Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 138 - 21. juli 2008 ] at skræða seg leysan, so ferðin øktist í feltinum. Tá so komið var í Koll­ fjarðardal, byrjaðu tríggir teir fremstu í kappingini samanlagt at arbeiða seg miðvíst fram ímóti teimum trimum útbrótarunum. Og í drúgvu mótbrekkuni niðan á Oyggjarvegin vísti form­ urin og orkan seg at gera mun, so útbrótararnir til síðst blivu tiknir aftur. Í brekkuni niðan frá Norð­ radalsskarði var orkan uppi hjá Áslakki og Kjartani, so teir ikki orkaðu at fylgja við, tá Torkil og Hafsteinn høvdu tikið teir, meðan eitt sindur meira var í Eli, sum fylgdi favorittunum báðum allan vegin til Gomlurætt og ikki misti takið, fyrr enn leiðin aftur lá niðan ímóti Velbastaðhálsi. Longur afturi í feltinum vóru fleiri smáar kappingar í kappingini, og tað var ikki sørt, at tað blivu fleiri duell­ ir, so hvørt sum teir 19 súkk­ lararnir komu á mál í Gun­ dadali. Onkuntíð vóru tveir, sum kappaðust um at koma fyrri um mállinjuna, og í onkrum føri tríggir súkklar­ ar, so endaspurtarnir gjørd­ ust væl fleiri enn vanligt. Báðir vóru fegnir Sum sagt, so eydnaðist Tork­ ili Veyhe at vinna tann altav­ gerandi endaspurtin og koma fyrstur á mál, og hann var sjálvandi vælnøgdur, tí við hesum megnaði hann at vinna tveir av trimum enda­ spurtum ímóti Hafsteinni. Tann fyrri var í Saltangará, har hann eisini á síðstu metrunum megnaði at koma avgerandi framum, meðan Hafsteinn hevði munin í Vági, har tað næstan var fast ímillum teirra. – Eg eri ótrúliga væl nøgdur við at vinna í dag. Samanlagt kundi eg fingið betri úrslit, men eg eri nøgd­ ur við annaðplássið í kapp­ ingini, umframt at eg vann fjallatroyggjuna. Samanum­ tikið hevur tað verið í lagi, segði Torkil Veyhe, sum eft­ ir lokna kapping kundi stað­ festa, at tað hevði verið hart. Fyri fjórðu ferð á rað vann íslendingurin Haf­ steinn Ægir Geirsson kapp­ ingina, og hann var sjónliga fegin um tað hesa ferð: – Serliga hesin síðsti teinurin var harður, tí Torkil setti ferðina sera høgt, so eg hevði ilt við at fylgja hon­ um. Hetta er harðasta kapp­ ingin higartil, so eg eri sera fegin um, at eg kortini megnaði at enda sum vinn­ ari samanlagt, segði Haf­ steinn Ægir Geirsson. Tilsamans 22 súkklarar vóru við í Statoil Kring Før­ oyar hesa ferð, men bara 13 av teimum vóru við allan vegin og gjøgnumførdu teir tilsamans 324 kilometrarnar. Tvær kvinnur, Durita Holm og Súsanna Skylv Sørensen, bjóðaðu monnunum væl av, og eisini var hesa ferð ein minni kapping í kappingini í bólkinum +45, har íslend­ ingurin Gunnlaugur Jónas­ son gjørdist tann drúgvasti. Komandi ár verður kapp­ ingin fyri fjúrtandu ferð, men tá verður hon øðrvísi enn undanfarnu árini, tí nú verður skift frá einstaklinga­ kapping til liðkapping, so tað leggur upp til eina ikki minni taktiska og spennandi kapping í framtíðini. Sum skilst, er ætlanin at hava tríggjar súkklarar á hvørjum liði. Keflavík eitt stig ímóti meistarunum Símun Samuelsen og Keflavík vóru leygardagin í Reykjavík, har mótstøðuliðið var meistaraliðið Valur. Úrslitið var 1­1. Tað høvdu teir í Keflavík ivaleyst verið nøgdir við frammanundan, men nú iðra teir seg nakað. Keflavík legði seg á odda í 