Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 138 - 21. juli 2008 ] Johan Ejvind Mourit­ sen verður ikki á Tvøroyri eftir sum­ marsteðgin. Tað vátt­ ar formaðurin í TB, sum kortini ikki vil gera viðmerkingar til málið um venjaran Krzyzstof Popczynski, og at hann skal vera uppsagdur FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Eg havi onga viðmerking. Krzyzstof Popczynski hongur í klønum tráð sum TB-venjari. Póllendingurin hevur ikki fingið tey úrslit- ini, sum væntað og vónað var frammanundan. Aldurs- forsetin í føroyskum fótbólti liggur á fjórða plássinum í næstbestu deildini, fimm stig frá uppflyting. Tað er eftir øllum at døma ikki nøktandi hjá leiðsluni, sum hevur havt kreppufund um venjaran. Leysasøgur hava verið seinastu dagarnar, at Pop- czynski ikki verður venjari hjá TB í seinnu kappingar- hálvu. Heldur ikki aðruferð, at Sosialurin ringdi til Jóan Petur Olgarson, formann í TB, vildi hann vátta søgu- num. Men hann vísir ikki aftur, at leiðslan hevur havt kreppufund um venjaran og at hesin annaðhvørt hevur fingið ella fær sekkin. Veit einki Føroyska kappingin er farin í summarfrí, og Krzyzstof Popczynski er í hesum døg- um í Póllandi. Hann veit einki um álvarsomu støðuna á Tvøroyri. Tá vit høvdu hann í telefonini úr Póllandi í morgun, visti Krzyzstof Popczynski ikki at siga, um hann stendur við stýrisvølin tann 5. august, tá TB vitjar í Vági. Krzyzstof Popczynski hevur roynt eitt sindur av hvørjum, síðan hann kom til Føroya í 1999. Hann var leikandi venjari hjá VB, sum vann føroyameistara- heitið í 2000. Fýra ár seinni tók hann av tilboðnum at gerast leikandi venjari hjá GÍ. Í 2005 vann hann kapp- ingina um løgmansteypið við gøtumonnum. Árið eftir stóð hann á odda fyri unga HB-liðnum, sum sera óvænt- að vann føroyameistaraheit- ið á seinasta leikdegi. Mið- skeiðis í farna kappingarári bleiv hann uppsagdur í sigursvanda høvuðsstaðar- felagnum, áðrenn hann ven- di nøsini ímóti Tvøroyri. Her tykist hansara tíð nú eisini vera liðug. Formaðurin í TB vildi tó hvørki í fyrstu ella aðru syf- tu siga nakað um hetta mál. Men hann segði tó kortini so mikið sum, at ein fráboð- an hesum viðvíkjandi kem- ur seinni í vikuni. Mouritsen heldur ikki fram Hóast Jóan Petur Olgarson var lítið tíðindafróður, kun- di hann kortini vátta, at vandamikli framherji teirra, Johan Ejvind Mouritsen, ikki verður á Tvøroyri í sein- nu kappingarhálvu. Jóan Petur Olgarson vil tó ikki siga orsøkina, men váttar einans, at samstarvið er stegðað. Framherjin, sum higartil hevur roynst væl, sigur í stuttari viðmerking, at boð- ini frá leiðsluni vóru, at hann nú kundi finna sær nýtt felag. Tað skuldi í øll- um førum verið komið upp á pláss, áðrenn flytingar- vindeygað letur aftur á mid- nátt. Sunnudagin 27. Juli 2008 skipar Tórs­ havnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Kappast verður i býarkoyring í øllum bólkum SÚKKLING Tíðindaskriv Kappast verður á ídnaðar- økinum á Hálsi. Hetta er sami teinur sum kappast hevur verið á seinastu árini á ólavsøku. Startur og mál verður uttanfyri bygningin, sum Fiskimálaráðið húsast í á Heykavegi. Súkklað verður norður móti Staravegi, til høgru, eystur eftir Staravegi, til høgru, suður eftir Falkavegi, til høgru, vestur eftur Tjaldursvegi og til høgru inn á Heyka- vegi og yvir á start/mál. Teinurin er umleið 650 m. Ung og eldri kappast Kappingin fyri vaksin, vaksin +45 og unglingar byrjar kl 14.45. Hesi skulu súkkla í 45 min + 1 umgang. Vinnarin er so tann sum er fremst eftir hetta tíðarskeið. Bólkar- nir ”Vaksin”, ”Vaksin +45” og ”Unglingar” mel- da til við at senda ein teldupost til sukkling@ gmail.com. Kappingin fyri tey yngru sum eru bólkur 1, 2 og 3 byrjar kl 16.00. Tilmelding er á staðnum frá kl. 15.00. Bólkarnir eru býttir eftir aldri og eru hesir: Bólkur 1: 8 ár og yngri (árg. 2000 og yngri), súkkla umleið 2 km. Bólkur 2: 9-11 ár (árg. ’97 – ’99) súkkla umleið 4 km. Bólkur 3: 12-14 ár (árg. ’94 – ’96) súkkla umleið 6 km. Unglingar: 15-17 ár (’91 – ’93) 45 min. + 1 umgang. Vaksin: 18-44 ár ( árg. ’64 – ’90) 45 min. + 1 umgang. Vaksin + 45 (árg áðrenn ’64) 45 min. + 1 umgang. Gentur og dreingir hvør sær Gentur og dreingir kappast í hvør sínum bólki. Fyrireikararnir vóna at síggja nógvar luttakarar til kappingina, og um tað er onkur sum ikki er vanur at luttaka til slíkar kappingar so er hetta kanska rætta kappingin at byrja, av tí at hon verður hildin á einum avmarkaðum øki, og súkklað verður bert í 45 minuttir. Hødd undir niðurflytingarstrikuna Tað gongur einki hjá Rógva Jacobsen og IL Hødd. Botnproppurin í næstbestu norsku deildini, Alta, fekk øll stigini, tá teir vitjaðu á Høddvoll í dag. Tað eina ferð av 14 møguligum hevur tað eydnast IL Hødd at fingið fult í landskappingardysti. Tað er støðan eftir, at botnproppurin í næstbestu norsku deildini, Alta, vitjaði á Høddvoll seinnapartin. Gestirnir vunnu við 2-1, og avgerandi málið kom ikki fyrr í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Rógvi Jacobsen var framherji allan dystin, og heldur ikki hesaferð kom hann á máltalvuna. U17 vann 3. plássið Seinnapartin fríggjadagin vann føroyska U17 landsliðið dystin um 3. plássið í móti Cove Rangers. Í hálvleikssteðginum vóru Føroyar á odda við 2-0. Málskjúttar vóru Jógvan Skeel Nolsøe og Gilli Sørensen. Í seinna hálvleiki komu Cove Rangers meir við í spæli, og beint fyri leiklok eydnaðist tað teimum at minka um munin, og síðani javna. Farið var beinleiðis til brotssparkskapping, har Føroyar settu síni fimm í netið, meðan Kristian Joensen, sum stóð í mál í seinna hálvleiki, tók tað vardi fyri einum. Harvið vann føroyska U17 landsliðið bronsuheiðursmerki í kappingini Aberdeen International Football Festival. Súkklukapping á ólavsøku Løgnar útsagnir av Tvøroyri Krzyzstof Popczynski er undir stórum trýsti sum TB-venjari. Formaðurin hevur onga viðmerking, um póllendingurin framvegis er venjari, tá farið verður undir seinnu kappingarhálvu