Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 59 2008 ikki regnið Tíggjunda árið á rað hevur Filadelfia sam­ koman lovsangsløtu í Grasagarði á ólavsøku. Songløtan avloysti útifundirnar, sum samkoman hevði í mong ár á Vaglinum - Vit komu eftir, at tað vóru so nógv onnur, sum høvdu útifundir, at tað leyp nærum saman. Tí avgjørdu vit at royna nakað heilt annað við hesi lovsongsløtuni, sigur Tummas Jacobsen, fyristøðumaður í Filadelfia. Eftir umhugsan og bøn fingu tey eina visjón um at savna trúgvandi úr øllum samkomum til eitt felags tiltak í Grasagarði – eini hugnaløtu, har lovsangurin til Guds bant tey saman. - Hetta hevur verið sera væl móttikið av fólki undanfarin ár, og tí fara vit aftur at bjóða til hesa lovsangsløtuna, sigur Tummas Jacobsen. Sangarar og tónleikarar eru fyri tað mesta knýttir at Filadelfia-samkomuni, men møguleiki hevur eisini verið hjá fólki úr øðrum samkomum at boða orðið. Og soleiðis verður eisini ólavsøkudag klokkan 16 í Grasagarði. ______________________ Tekstur: Snorri Brend Lovsangsløta av­ loysti útifundirnar Fólk úr øllum samkomum savnast til lovsang í Grasagarði, sum Filadelfia samkoman skipar fyri Mynd: filadelfia.fo allan dagin, so var altíð turt, tá møtini byrjaðu. Løg til marsjir Haakon Dahlstrøm var musikklærdur maður, og legði nógva orku í at fáa hornorkestrið so gott sum gjørligt. Hann gjørdi sær ómak við at venja orkestrið, og vandi eisini privat við hvørjum einstakum tónleikara. Eisini í aðrar mátar hevði arbeiði hjá honum stóran týdning. Hann skrivaði nevniliga nótar til teir føroysku sangirnar, ið ikki funnust í nótabókini BTB (Band Tune Band). Hann skrivaði tvær nótabøkur til hvønn einkultan tónleikara og nevndi tær »Føroya journalin«. Eisini skrivaði hann lættar marsjir, ið vóru væl egnaðir, tá ein skuldi í skrúðgongu oman á Vaglið. Hesir marsjir lærdi hornorkestrið at spæla so væl, at ikki var neyðugt við nótum, tá farast skuldi avstað. Soleiðis sum tað var fyri 70 árum síðani, er støðan hin sama í dag. Menniskju og aðrar umstøður eru broyttar. Men boðskapurin er kortini tann sami. ____________________________ Tekstur: Snorri Brend Myndir: Frelsunarherurin Ymiskir talarar verða brúktir til útifundirnar hjá Frelsunarherinum á ólavsøku. Her prædikar Njál Djurhuus