týsdagur 22. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 139 - 22. juli 2008
Jazzur á Hvonn
Í kvøld, týskvøld, er jazzur aftur á skránni á Hvonn. Talan
er um bólkin, ið tók øll á bóli á Hvonn týsdagin fyri
fjúrstan døgum síðan, nevniliga Trio Magnussar og
vinmenn ella Katla, ið hann eisini verður kallaður. Í
bólkinum eru Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á
Rógvi á trummum og Edvard N. Debess á bass. Afturat
sær hevur bólkurin trompet og trombone leikararnar Ólav
Olsen og Dáva Juul Magnussen. Teir eru báðir kendir í
ymsum høpi bæði í Føroyum og uttanlanda. Tónleikurin
byrjar kl 21. Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur,
tað er tað.
Gerhard Lognberg
sigur seg nú kunna
bíða til hósdagin við
at fáa svar frá løg
manni viðvíkjandi
undirsjóvartunnli
til Sandoynna, hóast
hann í brævi hevur
kravt svar mikudagin.
Men at svarið skal
vera í tráð við krøv
ini í brævinum er
ongin ivi um. Kári á
Rógvi úr Sjálvstýris
flokkinum sigur, at
teir eru til reiðar at
samstarva við sam
gonguna, um tað gerst
aktuelt
Sandoyartunnil
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Gerhard Lognberg, javnaðar
tingmaður úr Sandoynni,
hevur sent løgmanni bræv,
har hann krevur svar frá løg
manni um, hvørjar ætlanir
nar eru viðvíkjandi tunnli
til
Sandoynna.
Gerhard
Lognberg vil hava at vita,
um byrjað verður at bora í
2010, sum nevnt hevur ver
ið, og um hvørt Sandoyar
tunnil ella Eysturoyartunnil
verður byrjaður fyrst.
"Um byrjað verður at
bora fyri Sandoyartunnlin
um í nov/des 2010, og hetta
verður samtykt við lóg, so
eri eg partur av samgong
uni", skrivar Gerhard Logn
berg, og krevur svar miku
dagin
23.
juli
klokka
15.00.
Kann nú bíða
Løgmaður hevur boðað til
fundar hósdagin, og Ger
hard sigur seg nú kunna
bíða til hósdagin.
Um eg ikki fái svar
mikudagin, so er ikki nógv,
eg kann gera við tað. Men
eg kann bíða til hosdagin,
um tað er so, at tað ikki ligg
ur fyri at koma við svari inn
an, tí t.d. onkur er uttanlan
da, men eg havi so fingið
tað burturúr, at eg havi fing
ið
fundarboð
hósdagin
klokkan 14.00, sigur Ger
hard Lognberg.
Men hann leggur tó dent
á, at fyri at stuðul hansara
til samgonguna framvegis
skal vera tryggur, so skal
svarið vera í tráð við krøvini
í brævinum til løgmann.
Snýttur upp
undir eyguni
Eg vil ikki vera við til at
avtaka Sandoyartunilin. Eg
vil hava okkurt í skjáttuna,
annars eri eg ikki við, sigur
Gerhard Lognberg.
Eg havi hoyrt so nógv
um alt hetta við at hava álit
hvør á øðrum, men eg havi
onki at hava tað í. Hygg
bara at umstøðunum hjá dal
bingum og skúvoyingum,
ið eru snýttir upp undir eyg
uni, og eg varði jú av øki
num, so eg eri snýttur upp
undir eyguni, sigur Gerhard
Lognberg, sum sigur seg vil
ja hava dato sett á tunnilsæt
lanina til Sandoynna, og ik
ki bert vøkur orð um, at
tunnilin skal nokk koma
einaferð.
Ikki bangin fyri at
missa ávirkan
Eg havi flutt meg nógv,
men nú vil eg hava dato sett
á, sigur Gerhard Lognberg,
sum leggur afturat, at Sand
oyar Sýslu Javnaðafelag
stuðlar honum í hesum mál
inum.
Gerhard Lognberg er ikki
bangin fyri, at hann kann
verða settur uttanfyri ávirk
an, tí samgongan ístaðin
leitar sær stuðul hjá Sjálv
stýrisflokkinum, og tískil
letur Gerhard sigla sín egna
sjógv.
