Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 138 - 21. juli 2008 ] Spældi við brotnum beini At tað ber til at spæla fótbólt, hóast bein er brotið, er nýggi vongverjin hjá NSÍ, Jónas Þór Næs dømi um. Í 1-0 sigrinum á HB næstsíðsta hóskvøld var Jónas á høgra vongverja, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tá ið hann varð skiftur út, sást tað væl, at hann var skaddur. Ætlanin var, at Jónas skuldi við NSÍ til Georgia. Men tá ið hann undan fráferðini varð kannaður í røntgenini, vísti tað seg, at eitt bein í fótablaðnum var brotið! Tí var Jónas ikki við NSÍ í Georgia. Tað verður roknað við, at beinið brotnaði longu, tá ið Jónas fyrr í summar spældi við Køge. At tað – hóast brotið – hevur borið nærlagda vongverjanum til at spæla, kemst av, at brotið liggur væl og er við at vaksa saman aftur. Í NSÍ verður roknað við, at Jónas verður tøkur, tá ið NSÍ mikukvøldið 6. august fer at spæla toppdyst á útivølli ímóti EB/Streymi. Finsk floyta Tá ið NSÍ og Dinamo Tbilisi týskvøldið klokkan 19 fara at spæla á ovara vølli í Gundadali, verður tað ein finni, sum verður 23. maður á vølli. Dómarin eitur Tero Nieminen. Hjálpardómarar verða Miikka Poikselkä og Jan-Peter Aravirta. Fjórði dómarin verður Heikki Pajunen. Teir eru allir úr Finnlandi. UEFA umboðsmaður verður Adrian Titcombe úr Onglandi, og dómaraeygleiðari verður Jonas Braga úr Litava. Týskvøldið og mikukvøldið verða fjúrtan dystir í fyrsta innleiðandi umfari í europeisku meistarakappingini. NSÍ hevur heitt á veteran­in­ um at verja mál­ið týskvøl­dið í staðin­ fyri Tórð Thomsen­, sum eftir útvísin­g­in­a í Georg­ia er l­eikban­n­aður upptakt Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið NSÍ týskvøldið klokk- an sjey fer á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti Dinamo Tblisi, verður ein ógvuliga royndur maður millum NSÍ stólparnar. Jens Martin Knudsen hevur fing- ið boð, tí NSÍ er í uppisetri fyri málverjar. - Tórður Thomsen varð útvístur, tá ið hann í síðstu løtu í Georgia sá gula kortið fyri aðru ferð. Annar mál- verji hjá okkum er Predrag Zivkovic. Hann er farin til hús í summarfrí, tí hann er ikki førur fyri at spæla. Fyrr í ár breyt hann ein fing- ur. Tá ið hann aftur fór at venja, var aftur galið, og harvið hava vit ongan eyka- málverja. Soleiðis greiðir Pauli Poulsen, hjálparvenjari hjá NSÍ, sum hevði ábyrgdina av liðnum í Georgia, frá. Tá ið Tórður varð rikin av vøl- li, fór vinstri vongverjin, Einar Hansen, í málið. Tá ið NSÍ boðaði UEFA frá, hvørjir spælarar vóru á listanum til undankapping- ardystirnar í europeisku meistarakappingini, var Jens Martin ikki nevndur. Reglurnar siga, at tað, eftir at síðsta freist er farin, er loyvt at boða frá einum spælara afturat. NSÍ gjørdi nýtslu av tí rættinum. Teir boðaðu UEFA frá, at Jónas Þór Næs skuldi setast aftur- at. Nú hava teir so heitt á UEFA um at fáa enn eitt navn á listan. - Tað eru onnur í felag- num, sum hava tikið sær av hesum málinum, men vit ganga út frá, at tað fer at bera til at finna eina loysn upp á henda trupulleikan, tí tað ber ikki til at spæla utt- an málverja, heldur Pauli Poulsen. Jens Martin Knudsen van- di við NSÍ fríggjakvøldið og aftur í vikuskiftinum. NSÍ spælararnir hildu annars, at talan var um rættuliga harðan dóm, tá ið Tórður Thomsen varð vístur av vølli í Georgia. Fyrra gu- la kortið varð givið, tá ið málverjin var orsøk til brots- spark. Í seinna førinum varð kortið givið, tí dómar- in metti, at NSÍ málverjin hevði hug at draga tíðina út. Hetta var í yvirtíðini. Dómarin hevði ikki frammanundan givið mál- verjanum eitt vink um, at hann skuldi ansa sær. Tað plaga dómarar at gera í sovornum førum, áðrnn teir fara í lumman eftir gula kortinum. Tað tóktist heldur ikki sum um, at dómarin hevði gáað um, at málverjin longu var skrásettur fyri gult kort, tá ið hann vísti gula kortið fyri aðru ferð. Tað var ikki fyrrenn, at hann fór at føra bókhaldið, at hann tóktist gerast greiður yvir, at Tórð- ur Thomsen skuldi vísast av vøllinum. Hóast teir í NSÍ sig­a seg­ rokn­a við betri úrsl­iti hesa ferð en­n­ í Georg­ia, so ætl­a teir ikki at spen­n­a ál­ops­ bog­an­ upptakt Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt tað undarligasti kapitli í altjóða føroysku fótbólts- søguni varð skrivað í 2004. Ta ferðina spældi HB í inn- leiðandi umfarinum í meist- arakappingini ímóti FC WIT Georgia. Á útivølli legði HB rygg til 5-0 tap. Kortini gjørdist tað heilt spennandi, tá ið georgiska liðið vitjaði í Gundadali. HB vann 3-0, og fram ímóti dystarenda hómaðist møgu- leikin fyri, at HB skuldi taka stóra tapið á útivølli aftur. NSÍ tapti týskvøldið 3-0 í Georgia. Í annaðkvøld eig- ur NSÍ heimavøll ímóti georgiska liðnum, sum kom til Føroya í gjár, men ætlan- irnar hjá NSÍ eru ikki at leypa á við nógvum fólki: - Har niðri spældu vit í 1. hálvleiki 4-1-1. Tá skoraðu teir skjótt trý mál. Í 2. hálv- leiki hildu teir fram við høg- ari ferð, men vit megnaðu í nógva hitanum at halda tætt. Orsøkin var fyrst og fremst, at vit umskipaðu soleiðis, at vit vóru í 4-5-1 uppstilling. Tá fingu vit bet- ri fatur á fínu sentralu mið- vallarunum og síðuspælar- unum, og tað ætla vit eisini at gera í morgin, sigur Pauli Poulsen, sum í Georgia hevði ábyrgdina av NSÍ lið- num. Harvið er ikki sagt, at teir í NSÍ ikki vóna, at tað skal eydnast at flyta liðið longri fram enn í georgiska hita- pottinum, og at tað harvið skal eydnast at spæla seg til málmøguleikar. Men talan var ikki um fyrilitarleyst álopsspæl. - Vit eiga bólttryggar sen- tralar miðvallarspælarar, og vit skulu royna at halda upp á bóltin. Tað er í sær sjálv- um avbjóðing, tá ið trýstið er so stórt, heldur Pauli Poulsen, sum minnist aftur á, hvussu væl georgiska lið- ið dugdi við diagonalsend- ingum at fáa NSÍ liðið út av javnvág og harvið at nýta nógva orku. - Í hitapottinum, sum vøll- urin var, megnaðu okkara at arbeiða nógv og hart og at halda tætt síðsta tíman. Krøvini verða tey somu í morgin. Tað vil siga, at vit mugu liggja væl tættari í teimum, enn vit gjørdu fyrs- ta hálva tíman, tá ið teir tóku okkum rættuliga av fót- um. Tá ið vit fregnast eftir, hvørjar av georgisku spælar- unum tað serliga skal leggj- ast til merkis, vísir Pauli Poulsen á fleiri: - Teir vóru í 4-2-3-1 upp- stilling. Sentralur aftanfyri fremsta mannin var nr. 10. Tað sigst, at fleiri feløg í Vestureuropa hava áhuga í honum. Nr. 18 er liðformað- ur og spælfordeilari á verju- kendum sentralum mið- vallarplássi. Hann og 8arin stóðu seg væl, og so høvdu teir heilt góðar spælarar í síðunum, sum eru nummar 21 og 49. Men bæði sum einstaklingar og lið eru teir væl yvir okkara støði, hóast teir framvegis fyrireika seg til landskappingina, sum teir ikki enn eru farnir undir. Miðvøllurin verður væl mannaður Jens Martin verður aftasti skansi NSÍ - Dynamo Tbilisi: - Tað eru onnur í felagnum, sum hava tikið sær av hesum málinum, men vit ganga út frá, at tað fer at bera til at finna eina loysn upp á henda trupulleikan, tí tað ber ikki til at spæla uttan málverja, heldur Pauli Poulsen, sum vónar, at tað fer at eydnast teimum at fáa Jens Martin Knudsen skrásettan og tøkan