Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

60 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Útisetin Haraldur skal halda røðu til tjóðina ólavsøkudag. Í hesum sambandi hevur Sosialurin hitt hann til eitt prát um fortíð og framtíð, kærleika og pínu, føroyskan tjóðskap og danskt pjatt Útisetin Haraldur var til fyri stuttum ein púra ókendur maður. Men tá hann fekk ein leiklut í sendi­ røðini E elski Førjar, steig hann fram úr fjøld. Brádliga vistu øll, hvør hann var. Vit lærdu hansara familju og hansara truplu tilveru at kenna, og sangurin hjá honum – Danskt Pjatt – hevur sjangrað í miðlunum, síðani hann kom fram. Ja, so stórur er áhugin fyri Haraldi, at hann nú hevur fingið ein týðandi leiklut í ársins ólavsøku: Fyrst skal hann upptraðka saman við hinum E elski Førjar­fólkunum í ítróttarhøllini á Nabb ­ og síðani skal hann halda »Talu til tjóðina« í Vágsbotni sjálvt ólavsøkukvøld tann 29. juli. Hvør er maðurin? Tað er ymiskt, hvat fólk halda um Harald. Tey flestu flenna helst at honum, men nógvum tykir eisini synd í hesum rótføroyska tjóðskaparmanninum, sum gongur sum ein fangi millum perudonsk konufólk í Keypmannahavn: Konuna Pernille, dóttrina Søs, svigarinnuna Yvonne – og ikki minst ta arbeiðsleysu Lis. Summi kenna seg sjálvan ella onkran kenning aftur í Haraldi. Onnur halda hann vera eina mynd av onkrum ávísum útiseta – og uppaftur onnur halda viðurskiftini millum Harald og tey donsku konufólkini vera eina mynd av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Meiningarnar eru ymiskar og git­ ingarnar nógvar. Men nú er Haraldur í Føroyum! Og tí hevur Sosialurin sett sær fyri at fáa svar uppá nakrar av spurningunum. Eitt sindur kenna vit sjálvandi til Harald, og til tess at fáa tunguna á honum á glið, fingu vit – ein tíðinda­ maður og ein myndakvinna frá Sosiali­ num – okkum grind, spik og turran fisk í ein pjøka og settu Haraldi stevnu uppi á Kirkjubøreyni ein vakran dag í farnu viku. Eg elski Føroyar! Og tað fyrsta vit máttu staðfesta, var, at Haraldur ikki er tann harði hundur, sum summi halda hann vera. Sum hann sessast á ein mosagrønan stein, sker sær ein spikbita og lítur út yvir Nólsoyarfjørð, gerst hann tigandi – og tey blonku eyguni fortelja okkum, at maðurin er rørdur. – Eg elski Føroyar, sigur hann spaku­ liga, sum fyri seg sjálvan. Eg elski Før­ oyar! Tað er mín styrki og mín veikleiki. Mín gleði og mín sorg. Mín gáva og mítt forbannilsið. – Forbannilsið? spyrja vit. Eyguni á Haraldi gerast smøl. Tað er, sum starir hann bæði út í havsbrúnna og inn í seg sjálvan í senn. – Øll líðing byrjar við kærleika. Hann, sum ikki brennur fyri nøkrum og ikki elskar nakað, hann líður ongantíð. Eg elski Føroyar, og tí pínir tað meg, at eg ikki kann búgva her. Ja, eg kenni sviðan í merginum hvønn einasta dag. Tað pínir meg eisini, at føroyingar ikki eru stoltari av sínum landi og síni mentan, og at teir ikki stríðast meira fyri at menna tjóðina. Sjónvarp, útvarp bløð, handlar – alt flýtur í innantómum, donskum vrevli og pjatti! Føroyingurin letur seg køva, tí tað er lættast. Hann tímir ikki annað. Og tað pínir meg. Men tað broytir ikki mín brennandi kærleika til hetta land og hetta fólk. Sum pussað gull Hóast Haraldur kann tykjast nøkrum nakað »bygdasligur«, so er hann Havnarmævir við bæði stórum H og ir. Hann vaks upp í tí sonevnda rabarbu­ kvarterinum mitt í Havnini. – Men bæði foreldrini eru av bygd, so har varð bæði flotað, kvøðið og etin ræstur fiskur gjøgnum barnaárini, sigur hann við einum smíli. Sum 18 ára gamal fór Haraldur at ganga saman við Sunnivu av Tvøroyri. Ætlanin var at flyta suður, tá hann hevur fingið prógv sum verkfrøðingur eftir lesturin í Keypmanahavn. Men tað gekk ikki sum ætlað. Í Keypmannahavn hitti hann Pernille, og tað broytti hans­ ara lívskós. – Ja, hvat skal eg siga um hetta? Eg var ungur, og tað sum hendi var, at náttúran eitt kvøldið kravdi sín rætt. Tað skuldi ongantíð vera annað enn tað – men Pernilla gjørdist upp á vegin, og so sat eg har ... Nú gerst Haraldur innhugsin og tigandi. Fær sær meira spik, og tykist ikki hava hug at tosa. – Hví fluttu tú og Pernille ikki til Føroyar? – Tí beistið vildi ikki. Hon var hvørki til at høgga ella stinga í. Og tað setti meg í eina ræðuliga tvístøðu: Antin mátti eg fara frá míni dóttir – ella míni tjóð. Men ein rættur føroyingur svíkir ikki sítt blóð, so valið var einfalt – hóast tað var trupult. Eins og ein kleyna, ið verður løgd niður í feittið at kóka, mátti eg krúpa niður í eina yvirvaksna grýtu av donskum pjatti: Keypmannahavn. Tað svíður – men eg gevi ikki upp. Eg eri tann, eg eri. Eg eri sum gull, ið verður pussað: Tað verður blankari og blankari! – Men nú er dóttirin vaksin. Kanst tú ikki flyta heim nú? – 20 ár eru long tíð. Vinir og umstøður eru broytt. Tær Føroyar eg kendi, eru ikki til longur. So tað verður trupult. Men kanska flyti eg heim ein dag. Eg vóni tað! Positiv røða - Millum allar føroyingar hevur Miðla- húsið valt teg at halda »røðu til tjóðina« sjálvt ólavsøkukvøld. Hvussu kennist tað? – Tað, eg standi fyri, verður ikki virt av teimum, eg ferðist millum dagliga. At Miðlahúsið hevur valt meg at halda røðuna vísir, at mítt dagliga stríð kortini gevur afturljóð og ikki er til fánýtis. Tí er hetta mær ein ómetaliga stórur heiður og ein veldug gleði. Tað sigur mær, at mítt lív ikki er til fánýtis. Tí stríðið fyri tí góða og sanna og føroyska er mítt lív! – Hvat fert tú at røða um? – Eg havi ikki skriva røðuna enn – men eg kann lova, at hon verður merkt av gleði og bjartskygni! ____________________________ Tekstur: Eyðun Klakstein Myndir: Mureldur/Sunva Eysturoy Lassen Kærleikin til Føroyar er mítt – Eg var ungur, og tað sum hendi var, at náttúran eitt kvøldið kravdi sín rætt. Tað skuldi ongantíð vera annað enn tað – men Pernilla gjørdist upp á vegin, og so sat eg har..., sigur Haraldur um hví hann bleiv fangaður í donskum pjatti »Sjónvarp, útvarp bløð, handlar – alt flýtur í innantómum, donskum vrevli og pjatti!« Haraldur