brøgd-
um longu frá byrjan, at onk-
ur fór at bjóða av á síðsta
teininum, tí mestsum bein-
anvegin royndu súkklarar at
sleppa frá hinum. Og longu
á Langasandi høvdu tríggir
súkklarar fingið eitt fitt pet-
ti millum seg og hinar, og
tað var ikki sørt, at sensa-
tiónin lá og lúrdi.
Eli J. Christiansen, Áslak-
kur
Nesá
og
Kjartan
Egholm sluppu avstað, og
teir bara øktu um frástøðuna
aftur til restina av feltinum
allan vegin suður gjøgnum
Sundalagið. Men so við og
við gjørdist ófriðarligt long-
ur afturi, har fleiri royndu
Makelele til Paris SG
35 ára gamli Claude Makelele skiftir frá Chelsea til
franska felagið Paris SG. Hetta eitt ár áðrenn sáttmálin
við Londonfelagið gekk út. Tað boðar franska felagið frá
í morgun. Makelele skifti frá Real Madrid til Chelsea fyri
170 milliónir krónur, og spældi 144 dystir fyri felagið,
har hann gjørdi tvey mál. Sambært heimasíðuni bold.dk
hevur franskmaðurin ikki verið so glaður fyri tilveruna í
London, eftir at portogisiski venjarin José Mourinho fekk
sekkin síðsta kappingarár.
Hamilton fremstur á Hockenheim
Eina løtu sá tað út til, at ein sensatión av teimum heilt stóru skuldi vera á
Hockenheim bananum í Týsklandi sunnudagin, har Formel 1 koyring var.
Tað endaði tó við, at 23 ára gamli Lewis Hamilton yvirhálaði Nelson Piquet
Jr. sjey umfør alt var av, og sostatt endaði bretski McLaren koyrarin ovast á
sigursskamlinum. Hetta var tó á ongan hátt óvæntað, tá Lewis Hamilton
hevur koyrt rættiliga sannførandi í ár. Óvæntað var tað tó, at Nelson Piquet
Jr. endaði so frammaliga. Brasiliumaðurin hjá Renault byrjaði koyringina
sum nummar 17, men vann seg heilt fram á eitt annað pláss, og lá eina løtu
eisini fremstur í koyringini. Í samlaðu støðuni hevur hetta við sær, at
Hamilton nú er fýra stig frammanfyri Massa, sum gjørdist nummar trý
sunnudagin.
Dramatiskur endi í G
Statoil Kring Føroyar 2008
Endaliga støðan eftir 324 kilometrar:
1.
Hafsteinn Ægir Geirsson
09:52:30
2.
Torkil Veyhe
+00:01:58
3.
Gudmundur Joensen
+00:14:21
4.
Eli J. Christiansen
+00:21:28
5.
Áslakkur Nesá
+00:24:24
6.
Gunnar Dahl-Olsen
+00:25:16
7.
Kjartan Egholm
+00:27:56
8.
Gunnlaugur Jónasson
+00:35:56
9.
Andrass Joensen
+00:47:57
10.
Sverri Mohr Edvinsson
+01:06:13
11.
Jón Bogason Ellingsgaard
+01:28:55
12.
Durita Holm
+01:40:18
13.
Evald Rasmussen
+03:29:51
Torkil Veyhe og Hafsteinn Ægir Geirsson í ávikavist
fjallatroyggjuni og bláu føraratroyggjuni. Hóast Torkil vann
sunnudagin, vann Hafsteinn samanlagt, so teir kundu fara
til hús í somu troyggjum, sum teir súkklaðu í sunnudagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir