Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 138 - 21. juli 2008 Stutt Sagt Moon neyðlendi Sun Myung Moon, sum stovnaði Sameiningar­ kirkj­una, fekk skaða, tá ein tyrla, sum hann var í, neyðlendi á einum fj­alli í Suðurkorea í gj­ár. Sam­ bært myndugleikunum, vóru 16 fólk í tyrluni, og 14 teirra fingu skaða. Millum teirra, sum vóru í tyrluni, var kona Moon og fleiri skyldfólk teirra. Tíðindastovan AP skriv­ ar, at eldur kom í tyrluna, tá hon neyðlendi á Gapyeon­ fj­allinum, sum er einar 60 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Seoul. Sagt verður, at Sun Myung Moon var á veg at vitj­a eitt sj­úkrahús, tá tyrlan noyddist at neyðlenda. Hittast aftur Samráðingarmenn hj­á ES og Iran samdust á fundi í Genéve í gj­ár um at halda fram við samráðingunum um iransku kj­arnorkuverk­ ætlanina. Seks stórveldi høvdu umboð á fundinum, og teirra millum var amer­ ikanski uttanríkisráðharr­ in, Condoleezza Rice. Altj­óða samfelagið hev­ ur kravt, at Iran skal gev­ ast við at ríka uran, sum kann brúkast til at gera kj­arnorkubumbur við, men Mahmoud Ahmadine­ j­ad, forseti, hevur sagt, at tað kemur ikki upp á tal. Uttanríkispolitiski sam­ skiparin hj­á ES, Javier Solana, segði aftan á ein fund við iranska samráð­ ingarleiðaran Saeed Jalili í Genéve, at teir báðir eru samdir um at tosa saman um einar fj­úrtan dagar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Myndirnar av flóttafólkunum eru so rørandi, at tær eiga at festa seg í sinnið á øllum, sum síggja tær José Luis Zapatero útlond Fleiri túsund flótta­ fólk doyggja á veg úr Afrika til Evropa, og støðan hevur ongantíð verið so ring sum í ár Talið á teimum, sum royna at sleppa úr Afrika til Evropa at fáa sær eina betri tilveru, veksur í hvørj­um og er vaks­ ið serliga nógv í summar. Men tað merkir eisini, at tal­ ið á teimum, sum ongantíð koma vegin fram, men doyggj­a á leiðini, veksur og hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Ein orsøk er, at tey suðurevropeisku londini hava hert eftirlitið við teim­ um ólógligu flóttafólkunum, og tað hevur fingið manna­ smuglararnar at velj­a meiri vandafullar farleiðir. Fyri fj­úrtan døgum síðani kom spanska sj­óverj­an fram á ein bát, sum rak fyri vág og vind úti fyri Almeria á sponsku sólstrondini. Í bátin­ um vóru 33 útlúgvað fólk, sum vóru farin úr Marokko eina viku frammanundan. Men tey høvdu verið fleiri enn 33, tí tað vísti seg, at 15 fólk vóru deyð. Níggj­u teirra vóru børn yngri enn fýra ár, og í teirri brennandi sólini vistu foreldrini sær eingi onnur ráð enn at tveita líkini fyri borð, skriva sponsk bløð. Av teimum, sum vóru á lívi, tá spanska sj­óverj­an kom fram á bátin, máttu fleiri flytast á sj­úkrahús. Rørandi myndir ­ Hetta er tað ringasta, sum eg nakrantíð havi sæð, segði leiðarin hj­á Reyða Krossi í Almeria, Francisco Vicente, við sponsku fj­øl­ miðlarnar, og spanski for­ sætisráðharrin, José Luis Zapatero, segði, at myndir­ nar av flóttafólkunum áttu at fest seg í sinnið hj­á øll­ um, sum síggj­a tær. Sponsku bløðini skriva eisini um eina nigerianska kvinnu, sum hevði mist tvey børn á ferðini við báti til Evropa. Av teimum børn­ unum, sum vóru í bátinum, var bara eitt eftir á lívi. Tað var ein ársgamal drongur. Hann var illa á holdum kom­ in eftir ta strævnu ferðina, men kom fyri seg eftir at hava fingið hj­álp á sj­úkra­ húsinum. Sponsku myndugleikarnir siga, at mannasmuglararnir leggj­a alt meiri fyri, nú londini í Suðurevropa hava hert eftirlitið við flóttafólk­ um. Myndugleikarnir siga, at í meðal rinda fólk einar 8.000 krónur fyri at sleppa við einum báti. Á vitjan síni í Avstralia bað Benadikt pávi fólk um umbering fyri tann kynsliga ágangin, sum katólska kirkjan hevur framt ímóti børnum har ­ Eg eri sera harmur um, at fólk hava liðið undir hesum ágangi, segði Benadikt pávi í einari prædiku, sum hann helt í Sidney í gj­ár. Hann segði, at kirkj­an má greitt fordøma tær misgerðir, sum blivu framdar, og sum vóru eitt greitt álitisbrot, og hann lovaði, at tey seku skulu standa til svars fyri tað, sum tey hava gj­ørt. Í einari messu, sum pávin helt fyri katólskum prestum og biskuppum í Sidney, kom hann við einari treyta­ leysari umbering. ­ Kynsligi ágangurin hev­ ur verið oyðileggj­andi fyri katólsku kirkj­una, og vit skammast av tí ágangi, sum børn og ung her í landinum hava verið fyri, segði pávin. Felagsskapurin hj­á teim­ um, sum hava verið fyri kynsligum ágangi innan ta katólsku kirkj­una í Avstr­ alia, Broken Rites, sigur, at tað finnast umleið 100 greið dømi um offur fyri ágangi innan kirkj­ugátt ella frá kirkj­unnar tænarum. Tað eru tó tey, sum halda, at tað veruliga talið er mun­ andi størri og helst fleiri túsund, skrivar Reuters. Broken Rites hevði kravt, at Benadikt pávi skuldi koma við einari almennari umbering, nú hann hevur virj­að í Avstralia. Tað gj­ørdi pávin so í gj­ár, men fleiri halda, at kirkj­an eigur ikki at sleppa so lætt. Sama krav­ ið kom undir einari pávavitj­­ an í USA í 2002, og eisini ta ferðina bað pávin um umber­ ing kirkj­unnar vegna. Pávin bað um umbering fyri kynsliga ágangin Tveittu síni deyðu børn fyri borð Benadikt pávi heldur messu í Sidney Mynd: Polfoto Hesin ársgamli drongurin var tað einasta barnið, sum var eftir á lívi í einum báti, sum kom til Spania fyri fjúrtan døgum síðani Mynd: Polfoto Myung Moon Mynd: AP Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad Mynd: Polfoto