týsdagur 22. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
) Sosialurin 22. juli 2008
2008
FØROYINGAR eru ein tjóð og sum allar tjóðir,
eru vit ymisk við ymiskum sjónarmiðum, ymiskum
átrúnaðarligum og politiskum áskoðanum og ymiskum
áhugamálum. Sum demokratisk tjóð er tað natúrligt,
at vit hava ymsar áskoðanir og meiningar. Fólkaræðið,
demokratiið, byggir á grundleggjandi meginreglur
sum rætt til frítt at hugsa, trúgva, skriva og tala – frítt
at velja politiska leiðslu við frælsum og loyniligum
valum, har valrættur er fyri øllum yvir ávísan aldur.
Fólkaræðið er, sum ein løgtingsformaður plagdi at
taka til, tá tingið varð sett, okkara dýrasta ogn, og
rætt hevur hann. Vit eiga tí øll støðugt at vera á
varðhaldi at verja, styrkja og menna okkara fólkaræði.
Í FÓLKARÆÐINUM møtast og brótast ymiskar
áskoðanir. Politisku avgerðirnar verða tiknar við
meiriluta, antin tað so er, tá vit manna okkara gamla
løgting og okkara bý- og bygdaráð ella, tað snýr seg
um avgerðir, tiknar á løgtingi ella í bý- og bygdaráðum.
Ein av mongum fortreytum fyri, at ein demokratisk
tjóð skal mennast og blóma, er, at tjóðin hevur nøkur
grundleggjandi felags virði, ið kunnu virka savnandi
og sameinandi. Hetta merkir, sum longu nevnt, ikki, at
vit eru samd um alt, men hesi felags virði eru hinvegin
neyðug júst tí, vit eru ósamd um serstakliga politisk,
tjóðskaparlig og átrúnaðarlig viðurskifti.
FELAGS virði eru til dømis fólkaræðið,
vælferðarsamfelagið og kristintrúgvin í ymsum
formum. Hetta kann eisini vera, eitt nú, eitt vaksandi
tilvit um umhvørvið og burðardygga menning,
serstakliga av høvðusvinnuni og samhaldsfesti úti
sum heima. Virði broytast við tíð og umstøðum.
Hugsið bert um, hvussu hugburður broytist í
sambandi við eitt nú altjóðagerð og globalisering.
Fortreytirnar fyri fólkaræðinum broytast sostatt javnt
og samt, og fólkaræðinum tørvar sostatt støðugt
samfelagsorðaskifti og mennandi og savnandi
tættir eins væl og savnandi kreftir av ymsum
sløgum. Savnandi tættir eru eitt nú mál, mentan og
søga og alt tað, sum hesir tættir fevna um. Hesir
hornasteinar í okkara mentan og samleika eru alt
tað, ið vit eru felags um, hóast ósamd um ymsar
samfelagsspurningar.
ÓLAVSØKAN er okkara savnandi hátíð. Hon er ein
hornasteinur og helst tann mest markanti parturin av
hesum savnandi tættum. Henda hátíð hevur djúpar
søguligar røtur heilt aftur um kristniboðan føroyinga.
Tá landnámsmenn- og kvinnur tóku land her fyri
umleið 1200 árum síðan, høvdu tey við sær siðir,
trúgv, mál og mentan úr heimlandinum. Hetta merkir,
at her á oyggjunum varð skipað eitt samfelag við
altingi, ásatrúgv og vesturnorrønari mentan. Her varð
stovnað eitt politiskt frælst land, frístaturin Føroyar,
har evsta valdið, Altingið, einaferð um árið varð sett í
Tórshavn. Hetta ting hevði lóggávuvald og dómsvald
men einki útinnandi vald, og halda tey lærdu, at júst
hetta mundi vera ein orsøkin til, at tað gekk aftur á
við politiska frælsinum. Norskt kongsvald, ið støðugt
strembaði eftir yvirvaldi í Norðurhøvum, gjørdi um ár
1035 enda á føroyska frístatinum og hava vit síðan
verið í samríki við ávikavist Noreg og Danmark. Eitt
amboðið í hesi imperialistisku tilgongd var kirkjan,
ið fekk sera stórt politiskt og búskaparligt vald og
átti stórar ognir her í oyggjunum. Tað er sømiligt og
neyvan av tilvild, at vit nú, við bæriligari standmynd á
Tróndargrund í Norðagøtu, heiðra tann føroying, sum
er vorðin ikon og ímynd av stríðnum móti imperialismu
í Norðurhøvum.
ÓLAVUR HALGI varð av katólsku kirkjuni kosin
halgimenni, og so var upplagt at gera deyðadag
hansara til ein stóran kristnan hátíðardag. Ólavs vøka
gjørdist skjótt ein tann týdningarmesti halgidagur í
Norðurlondum. Soleiðis eisini í Føroyum, og hvat var
meira hóskandi enn at byrja tingsetuna hendan dagin.
Tann 29. juli gjørdist sostatt ein týðandi politiskur
merkisdagur, og hetta markeraði samband millum
politiskt vald og kirkjuvald. Tað løgting, sum nú, eftir
vakra skrúðgongu, hátíðarliga verður sett Ólavsøkudag
hevur tí djúpar søguligar og mentanarligar røtur og
sigst at vera eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.
Hetta pliktar tingmenn at taka tingstarv í størsta
álvara.
TINGLIMIR hava okkara vælferð í sínum hondum,
og hvør einasta avgerð, stór ella lítil, tikin á Føroya
løgtingi, ávirkar hvønn einasta føroying. Vónandi eru
tingmenn tilvitandi um hetta, og vónandi eru allir
tinglimir tilvitandi um ta stóru ábyrgd, ið liggur á
herðum teirra. Hetta merkir eisini, at tingmenn eiga
at virða tingstarvið og innan sum uttan tinggátt bera
seg at við tign og sóma, soleiðis at virðingin millum
manna fyri tingstarvinum ikki minkar, men heldur
støðugt veksur. Tað er gott fyri fólkaræðið.
ÓLAVSØKAN er okkara tjóðhátíð og hon er vorðin ein
hin týdningarmesti parturin av samleika okkara sum
tjóð, eins og tjóðarhátíðin hevur sera stóran týdning
fyri samanhangsmegina í Føroya fólki. Føroyingar eru
góðir við ólavsøkuna, og hátíðin hevur veruliga stóran
týdning fyri okkum øll. Hon er vøkur, stórfingin og
fjølbroytt. Her er gaman og álvara, og ólavsøkan er
vorðin stevnan yvir øllum stevnum.
ÓLAVSØKAN er tætt knýtt at høvuðsstaðnum,
hon er vorðin eitt við Havnina, og Havnin er vorðin
eitt við ólavsøkuna. Øll royna, tað besta tey evna,
til tess at gera ólavsøkuna so góða sum møguligt,
og nýggj tilboð eru mestsum fyri hvørja ólavsøku.
Vit í Miðlahúsinum fara eisini at gera okkara til
tess, at ólavsøkan skal gerast ein stór uppliving.
Vit hava opið hús, og her verður framsýning av
skemtitekningum hjá Óla P, tónleikatiltøk, og sýnd
verða filmsbrot úr savninum av gomlum Føroyafilmum,
sum felagið Substanz við stuðuli frá Eik Banka hevur
savnað. Okkara miðlapallar fara at vera livandi
alla ólavsøkuna, eitt nú fer Rás2 at senda í fimm
dagar, úr býnum, úr Miðlahúsinum og av Nólsoyar
Pállstorginum, vit fara at bera tíðindi á Portalinum,
og blaðið fer at savna inn tilfar, sum verður prentað
eftir ólavsøku. Vit fara soleiðis eisini hesa ólavsøkuna
at gera okkara til, at umhvørvið í Vágsbotni stendur
sum nakað heilt sermerkt, ein mentanardepil í gomlu
Havnini. Her møtast gamalt og nýtt, her eru tilboð av
ymsum sløgum, og her er framúr hugnaligt, ein sonn
oasa í býarmeldrinum.
Góða ólavsøku, øll somul
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri
Savnandi hátíðin
Mynd: Jens Kristian Vang