Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

62 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Fara tit á ólavsøku? – Nei, vit fara ikki á ólavsøku. Tað hava vit ikki verið í mong Harrans ár, siga hjúnini Jana og Eyðfinn Nielsen, sum seinastu mongu árini hava verið búsitandi í Esbjerg. – Í 80-unum og lutvíst 90-unum búðu systir mín og maður hennara í Havn. Tá var tað ein sjálvfylgja, at familjan úr Eysturoynni fór væl mannað á ólavsøku. Vit høvdu tað sera hugnaligt saman við teimum, og nú er tað einaferð so, at eg eri av Jarnskor-slagnum, og tí stóð bæði fótbólturin og kappróðurin tá á døgum ovarlaga á breddanum, sigur Jana Nielsen. Hon greiðir frá, at Føroyingafelagið í Esbjerg einaferð miðskeiðis í 90-unum skipaði fyri einum ólavsøkutiltaki. Av tí at Norrøna legði at í Esbjerg tá á døgum, eydnaðist tiltakið til fulnar. Hópin av teimum ferðandi tustu niðan í hølini í Grønlandsparken, har tey kundu keypa breyð við føroyskum viðskera, dansa og annars hugna sær. Felagið royndi árið eftir at skipa fyri einum líkandi tiltaki, men vegna vantandi undirtøku, datt hetta niðurfyri. – Vit hava ein frítíðarurtagarð nærhendis, og mangt er, sum bendir á, at ólavsøkan verður hildin har. Úr útvarpinum fara vit at lurta eftir kappróðrinum, fótbóltinum og góðum føroyskum tónleiki. Borðreitt verður við føroyskum mati og onkrum góðum afturvið, so eg ivist ikki í, at vit, tá ið saman um kemur, fáa eina rimmar ólavsøku, sigur Jana Nielsen í Esbjerg. ____________________________ Tekstur: Símun úr Konoy Útisetar: Jana og Eyðfinn Nielsen, Esbjerg Ólavsøka í urtagarðinum í Esbjerg Jana og Eyðfinn Nielsen gleða seg til eina rimmar ólavsøku í urtagarðinum í Esbjerg, har tey fara at lurta eftir kappróðri í útvarpinum við einum góðum føroyskum bita afturvið