23. minutti, og leiðsluna hildu teir, inntil tað restaðu ellivu minuttir. Tá ið tað restaðu níggju minuttir varð ein av spælarunum hjá Vali vístur av vølli. Í yvirtíðini brast bólturin í stólpan aftanfyri málverjan hjá Vali, eftir at ein úr Keflavík hevði roynt seg við langskoti. Í síðstu sekundunum mettu teir á heimaliðnum, at dómarin átti at havt bríkslað fyri brotssparki til teirra, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í. Símun Samuelsen var alla tíðina í vinstru síðu á miðvøllinum hjá Keflavík, sum er oddalið við 26 stigum. Valur er á fjórða plássi við 20 stigum. KÍ fer á ólavsøku Javnaldrarnir HB og KÍ fara at spæla ímóti hvørjum øðrum ólavsøkuaftan. Tað veit heimasíðan hjá HB at siga. Fyrsta bríkslið verður klokkan 18. Talan verður um steypadyst. Vøruhúsið á Hjalla hevur latið steypið, sum verður handað beinanvegin, tá ið dysturin verður liðugur. KÍ hevur vitjað HB eina ferð fyrr í ár. Í landskappingardystinum í 11. umfari 18. juni vann KÍ 1­0 í Gundadali. undadali Á trimum av teimum fýra teinunum vóru tilsamans seks fjallaspurtir, ið góvu trimum teimum fremstu ávíkavist trý, tvey og eitt stig. Bara í Sandoynni, har súkklað var við einkult­ starti, var eingin fjallaspurt­ ur. Tá súkklað var í Eystur­ oynni hósdagin, var Torkil Veyhe fyrstur um Eiðis­ skarð, við Hafsteinni Ægir Geirsson og Gudmundi Joensen í hølunum. Men um Gøtueiði hevði Haf­ steinn munin á Torkili og Gudmundi. Í Suðuroynni fríggjadag­ in var Hafsteinn fyrstur um Fámjinsskarð, framm­ an fyri Torkil og Gunnar Dahl­Olsen, men á Hestinum var Torkil tann fyrsti, við Hafsteinni og Gudmundi aftan fyri seg. Sunnudagin í Streym­ oynni vóru teir tríggir út­ brótararnir, Eli J. Christian­ sen, Áslakkur Nesá og Kjartan Egholm fyrstir um fjallaspurtin á Oyggjavegn­ um, men tá teir blivu tiknir aftur, var greitt, at kapping­ in um fjallatroyggjuna fór at verða avgjørd á síðsta fjallaspurtinum á Vel­ bastaðhálsi. Har vísti Torkil enn eina ferð sína styrki og vann, meðan Eli eisini fekk hildið Hafsteinn aftan fyri seg, og sostatt gjørdist Torkil vinnari av fjalla­ troyggjuni við 13 stigum, meðan Hafsteinn fekk 11 stig. Síðani hevði Eli fimm stig, Gudmundur trý, Áslakkur tvey og Gunnar og Kjartan hvør sítt. Torkil vann fjallatroyggjuna Kjartan Egholm, Áslakkur Nesá og Eli J. Christiansen smoygdu sær tíðliga undan hinum, men sum myndin kanska boðar frá, sóu Kjartan og Áslakkur moyrir út í Hundsáarbotni, meðan Eli fekk hildið fast og kom triðfremstur á mál Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir Tríggir teir bestu í Statoil Kring Føroyar sunnudagin vóru Hafsteinn Ægir Geirsson, sum tapti spurtin, men vann samanlagt, Torkil Veyhe, sum vann sunnudagin og eisini vann fjallakappingina, og Eli J. Christiansen, sum sunnudagin fekk strítt seg til triðjaplássið á seinasta teininum Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir Saman við Gudmundi Joensen hildu Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe aftan á útbrótarunum, sum blivu tiknir aftur á veg niðan av Norðradalsskarði. Tá var Gudmundur dragnaður frá hinum báðum, men gjørdist tó triðbestur samanlagt Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir