týsdagur 22. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 139 - 22. juli 2008
tíðindi
1. STÝRIMAÐUR TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ
Trý avloysarastørv sum 1. stýrimaður við skipunum
hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst,
til setan skjótast gjørligt. Størvini eru tíðaravmarkað
soleiðis, eitt til 1. mars 2009, eitt til 1. apríl 2009 og
eitt til 1. juli 2009.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur
• Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin
fyriskipar.
• Luttaka í dagliga arbeiðinum.
• Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í
Góðsku- og tyrgdarhondbókini.
• Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv
• Útbúgving sum skipsførari.
• Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á
3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
• Heilsuváttan fyri sjómenn.
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum,
norðurlenskum og enskum máli.
• Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni
og hegni at fyriskipa.
• Prógv, so sum frc, eldsløkking, fyrstuhjálp, vinnu-
kavari og onnur ið eru viðkomandi fyri starvið.
Fyrimunur er við gildugum prógvum.
• Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyri-
munur men ikki krav.
Setanartreytir
Størvini eru lønt í 28. lønarflokki eftir lønartalvuni
hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt
hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 1. stýrimaður.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum fyri
førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 5. aug.
2008 klokkan 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
Heykavegur 6
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65. Henda lýsing er
eisini á heimasíðuni www.fisk.fo.
3 avloysarastørv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið endurlýst.
www.fisk.fo
Shell Norge hevur
lækkað prísin á
bensini, og nú lækkar
Statoil Hydro eisini
prísin. Orsøkin er
fall í oljuprísunum á
heimsmarknaðinum
seinastu tíðina
OKURPRÍSUR
Vilmund Jacobsen
vildmund@sosialurin.fo
Oljuprísirnir eru falnir úr
145 dollarum fyri tunnuna í
byrjanini av juli, niður í 130
dollarar í gjár.
Higartil eru prísirnir á
bensini bert falnir í lítlan
mun hóast lækkingina í
prísunum fyri tunnuna.
Shell Norge hevur tvær
ferðir lækkað sínar prísir,
og nú lækkar so eisini Stat
oil Hydro prísirnar, skrivar
Verdens Gang.
Sum fylgju av lækkingini
í oljuprísunum hava vit gjørt
av at lækka okkara listaprís
við 15 oyrum – niður í 13,69
fyri 95bensin og 14,09 fyri
diesel (norskar krónur).
Tað sigur upplýsingarleið
arin hjá Statoil Hydro, Ørj
an Heradsteit.
Hann leggur aftrat, at
felagið teir komandi dagar
nar fer at meta um, hvørt
talan verður um uppaftur
størri lækkingar.
Shell Norge hevur sum
nevnt eisini lækkað sínar
prísir.
Vit hava lækkað prísin
einaferð við 10 oyrum, og
hava nú framt enn eina lækk
ing við 10 oyrum aftrat,
sigur maðurin, sum hevur
ábyrgdina av prísunum hjá
Shell Norge, Eivind Granås.
Verdens Gang skrivar, at
ein lækking í oljuprísunum
upp á 10% hendan mánaðin,
eigur at kunna lækka prísir
nar á bensini og diesel við
ávikavist 40 oyrum, um
prísfallið á oljutunnuni held
ur sær.
Heldur bíligari at
fylla tangan
Tað verður nú heldur bíligari at
fylla á tangan - í hvussu er fyribils
Saksaberg hevur
leitað eftir sild
eystanfyri Føroyar,
men tað var ikki
nógv at síggja
SILDAVEIÐA
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
16. juli fór Saksaberg av
Gøtu eystur um Føroyar.
Teir leitaðu í tveir dagar og
høvdu bara eitt kast, mest
fyri at kanna slagið, stødd
ina, og um makrelur var
uppíblandaður. Teir komu
inn aftur 18. juli, skrivar
Vinnan á heimasíðu síni.
Okkurt árið hevur sild
verið at fingið á Sandoyar
bankanum um hesa tíðina.
Hesaferð
var
eisini
nakað at síggja, men sildin
stó so spjadd. Men nógvur
makrelur var at síggja,
Saksaberg hevur ikki makr
elloyvi, so har var ikki
meira at gera hjá teimum.
Teir liggja nú aftur í Gøtu,
har teir hava ligið í umleið
ein mánað.
Sildin hevur verið ov rak
og tí hevur prísurin eisini
verið lágur. Nú er sildin
heilt væl fyri, og um Ólav
søkuna er hon uppá tað feit
asta. Í fjør loystu skipini,
sum trola og partrola, aft
aná Ólavsøku, og væntandi
verður tað, tað sama í ár.
Skiparin, Virgar Fagra
klett, sigur at teir eiga um
3.000 tons eftir at fiska av
sildakvotuni og leggur aft
urat at hann roknar við at
prísurin fer at batna, sum
summarið líður. Manningin
á Saksaberg telur 11 mans.
Lítið av sild á
Sandoyarbankanum