Eg havi siglt mín egna
sjógv. Eg havi onki fingið
hendanvegin. Teir kunnu
gott fara til Sjálvstýrisflokk
in, men eg skal nokk vera
til staðar og gera mítt
arbeiði, sigur Gerhard Logn
berg, ið eftir øllum at døma
ikki tekur hendan møguleik
an í álvara.
Kári og Kári eru klárir
Kári á Rógvi, tingmaður
fyri Sjálvstýrisflokkin, sig
ur, at teir eru til reiðar at
samstarva við samgong
una.
Eg vildi helst, at vit gjør
du avtalu við samgonguna
um nøkur mál, tí vit eru
ikki so áhugaðir í at sam
gongan
bjóðar
okkum
nevndarsessir. Um so var,
so kundu teir eisini bara
havt gjørt tað beinanvegin,
sigur Kári á Rógvi.
Vit vóri eisini við til at
avgreiða ætlanina um skúla
verk viðvíkjandi miðnáms
skúlanum, og halda tað
hava týdning at fáa semju
um fiskivinnuna og útjaðar
an, tí har má okkurt gerast.
So kann samstarvið møgu
liga formaliserast seinni,
sigur Kári á Rógvi.
Men Sjálvstýrisflokkurin
hevur sagt, at flokkurin met
ir ikki, at tunnlar eiga at
verða gjørdir, sum støðan
er í løtuni.
Eg dugi ikki at síggja, at
vit hava ráð til Sandoyartun
nil júst nú, tí annað má rað
festast fyrst og sveiggj
niðureftir er í búskapar
gongdini. Vit eru ikki bein
leiðis ímóti tunnli til Sand
oynna, men spurningurin er
heldur, um og nær vit hava
ráð. Vit kundu kanska gjørt
semju, eisini við sandoyar
tingmenninar, um at fari
undir forkanningar til Sand
oyartunnilin, tí enn er onki
gjørt, so ein veit lítið og
onki um ætlanina, sigur
Kári á Rógvi.
Tunlarnir fylt ov nógv
Tunlarnir hava fylt alt ov
nógv í politiska arbeiðinum,
og teir eru ikki eingang í
samgonguskjalinum.
Vit
kundu til dømis gjørt semju
um, at Sandoyartunnilin
verður avloysarin hjá Teist
anum, tá tann tíð kemur, sig
ur Kári á Rógvi.
Hetta er ein spurningur
um raðfesting, men um vit
ikki fáa hægri undirvísing,
og um vit ikki gera okkurt
við fiskivinnuna, so verður
onki av nøkrum, sigur Kári
á Rógvi.
Kári á Rógvi afturvísir
ikki samstarv við samgong
una, um høvi verður til
tess.
Vit vilja sleppa framat
politikkinum, sigur Kári á
Rógvi úr Sjálvstýrisflok
inum.
Løgmaður tigandi
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, hevur onga viðmerk
ing í løtuni, tí hann fer at
geva Gerhardi Lognberg
svar, áðrenn miðlarnir fáa
meira at vita. Men løgmaður
hevur boðað til fundar hós
dagin, og bæði Gerhard
Lognberg, og onnur, mugu
geva tol og bíða til ta tíð við
at fáa at vita, hvussu lagnan
hjá
Sandoyartunnlinum
verður, og harvið møguliga
eisini hvussu verður við
stuðlinum
hjá
Gerhardi
Lognberg til samgonguna,
og um Sjálvstýrisflokkurin
kann fyrireika seg av álvara
til at sleppa framat politikki
num.
- Eg kann bíða til hósdagin
- Eg havi hoyrt so nógv um alt hetta við at hava álit hvør á
øðrum, men eg havi onki at hava tað í. Eg eri snýttur upp undir
eyguni, sigur Gerhard Lognberg, sum sigur seg vilja hava dato
sett á tunnilsætlanina til Sandoynna, og ikki bert vøkur orð um,
at tunnilin skal nokk koma einaferð
Andstøðutingmaðurin, Kári á
Rógvi úr Sjálvstýrisflokinum,
afturvísir ikki samstarv við
samgonguna, um høvi verður
til tess.