Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 139 - 22. juli 2008 Øll norðurlond utt­ an Føroyar hava ein tónleikavinnuframa­ skrivstovu, Music Export, ið marknaðar­ førir tónleik uttan­ lands. Ein føroyskur arbeiðsbólkur hevur tí seinastu tíðina kanna tørvin fyri einari slíkari skrivstovu í Føroyum, og niður rstøðan varð, at hon í størsta mun er neyðug Tónleikur Bjørk K. Olsen Bjork@sosialurin.fo Tónleikavinnufólk hava seinastu tíðina saman við samvit arbeitt við einum áliti at seta tónleikavinnufr amaskrivstovu á stovn í Før­ oyum. Øll norðurlond uttan Føroyar hava slíka skriv­ stovu, og tískil varð tilmæli handað landstýriskvinnuni í vinnumálum, Bjørt Sam­ uelsen, á eini ráðstevnu í vikuskiftinum á G!MINI. Tónleika­vinnu­ fra­ma­skrivstovu seta­st á stovn Arbeiðs­ og tilvísingarbólk­ urin handan tilmælið um føroyska tónleikavinnu hev­ ur seinastu tíðina kannað tørvin og møguleikarnar fyri einari føroyskari tónlei kavinnuframaskrivstovu. Bólkurin er síðan komin til ta niðurstøðu, at ein FOMX skrivstova skal setast á stovn, og at almenna játt­ anin fevnir um í minsta lagi trý ár – til vil siga frá 2009 til og við 2011. Tilmælið varð handað landsstýris­ kvinnuni í vinnumálum í vikuskiftinum. Tónleika­vinnufólk sva­ra­ðu spurna­rbla­ði Arbeiðs­ og tilvísingarbólk­ urin gav spurnarblað út til fólk innan tónleikavinnuna, har 15 teirra svaraðu. Tá ið svarað var, um ein hevur royndir í at selja ella um­ boða tónleik uttanlands, svaraðu øll ja og søgdu seg eisini arbeiða innan nær um allar sjangrur innan tón­ leik. Tónlista­fólk a­rbeiða­ á ymsa­n hátt Tónlistafólkini arbeiða tó við altjóða tónleiki á ymsan hátt. Summi hava samskift­ að við altjóðum tónleika­ vinnum, bókað konsertir, marknaðarført og selt tón­ leik, meðan onnur hava fingið altjóða tónleikavinnu at taka virknan lut í føroysku tónleikavinnuni. Onkur teirra hava sett eitt tónleika­ leiðslufelag á stovní Dan­ mark, meðan onnur hava luttikið á ymsum tónleika­ tiltøkum og átøkum uttan­ lands. Har í millum svaraði eisini Jón Tyril, ið er festivalskipari og hevur tískil fingið útlendskar bólk­ ar til Føroyar eisini. Føroyskur tónleikur ikki kendur utta­nla­nds Tá spurt verður, hvussu før­ oyskur tónleikur stendur seg í altjóða høpi, er niður­ støðan, at hóast einstakir bólkar hava megnað seg uttanlands, er føroyskur tón­ leikur sum heild ikki kend­ ur. Stuðulskipa­n Tá spurt verður, hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar í samband við stuðulsskip­ anir, kemur arbeiðs­ og tilvísingarbólkurin til hesa niðurstøðu: Tað er torført at menna ein føroyskan tón­ leikara til ein altjóða tón­ leikara. Týdningarmikið at tónleikavinnufólk eru við í verkætlanum. Vantandi stuð­ ul til ferðin. Skilagóð fíggj­ arstýring, meira PR arbeiði og framførslur. Lækka gjald­ ið til atgongumerki í Føroy­ um. Vinnumála­ráðið tekur álitið til viðgerða­r Bjørt Samuelsen, landstýris­ kvinna í vinnumálum, eru beint nú í feriu, men sigur, at hon fer at taka álitið til viðgerðar. ­ Eg eri sera jalig um hetta álitið, og tað sær ótrú­ liga áhugavert út, sigur landsstýriskvinnan. Vinnu­ málaráðið ætlar at taka álitið við í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2009, og tískil skuldi støða verið tik­ in í málinum um heystið í ár. Fela­gs fígging ­ Eg havi ímyndað mær, at bæði tað privata og almenna skal fíggja skrivstovuna. Føroyskar fyritøkur kunnu eisini nýta tónleikin at marknaðarføra seg uttan­ lands, og tískil hevði tað borið til at havt felags fígg­ ing, sigur Bjørt Samuelsen, landstýriskvinna í vinnu­ málum. Teitur Lassen er ein av fáum føroyskum tónleikarum, ið hevur megnað seg í altjóðum høpi. Ætlanin við tónleikavinnuframaskriv­ stovuni er at hjálpa føroysk­ um tónleikarum ávegis í útheimin Føroyskir tónleika­ra­r ma­rkna­ða­rføra­st við FOMX Tey, ið svaraðu spurnar­ bløðum frá Arbeiðs­ og tilvísingarbólkinum. Øll starvast onkursvegna innan tónleikavinnuni bæði í Føroyum og uttanlands: Kristian Blak Jón Tyril Sigvør Laksá Christian Ulf Hansen Gisli Von Ice Klaus­ib Jørgensen Ólavur Jacobsen Jens L. Thomsen Fróði Vestergaard Christian H. Buhl Linda Mortansdóttir Hergeir Eldevig Jonhard Eliasen Gunvør Balle Niðanfyri nevnda virksemi er í høvuðsheitum tað, ið føroyska tónleikavinnan metir, at ein koman FOMX skrivstova skal taka sær av, stendur í álitinum, ið er handað Bjørt Samuelsen, landstýriskvinnuni. • Skapa eina sterka, langskygda og málrættaða heildarætlan fyri útflutningi av tónleiki. • Fremja samstarv, veita ráðgeving, kunning og byggja upp ein vitanardepil fyri tónlistafólk og bólkar í Føroyum • Samskipa førleikamennandi virksemi fyri føroysku tónleikavinnuna. • Samstarva við føroyska sýnisgluggapallin í Føroyum (dømi: AME og G! Festival) • Seta í verk samtøk við privata vinnulívið, eisini tvørtur um vinnugreinir. • Samskipa altjóða tiltøk og átøk innan tónleikavinnu í Føroyum og uttanlands. • Byggja brýr millum føroyksa og altjóða tónleikavinnu og viðlíkahalda sambond. • Stuðla og veita PR til tónlistafólk og bólkar. • Umboða føroyskan tónleik uttanlands. Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna í vinnumálum, fekk í vikuskiftinum handað eitt tilmælið um tónleikavinnuframa­ skrivstovu í Føroyum, ið ein arbeiðsbólkur mannað av tónleikavinnufólkum hava arbeitt við seinastu tíðina Mótmæltu Sa­rkozy í Dublin Fleiri hundrað fólk komu í gjár saman í írska høvuðsstaðnum Dublin at mótmæla, at franski forsetin, Nicolas Sarkozy, var komin hagar. Frakland hevur í løtuni formansskapin í ES, og nógvir írar tulka vitjanina hjá franska forsetanum sum eina roynd at leggja trýst á írar fyri at fáa teir at goðtaka Lissabon­sáttmálan, sum írar vrakaðu á fólkaatvkøðu herfyri. Tá Sarkozy kom til stjórnarhúsini at tosa við Brian Cowen, forsætisráðharra, róptu mótmælisfólk ”Nei er nei”. Sjálvur hevur Sarkozy sagt, at hann ætlar sær ikki at ávirka írar, men at hann ætlar sær at lurta eftir teimum.