Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 22. juli 2008 5 tíðindi Hann er spildur­ nýggjur og skal bora á landgrunninum næsta vár fyri ENI Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað verður ein av teimum nýggjastu boripallunum í heiminum, júst liðugt bygd­ ur á skipasmiðju í Korea, »West Phoenix«, sum skal bora næsta brunnin á før­ oyska landgrunninum. Tal­ an er um brunn á Anne Marie leiðini, sum liggur har suðuri við markið, ið italska oljufelagið ENI er fyristøðufelag fyri. Við í samtakinum er eisini Faroe Petroleum og eitt japanskt felag. Tað hevur verið frammi áður, at brunnurin skal borast í apríl 2009, men samtakið hevur kortini víðari rásarúm enn so. Boriloyvið gongur ikki út fyrr enn í 2010. Hinvegin er torført at fáa boripallar, og her hevur ENI eftir øllum at døma gjørt avtalu við Seadrill, sum eigur pallin ella við Total, sum hevur langtíðarleigað pallin í trý ár. Eftir ætlanini skuldi pallurin bora fyri Total í norskum øki í august í ár, men hetta verður kortini ikki fyrr enn í oktober skrivar heimasíðan hjá Stavanger Aftenblad á heimasíðu síni. Pallurin er í løtuni á Las Palmas, har tað seinasta eftirlitið verður gjørt. Tað hevur enn ikki eydnast at fáa viðmerking frá ENI um henda seinking eisini fer at ávirka boringina í Føroyum næsta ár. Nils Sørensen frá Faroe Petro­ leum sigur, at hóast teir eru við í boringini, so liggur alt arbeiðið í sambandi við bor­ ingina hjá fyristøðufel­ agnum ENI. Hann dugir ikki at siga, um boringin verður útsett. Summarið er langt, so tað nýtist ikki at merkja nakra seinking. ARBEIÐIÐ s Bílegging og móttøka av bókum og øðrum miðlum s Avgreiðsla av lánarum í sambandi við lán og afturbering s Aðrar uppgávur eftir avtalu FØRLEIKAR s Hevur kunnleika og royndir í KT á brúkarastigi s Dugir at orða teg skrivliga á føroyskum og enskum s Ert røkin s Hevur góðan tænastuhugburð s Hevur koyrikort Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum próvskjølum skulu sendast til: Føroya landsbókasavn att: Marjun Patursson Postboks 61 J.C. Svabos gøta 16 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er fríggjadagin 8. august 2008 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna Patursson, virkandi landsbókavørð, á tel. 311626 ella á marpat@flb.fo. Føroya landsbókasavn er tjóðbókasavn føroyinga og savnar inn, skipar, varðveitir og breiðir út vitan um føroysk viðurskifti. Bókasavnið gevur almenninginum atgongd til kunningartilfeingi savnsins, ið umframt bøkur og tíðarrit eisini fevnir um m.a elektroniskar kunningartænastur, dátugrunnar og internet. Bókasavnshjálpari/skrivstovufólk Landsbókasavnið søkir eftir bókasavnshjálpara/skrivstovufólki til ¾ starv frá 1. september 2008 ella skjótast til ber. West Phoenix skal bora sjeynda brunnin í Føroyum Her er hann, boripallurin West Phoenix, sum skal bora brunn á føroyska landgrunninum næsta ár Mynd Seadrill